hósdagur 8. mars 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 29
25
Sosialurin tipping:
Ikki við: Ísak Simonsen (fóturin,
2-4 vikur), Ólavur Niclasen
(skurðviðgjørdur, 2-4 vikur)
Ivasamir: Marko Dusak, Hákun
Edmundsson (knæið)
Ikki við: (Ivan Knezevic, sáttmálin
uppsagdur)
Allir mans tøkir
Jákup Johansen
(langtíðarskaddur), Jan I. Hansen
(langtíðarskaddur)
Allir mans tøkir
spælarar. Nú er Ivan Knezevic
farin av landinum, so nú er tað
bara teir spælararnir, sum eru
her. Her eru ikki nógvir pengar
og vit hava heldur ikki ráð fara at
leita uttanlands eftir spælarum
nú. Tað er einki trýst á okkum nú,
sigur Sorin Anghel, sum er nýggjur
venjari hjá argjamonnum.
AB skal sunnudagin spæla móti
07 Vestur, sum somuleiðis stríðist
við at bíta seg fastan í bestu deild
in. Liðið hevur fingið tveir út
lendskar spælarar til felagið fyri
kortum, men hvørki Kyrylo Silich
ella Nikola Krcmarevic eru tøkir til
1. umfar, tí loyvini eru ikki komin
upp á pláss enn.
Á einum styrkiskala hevur 07
Vestur munin, men argjamenn
eru á heimavølli og eru væl saman
spældir. Helst leggja bæði liðini
nógv fyri í verjupartinum.
SOSIALURIN TIPPAR: 0-0
Nú er NSÍ favorittur
TB/FCS/ROYN-NSÍ: EILER
RASMUSSEN
Sunnudagin klokkan 15.00
Bæði
ÍtróttarSosialurin
og
Norðlýsið hava NSÍ sum FM
favoritt. Sámal Erik Hentze er
nýggjur venjari, meðan Tórður
Thomsen (B36), Jóhan Troest
Davidsen (HB), Fróði Benjaminsen
(Víkingur) og Øssur Dalbúð (HB)
eru komnir til.
Sunnudagin skulu runavíkingar
spæla móti TB/FCS/Royn við Stórá.
Felagsliðið hevur nýggjan venjara
í Glenn Ståhl, meðan rímiliga stór
útskifting hevur verið í hópinum.
Tað er ilt at meta um strykina á
útlendsku spælarunum, fyrr enn
vit hava sæð teir í dysti. Svenski
venjarin sigur við Fótbóltsblaðið
hjá Miðlahúsinum, at hann ætlar
at liðið skal verða betri til at stýra
spælinum við bóltinum. Fara
suðuroyingar fram á vøllin við
bóltinum, so verða teir fangaðir í
Bagga-felluni.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
Nýggja spælskipan
á báðum síðum
VÍKINGUR-SKÁLA: DAGFINN FORNÁ
Sunnudagin klokkan 15.00
Í Sarpugerði verða tað tvey
lið við nýggjum venjarum, ið
møtast. Felags fyri
venjaraskiftini er, at
talan er um nýggjar venjarar, sum
væntandi fara at spæla nakað
øðrvísi. Maurice Ross er nýggjur
venjari í Víkingi og hevur vist, at
hann ætlar at spæla øðrvísi enn
seinstu tvey meistaraliðini í Gøtu
og Leirvík. Liðið spælir nú 3-4-3 og
størri dentur skal leggjast á at hava
bóltin.
Á Skála hevur eisini stórur
dentur verið lagdur á verjuspælið,
men við Eyðuni Klakstein sum
venjara, er lagt upp til meiri álops
kendan fótbólt. Hvørfall um vit
taka útgangsstøði í tíðini í B36, har
hann vann meistaraheitið í 2015.
Bæði liðini hava havt rímiliga
stóra útskifting, men hóast Vík
ingur hevur minst fleiri enn teir
hava fingið, so er Víkingur favoritt
ur.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
Spæla aftur á Eiði
EB/STREYMUR-B36: RÚNI GAARDBO
Sunnudagin klokkan 15
Sundalagsmenn spæla aftur á Eiði,
eftir eini tíggju ár við heimavølli
við Margáir. Fyrsti
dysturin verður móti B36.
EB/Streymur argaði havnarliðini
í fjør, men úrtøkan móti B36 var
soltin – bara eitt stig. B36 vann
tveir av dystunum við einum
máli, har tað eina var langt inni í
yvirtíðini.
EB/Streymur hevur havt nakað
at frágongd, men Hans Pauli
Samuelsen aftur har tað byrjaði.
Marni Djurhuus er í gongd aftur,
meðan Arnbjørn Hansen roynir
enn, hóast skaðar drilla.
Í B36 skulu tey 16 málini hjá
Patriki Johannesen finnast í
nýggju samansetingini, har estiski
Kaimar Saag er komin til.
Hópurin hjá B36 er nakað
tunnur, um skaðar og leikbann
fara at gera um seg, men so leingi
allir mans eru tøkir, so er B36 ein
FM-biðil.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
KÍ
AB
SKÁLA
TB/FCS/ROYN
07 VESTUR
Ikki við: Martin Tausen (skaði),
Tór-Ingar Akselsen (Skaði), Kyrylo
Silich (Vantar loyvir), Nikola
Krcmarevic (Vantar loyvir)
Í Fótbóltsblaðnum hjá
Miðlahúsinum, sum kom
á gøturnar saman við
Sosialinum mikudagin í
hesi vikuni, er tippingin
hjá ítróttartoyminum
á Sosialinum. Allir
ítróttarskrivarnir hava
gjørt sína meting, sum
síðani verður gjørd til
eina miðal meting.
Her hevur ein lítil villa
íkomin, tí bæði EB/
Streymur og AB eru
tippaði sum nummar
10. Rætta tippingin er,
at EB/Streymur blívur
nummar seks. Her er
tippingin:
ÍTRÓTTARSOSIALURIN:
1.
NSÍ
2.
B36
3.
KÍ
4.
Víkingur
5.
HB
6.
EB/Streymur
7.
Skála
8.
07 Vestur
9.
TB/FCS/Royn
10.
AB
SUNNUDAGIN:
TB/FCS/Royn – NSÍ (15.00)
HB – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur – Skála (15.00)
Beinleiðis á Rás2
EB/Streymur – B36 (15.00)
AB – 07 Vestur (15.00)
Betri deildin menn: