Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 26 23 Komandi partur Í komandi parti verður hildið áfram við søguna um ungmannafelagið Merkið Hann hevði mist nógv av nøsini og oyrunum og av eygnalokunum. Hann var eisini leingi á hospitali í Danmark. Øll frásøgnin hjá Fridu er í bókini Havið tók teir. Søgan hjá Lisu á Syðradali Símun Johan Wolles á Eiði, hevði í FF-blaðnum hesa frásøgn frá 1. heims­bardaga: Mamma mín, Elspa Samuelsen, og Lisa Toftegaard, sum tær itu sum gentur, tæntu í Jógvanstovu í Leirvík. Har var nógvur útróður, eisini við motorbátum. Sum tíðin leið bleiv oljutrot. Teir fóru tá at brúka lýsi til motorarnar, men tað sótaði so illa heysin á motorinum, at hann varð skjótt forsteinaður innan. Tískil fekst motorurin ikki í gongd aftur uttan at taka hann sundur og reinsa hann. Hetta var vituligt eitt skitligt arbeiði. Andrias á Oyrarbakka var mot­or­passari á einum báti. Eitt kvøldið, sum Andrias kom aftur, skit­in sum hann altíð var av sóti, sig­ur Lisa: “Tað mátti borið til at vaska motorin við landi”. Tað var kent, at land var besta sápa, sum var til. Andrias fann tá uppá at geva mot­orinum nakrar innspræningar av landi, áðrenn hann steðgaði motorinum, tá teir komu at landi, og til bar. Heysurin var gullreinur, tá hann varð steðgaður. Hetta var teim­um eitt hent hugskot, sum royndu at klára seg við lýsi. Um aldarskifti kundi eitt vís­indaligt tíðarrit boða frá, at kann­ingar høvdu prógvað, at land kundi reinsa skitnar motorarar. Hetta var ikki annað enn Lisa og motor­passarin Andreas høvdu stað­fest 85 ár frammanundan! Eliseus vildi ikki tosa um vanlukkuna við Ernestinu Vanlukkan við Ernestinu er væl kend. Tað var í 1930, at teir and­ øvdu móti landi. Beint tá ið teir skuldi venda rendu teir á eitt sker beint við land. Í fyrsta um­ fari bjargaðu teir sær upp í rign­ ingin, har teir vóru alla náttina. Morg­unin eftir vóru átta menn farn­ir fyri borð og deyðir. Tá er tað, at Ziska Jacobsen svimur í land og fær bjargað teimum, sum eftir vóru. Ein doyði tó eftir at vera kom­in í land. Tað finst ein frásøgn frá einum av manningini, Eriki Lassen sum. M.a. greiddi hann frá, at tað vóru tveir feðgar úr Tjørnuvík við. Í ein­um broti fór sonurin, Henge, í havið. Hann rópar neyðarróp til pápan, Elias. Hann kundi tó einki gera, hann rópti til sonin: “Pápi kem­ur skjótt”. Hann var eisini tann næsti sum fór. Ein sum bjargaðist var Eliseus, maður Lisu. Um hetta greiðir Lisa m.a. frá: Tað ringasta av øllum var, tá ið Eliseus forlisti við Ernestinu og kom aftur sum eitt vrak. Armgarð, kona skiparan Dáva í Gerðum, ringdi yvir og segði, at hon hevði fingið telegramm um, at Ernestina var forlist, og teir vóru átta, sum vóru deyðir, men Eliseus livdi. Teir komu heim við Drotningini. Armgarð segði við meg: “Nú mást tú royna at taka teg saman og koma til Klaksvíkar, so vit kunnu taka ímóti teimum, tá ið teir koma, tí tú veitst, hvussu illa teir eru komnir”. Man trýr ikki, hvussu langt niðri hann var í langar, langar tíð­ ir. Hann svav ikki og át ikki. Nýra og alt var fyrigingið. Hann segði eisini altíð, at beinið var stívt og fylgdi ikki við, tí hann hevði ligið undir bátinum. Teir fingu ein sjógv, og bjargingarbáturin holvd­ ist út yvir fleiri, og hann var ein av teimum. Tá hevði Eliseus fingið ein stoyt, tí hann segði, at tað var sum alt doyði. Altíð var hann ísa­kald­ur sum gler, og tað var allan veg­in ígjøgnum heilt upp undir herð­ar­ nar. Tosaði einki um hendingina At begynna við segði hann einki, og bað meg vælsignaðan ikki snakka við seg um hetta. Hann hoyrdi enn neyðarrópini frá monnunum, sum fóru í havið. Hann mátti siga, tað var ofta soleiðis, at tá ið ein tagnaði, vóru teir glaðir yvir, at so hoyrdu teir ikki tað skríggið. Tað hevur verið ein forferdilig neyð, teir hava verið í. Tað var so leingi frá klokkan tíggju um kvøldið, og ikki komu teir til fólk fyrrenn klokkan tvey dagin eftir við ongum bita og ísakaldir. Florens Í 1927 hendi tann vanlukkan, at slupp­in Havstein sigldi í illveðri á sluppina Florens. Teir 22 menninir fóru í skipsbátin, sum fór at søkka undan teimum. Tá lupu seks menn upp á dekkið aftur, og teir sukku við skipinum. Hinir 16 vóru tiknir upp av Vælfarinum átta tímar seinni. Ein teirr var tá deyður Hetta var ein vanlukka sum førdi til nógva orðadrátt í bløð­ unum, sum ikki skal komast inn á her. Henda hending er lýst í síni heild er í bókini Havið tók teir, og her er eisini endurgivið nakað teirri skriv­ing sum var í bløðunum um hetta mundi. Nívandi sorg Fleiri skúvoyingar fórust við Flor­ ens, og ein sum gjørdi seg galdandi í sam­bandi við „Florens“ málið, var Hans Kamban, pápi Hjørdis, konu Hákuni Djurhuus. Hans, sum var lærari í Havn, lýsir eisini væl støðuna hjá teim­ um, sum sótu eftir í Skúvoy, og hann skrivaði m.a.: Kort før Olaj var jeg paa Skuø og gjaldt mit første Besøg et lille Hus, hvor jeg vidste, at Sorgen holdt til. I en mørk Krog sad en gammel Kone og støttede Hovedet i begge Hænderne. Hendes Haar havde Sølvets Farve, Fingrene krogede, Kinderne indfaldne, Øjnene røde, men tørre. Deres Kilder var nok udtømte, saa det ud til. Men det var ogsaa Billedet af hendes Mands og eneste Søns sidste lange time, hun sad og marede frem for sig. Jeg besøgte et andet Hus, hvor jeg fandt to Kvinder siddende i lignende Stilling. Den ene var ganske ung, saa ud som en Plante, der har været frodig og blomstrende, som da havde ligget nogle Dage med knækket Stængel. Et levende Lig. Hendes Mand var den ældre Kones eneste Søn. Hendes Mand var druknet førend deres yngste Barn saa Dagens Lys, og sin Fader havde det aldrig kendt. Hun bar mærke af en stille og rolig Kamp. Vel kunde hun ikke som Terje Vigen ryste Sorgen af. Hun maatte bide den i sig og klemme den inde. Men hun var godt trænet og oplært i Livets og – Sorgens Skole. Det er hendes Hus, hvis fem Ejere den ene efter den anden alle er druknet. Sorgen er alt for ren og hellig til, at min stakkels Pen skal vanhellige den ved yderligere at forsøge paa at forklare den. Kun vil jeg sige, at der saa jeg Følgerne af Begivenhederne ved Island, og disse Følger var betydelige. Vorherre kender os alle, jeg kender ikke de andre Enker og Børn, der ramtes ved samme Lejlighed, men sikkert vil disse kunne fremvise lige saa sørgeligt Billede, ja, maaske endnu sørgeligere. Hetta eru bara nøkur brot úr okkara kvinnusøgu. Her er talan um umstøður, sum vit tilkomu illa skilja, og sum okkara børn als ikki kunnu skilja. Tí er tað neyðugt at henda søgan verður skjalsfest, so yngru ættarliðini kunnu kunnast um, at teirra vælferð ikki er nøkur sjálvfylgja. Gravsteinurin yvir teir á Acorn í gamla kirkjugarði í Reykjavík Frida Debes greiðir á samkomu á Svangaskarði frá lagnuni hjá pápanum og beiggjunum. Feðgarnir úr Tjørnuvík, sum doyðu við Ernestinu. Fyrst fór sonurin Jóan Hendrik í havið. Næstur honum var pápin, Elias Heinesen. Báturin av Florens, sum Ingálvur av Reyni ímyndaði sær hann.