hósdagur 8. mars 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 29
24
ÍTRÓTTUR: Fótboltur
1. umfar Betri deildin menn:
Um vikuskiftið verður 1. umfar í landskappingini hjá bæði monnum
og kvinnum í fótbólti. Liðini hava fyrireikað seg í skjótt tríggjar
mánaðir, men veðrið er ein avbjóðin. – Vit vóna tað besta, sigur Róin
Schrøter, formaður í kappingarnevndini í Fótbóltssambandinum
KAVIN
ÓRÓGVAR
STARTIN
Ivasamur: Christian R. Mouritsen
(fóturin)
Ivasamir: Bartal Wardum
(fóturin), Brynjar (lærið)
Ikki við: Adrian Cascaval (Vantar
loyvir)
Ikki við: Andras Gango
(meniskskaði, 2-3 vikur)
Ivasamur: Símun Rógvi Hansen
(lærskaði)
Ikki við: Jóhannes Hansen
(liðband i knænum,
langtíðarskaddur), Marni
Djurhuus (fipur, vikur), Ari Ó.
Ellingsgaard (leikbann, 3 dystir),
Hans Pauli Samuelsen (knæ,
vikur)
Ivasamur: Arnbjørn Hansen
(hælur)
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin klokkan 15 er
friðurin úti. Landskapp
ingin hjá monnum, sum
nú eitur Betri deildin,
verður skotin í gongd – um veðrið
er til tað. Sjey feløg hava nýggjan
venjara og argjamenn er aftur í
bestu deildini. Nógvar flytingar
eru gjørdar og fleiri lið hava eisini
skift spælistíl.
Afturvendandi fyri metingarnar
fyri hetta kappingarárið er, at tað
eru tveir bólkar. Topp fimm og
botn fimm.
Víkingur, KÍ, B36, NSÍ og HB
eru favorittar at fara við teimum
fremstu plássunum, meðan Skála,
EB/Streymur, TB/FCS/Royn, 07
Vestur og AB koma at stríðast í
niðara bólkinum. Ikki síðani 2014,
tá EB/Streymur bleiv nummar
fimm, hevur eitt felag megnað at
bjóða fimm teimum ”stóru” av í
landskappingini.
Kavin ein avbjóðing
Veðurforsøgin er sum altíð eitt
sindur skiftandi, men tað er í løtuni
vandi fyri kava sunnudagin. Í Fót
bóltssambandinum taka tey tað tó
fyribils róligt.
- Vit vóna at tað spælir væl av,
men gongur tað ikki, so finna vit
eina aðra loysn. Vit taka møguligar
broytingar, um støðan íkemur.
Dystirnir eru ásettir og dómararnir
avgerða um tað verður spælt, sigur
Róin Schrøter, formaður í kapp
ingarnevndini, og leggur afturat:
- Onkuntíð hava feløgini flutt
dystir sína millum. Enn er gott
pláss í kalendaranum, tí hetta er 1.
umfar. Her suðri er ongin kavi nú,
so eg vænti at dysturin her verður
gjøgnumførdum. Norðanfyri er
lættari at spæla miðvikudystir,
sigur Róin Schrøter.
Í 2015 fluttu B36 og EB/Streymur
millum annað dystin, sum skuldi
verða við Margáir, til Tórsvøll. Árið
eftir avgjørdu KÍ og TB at spæla í
Trongisvági, tí tað var kavi í Klaks
vík.
Ongin Gango!
Ungverski málverjin, Andras
Gango, er eitt kent andligt í før
oyskum fótbólti. Sermerkt við mál
verjanum er, at hann hevur spælt
hvørt umfar í bestu deildini síðani
hann kom til Føroya í 2006 – uttan
ein dyst í 2008, tá hann hevði leik
bann.
Andras Gango, sum nú hevur
skift til NSÍ, verður ikki í málinum
sunnudagin. Hann er skaddur og
fær helst harða kapping í ár frá
Símun Rógva Hansen og Tórði
Thomsen. Hetta verður sostatt bara
aðru ferð, síðani kappingarbyrjan
2006, at Andras Gango ikki stendur
í mál í bestu deildini í Føroyum.
Klassikarin longu
í fyrsta umfari
HB-KÍ: ALEX TROLEIS
Sunnudagin klokkan 15.00
Landskappingin 2018 byrjar við
einum klassikara í føroyskum fót
bólti millum HB og KÍ í Gundadali.
Talan er í nógvar mátar um ein
áhugaverdan dyst, har bæði liðini
eru í nýggjum hami. HB hevur
nýggjan venjara í íslendska Heimir
Guðjónsson. Hópurin er nakað
broyttur, eftir at spælarar sum Ári
Mohr Jónsson (Sandnes) og Jóhan
Troest Davidsen (NSÍ) eru farnir,
meðan Dan í Soylu (EB/Streymur),
Brynjar Hlöðversson (Leiknir) og
John Frederiksen (07 Vestur) eru
millum teirra, sum eru komnir til.
Sum sæst í liðtíðindunum,
so eru bæði Bartal Wardum og
Brynjar Hlöðversson ivasamir
til dystin sunnudagin. Uttan teir
báðar hevur HB ongan royndan
miðverja í hópinum.
-Vit hava eina ætlan í verjuni,
men vit vóna at teir eru við. Tað er
altíð gott at fáa eina góða byrjan,
men vit fara at taka ein dyst á
gangin. Vit hava sjálvandi fyri
reikað okkum upp á hvat vit halda
at teir ætla, og vit vita at KÍ er eitt
sterkt lið, sigur Rasmus Nolsøe,
hjálparvenjari hjá HB.
Í Klaksvík eru Ísak Simonsen
og Ólavur Niclasen skaddir,
meðan Marko Dusak og Hákun
Edmundsson hava smærri snuddir.
- Eg veit ikki um tú kanst kalla
tað ein stórdystur í fyrsta umfar,
men tað er tað í mínum hugaheimi.
Tað er eitt sindur serligt, at tað er
longu í fyrsta umfari, tí tú veit
ikki ordiliga hvar tú hevur øll
liðini, men vit eru væl brýndir til
kappingarbyrjan. Tað verður ein
bardagi, sum vit skulu vinna, sigur
Hjalgrím Elttør og leggur afturat:
-Tað verður ein buldraslig
byrjan, tí fimm av okkara fyrstu
seks dystum eru á útivølli. Tað
vísur seg, at tú kanst koma langt
við eini góðari byrjan, sigur royndi
KÍ-spælarin.
Bæði liðini hava verið fyri
nógvum broytingum, so lættast
er bara at tippa javnleik.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
Argjamenn standa á berum
AB-07 VESTUR: BJARKI DANIELSEN
Sunnudagin klokkan 15.00
Argjamenn hava sent Ivan
Knezevic heim og nú eru bara
smávegis tilgongd í hópinum.
Áleyparin úr Montenegro skuldi
annars verða spælarin, ið skuldi
lyfta liðið, eftir uppflytingina úr
1.deild. Fyri uttan Árna G. Olsen,
Tóka á Lofti og Absalon Eliasen,
so er talan bara um spælarar, sum
vóru við AB í fjør.
-Vit hava sett okkum fyri, at
vit skulu brúka okkara egnu
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
EB/STREYMUR