Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 26 21 Seinastu paraduuppskotini í hesi tingsetuni løgd fram Seinasti dagurin at leggja vanliga uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni var í vikuni – nú skulu 17 undirskriftir til, skal nakað leggjast fram afturat ÁRNI GREGERSEN E itt uppskot um eina óhefta nevnd, sum skal fylgja við, hvat Kring­ varpið ger, fígging av fót­bólts­hallum og gjald fyri sjúku­dagar í frítíð, eru millum upp­skotini, sum vóru løgd fram sein­asta framløgudsagin í hesi tingsetuni. Teir báðir, Jenis av Rana og Bill Just­inussen, Miðflokkurin, løgdu eitt uppskot fram, sum sigur, at ”landsstýrismanninum verður heimilað at seta óhefta nevnd at hava eftirlit við tíðindaflutningi Kringvarps Føroya við tí endamáli at tryggja politiskt óheftni. Nevndin skal árliga leggja fram frágreiðing um arbeiði sítt, undir hesum, hvussu Kringvarp Føroya kann tryggja politiskt óheftni. Lands­stýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð um arbeiði nevnd­arinnar, m.a. um tilnevning, sam­sýning og virksemi hennara.” Í viðmerkinginum siga teir báðir, at óvildsemið í tíð­inda­flutn­ ing­inum hjá Kringvarpi Føroya ikki livir upp til endamálið, sum er lýst í Public Service-sáttmálanum. Miðflokkurin sigur eisini í við­ merkingunum, at Kringvarpið í føroyskum tíðindum mangan er litað. – Alt ov ofta síggja vit, at mál verða í stóran mun lýst frá einari síðu, uttan at hin síðan verður lýst nevnivert. Miðflokkurin heldur, at eitt nú hevur sitandi samgonga fingið merkiliga góðan frið frá Kring­varpi Føroya samanborið við tann ágang, sum mangan varð førdur ímóti undanfarnu sam­gongu, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana. Burka-uppskotið Sjálvstýri hevur lagt fram eitt upp­ skot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum bannar brúk av dulbúnum og øðrum sum fjalir andlitið, í almenna rúminum í Før­ oyum. “Lagt verður fram uppskot til samtyktar, har skotið verður upp, at alment bann verður sett fyri dul­arbúna, tað vil siga, búna, ið loyn­ir, hvør ein er, herundir bann fyri at hava hettu á høvdinum, ið fjal­ir alt andlitið. Tó skal slíkt lógaruppskot loyva undantøkum. Eitt nú er tað í lagi at vera ílatin dularbúna ella hettu á høvdinum, har eygu, nøs og munnur ikki eru fjald. Eisini er tað í lagi at nýta ávís­ar arbeiðsbúnar ella serligar búnar sum til dømis, tá stovnar hava føðingardag har persónar eru ílatnir stuttleikabúnar.” Flokkurin sigur, at hetta setir forboð fyri burka og niqab og at hetta verður gjørt fyri at staðfesta mentunnarligu karmarnar í Føroyum. Sjúka í frítíðini Uttanflokkatingkvinnan Sonja Jógv­ansdóttir hevur lagt eitt uppskot fram, sum skal tryggja, at løn­takarar ikki missa frídagar, ger­ast tey sjúk, meðani tey halda feriu ella avspáka. Hon skjýtur upp, at gerst løn­ tak­ari sjúkur í frítíðini, so telja dag­arnir viðkomandi er sjúkur, ikki sum frídagar. -Sjúkradagar í frítíð verða van­ liga roknaðir sum frítíðardagar. Tó kann, eftir umsókn, í serligum før­ um fyri ávísar starvsbólkar und­ an­tak verða givið, um sjúka forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt. Slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frí­ tíð­ardagar verða tá givnir, sigur Sonja í Jógvansdóttir í við­merk­ ing­unum. Hon leggur afturat, at í øðrum lond­um er hendan reglan galdandi, at tað ikki er avgerandi um sjúkan kem­ur áðrenn frítíðin byrjar ella með­an frítíðin verður hildin. Fleiri onnur uppskot komu á ting­borðið mikudagin, tá ið sein­ asta freist fyri uppskotum fór. Neyvan verða fleiri av and­ støðu­uppskotunum samtykt, men tey kunnu elva til orðaskifti, tí tey eru av ideologiskum slag. Eisini uppskotið frá Jógvani á Lakjuni, Fólkaflokkurin, um at skriva inn í skúlalógina um, at morg­unsangur skal vera í skúl­ un­um hvønn dag, fer helst at elva til kjak. Enn er ikki avgjørt nær ting­set­ an endar, men Páll á Reynatúgu, ting­formaður, hevur sagt, at setan fer ikkiat strekkja seg so langt út sum í fjør, tá ið arbeitt var inn í juli mán­aða. Umframt uppskotini, sum vóru løgd fram í vikuni, so eru fleiri upp­skot hjá samgonguni fram­ veg­is í nevndunum. Bill Justinussen ... og Jenis av Rana hava lagt uppskot um nevnd, sum skal hava eftirlit við Kringvarpinum Soleiðis kunnu kvinnur síggja út, um tær brúka dulbúna Sonja Jógvansdóttir vil tryggja løntakarum frídagar, gerast tey sjúk í feriuni Jógvan á Lakjuni vil hava inn í skúlalógina, at syngjast skal hvønn dag