Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 22 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 2. partur A corn: Eitt 90 ára minni Í mars í 1928 hendi tann van­lukkan, at eldur kom í lugarið á slupp­ini Acorn. Átta menn doyðu, summir beinanvegin, og aðrir á veg inn til Reykjavíkar. Ein doyði eftir, at teir vóru komnir til lands. Tað hevur nógv verið skrivað um sjálva vanlukkuna men lítið um, hvussu tey heima upplivdu hetta. Men hetta varð gjørt í bókini Havið tók teir í 2011. “Eg fari til Gud. Troysta mammu!” Ein av teimum, sum doyðu við ”Acorn”, var tann 16 ára gamli Nap­ ole­on, kallaður Poli. Pápi hansara, Fríðrik Klein, var eisini við. Í brævi, skrivað 25. mars, dagin eftir jarðarferðina, greiðir Fríðrik í brævi til konuna, Apoloniu, frá seinastu løtuna hjá soninum: Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen [sum vanlukkan hendi um morgunin]. Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Mod­ er, Gud trøste hende”, bad han, og han bad sit Fadervor med klar For­ stand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de lyse Sale hos Gud i Himmelen.” Tann 3. apríl skrivar Apolonia aft­ur til Fríðrik, har hon millum annað sigur: »Vit fingu í dag brøvini frá tykkum, sum vit takka hjartaliga fyri, og vit kunnu ikki Gudi fulltakka, at tit eru so dánt mentir at siga okkum frá teimum syrgiligu tilburðum, ið tykkum hava hent. ….. Men okkara vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava takk og lov fyri, at hann unti okkum at eiga ein so vælsignaðan son. Vit eru fegin, mín góði maður, at Harrin unti tær at vera hjá honum í deyðastundini og nú kanst fortelja okkum um tey síðstu orðini, ið komu um hansara væl­ sign­aðu varrar. Likam hansara var sjúkt, men ondin var frísk. Tað vitna tey orð og tann heilsan, hann var mentur at senda okkum heim. Hóast hansara sváru likamsneyð var hann mentur at siga eitt troystandi orð til syrgjandi faðir og móður sína, og ta kraft fekk hann omanfrá, frá Gudi í Himli, Honum sum hann nú er komin til.« Her sæst eisini, at tað sum var troystin, var gudstrúgvin og tað at kunna hittast aftur ein dag. Frida: Eini ræðulig boð Ein annar, sum doyði í hesi van­ lukku, var 17 ára gamli Hans Jac­ ob Biskupstø. Pápi hansara, Ják­up Pauli, varð illa brendur í and­lit­ inum, tá ið hann royndi at bjarga soninum. Dóttir Jákup Paula, Frida, sum tá var 82 ára gomul, var á sam­ komu á Svangaskarði í 1999 í sam­bandi við minningarhaldið í Reykja­vík, sum greitt varð frá í fyrra part­inum. Hon greiddi m.a. frá hvussu hon mintist hetta: Eg var 12 ár. Vit fingu hesi sorg­ ar­boð ein fríggadag. Vit vóru í skúla og høvdu sang fyri, tá kom onk­ur og bankaði á hurðina. Lær­ ar­in Johan Kallsoy fór út. Hann var eina løtu burtur. Vit sóu, at tað var so ringt lag á honum, tá ið hann kemur aftur og biður okkum fara til hús. Eg fór so niðan til okkara. Tá var mamma í kjallaranum. Hon sig­ur við meg, um eg longu kom aft­ur úr skúla. So segði eg, at lær­ ar­in fekk telefonboð, og tað var ringt lag. So sigur mamma: ”Bara ikki nakað ringt er hent!” Tá kom Sofus Debes, sum hevði telefonstøðina, inn. Hann var í bláari húgvu. Tað var ikki nakað gott tekn! Blá húgva varð vanliga bara brúkt til jarðarferðir, men jarðarferð var eingin. So sigur hann við mammu: ”Eg havi eingi góð boð at bera tygum í dag. Eldur kom í ”Acorn”, og Hans Jacob er deyður.” Tað vóru eini ring boð. Pól, beiggi, var dottin í gjónna trý ár frammanundan, so tað var svárt. Mamma segði, at var Hans Jacob deyður, so mundi Jacob Pauli ikki hava tað gott. Men Sofus orkaði ikki siga, hvussu illa stóð til hjá pápa, hóast hann visti tað. Dinnafía Ferjá við Gjógv var javngomul við Fridu. Hon greiddi eisini frá, tá ið tey fingu frí frá skúlanum: Sjálv fór eg niðan á Rætt til ommu og abba. Fyrst kom ein kona inn. Hon segði: “Oy, Jesus, hvat man vera áfatt. Sofus fór í bláari húgvu inn í Ólastovu.” Abbi sat á bríkini, og so fór hann út. Dinna, systkinabarn mítt, fór eisini út, og hon var tað fyrra, sum kom inn aftur grátandi: “Oy, Jesus”, segði hon, “Hans Jacob í Ólastovu er deyður, Hans Jacob yviri í Geil er deyður, Poli á Tarafløtti er deyður og gamli Djóni er deyður. Eldur hevur verið umborð á Acorn”. Tað vóru forferdilig tíðindi.” Frida heldur áfram: Kaj Fibiger Jensen prestur á Nesi kom til Gjáar at vitja tey, sum høvdu mist. Hann var eisini inni hjá okkum. Hann sendi telegramm til Íslands at vita, hvussu pápi livdi. So kom hann aftur og segði: ”Det står ilde til med Deres mand.” Pápi var settur burtur sum deyður. Men so hevði ein sjúkrasystir følt lív í honum. Pápi lá á hospitali í Reykjavík til august, so á sjúkrahúsinum í Havn. Hann kom aftur til okkara til jóla, men hann var ókenniligur. Á Torradøgunum í Klaksvík fyri kortum var eitt evni “Kvinnurnar og havið”. Her er seinni parturin av framløguni SEINASTU ORÐINI HJÁ 16 ÁRA GAMLA POLA Torradagar: Tann 20 ára gamli Hans Dorius Mørkøre, innsettur í myndi, doyði eftir at Acorn kom á Reykjavík. Hann var tí jarðaður aftaná hinar. Her er restin av manningini á grøvini við jarðarferðina hjá Hans Dorius. Maðurin sum turkar eyguni er Jógvan, pápi Hans Dorius. Næstur honum er Fríðrik, pápi Pola. Hetta er ein mynd sum sigur meira enn mong orð. 16 ára gamli Poli. Áðrenn hann doyði fekk hann sent eina heilsu til mammu sín.