hósdagur 8. mars 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018
SOSIALURIN 29
26
SKANSI HEVÐI
TRIVALIGT AVLOP
Skansi Offshore hevði 68 milliónir í avlopi í 2017, sum gekk betur enn væntað
EYÐUN KLAKSTEIN
R
akstrarútreiðslurnar
lækkaðu, og inntøkurnar
gjørdust betri, enn
roknað varð við.
Tað hevði við sær, at samtakið
Skansi Offshore í fjør hevði avlop
á 68 milliónir krónur áðrenn
minnilutapartar.
Úrslitið er ávirkað av niður- og
avskrivingum av skipsvirðum á 211
mió. kr. og fíggjarligum inntøkum
á 252 mió. kr. Eginpeningur við
árslok í 2017 var 53 mió.kr. Fíggj
arstøðan hjá samtakinum javnvig
aði við 807 mió.kr.
– 2017 gekk nakað betri enn
væntað. Orsøkin er, at samstundis
sum rakstrarkostnaðurin er lækk
aður, hilnaðist summarið betri
enn væntað við góðum dagratum
hjá skipunum, sum vóru á spott
marknaðinum, sigur Skansi Off
shore.
Eisini tryggjaði Skansi ein
týdningarmiklan 5 ára sáttmála
við Statoil fyri “Sjoborg”. Sátt
málaskeiðið byrjaði í oktober
2017. Í samband við sáttmálan
skal “Sjoborg” hava sett í eina
serliga battarí skipan á 1500 kW.
Skipanin kemur at minka um út
látini frá skipinum, og minka um
oljunýtsluna.
Øll 5 skipini hjá felagnum hava
verið í vinnu. Arbeiðið hevur verið
í Írlandi, vestan fyri Hetland, Dan
mark og Norra.
“Sjoborg” hevur 5 ára sáttmála
við Statoil.
“Kongsborg” byrjar ein nýggjan
sáttmála við Wellesley í juni 2018.
Sáttmálin er fyri 3 leitibrunnar hjá
Wellesley við møguleika at leingja
við 4 brunnum. Mett verður, at
sáttmála skeiðið varar til várið
2019.
“Saeborg” hevur sáttmála við
Aker BP og Torsborg hevur sátt
mála við Shell.
“Eldborg” er á spottmarknað
inum.
Trupult ár
Skansi Offhsore sigur, at 2017 var
aftur eitt torført ár fyri reiðarar
av frálandaskipum. Árið var merkt
av fíggjarligum endurskipanum
og fleiri samanleggingum millum
reiðarar. Eisini vóru fleiri sam
anleggingar og uppkeyp millum
oljufeløg.
Fleiri tekin eru um, at tað
gongur móti frægari tíðum inn
an frálandavinnuna. Oljuprísur
in hevur vunnið nógv aftur, og
Brent oljan fór uppum 70 USD
í januar 2018. Flestu oljufeløg
vinna pening aftur, og bjart
skygnið um oljuprísin hevur
givið oljufeløgunum áhuga í at
seta í gongd leiting og útbygging
av feltum. Íløgurnar hjá oljufeløg
unum í Norðsjónum og eisini í øðr
um marknaðum økist. Av tí sama
hækkar eftirspurningurin eftir
veitingarskipum.
– Hóast jalig tekin verður ikki
roknað við, at marknaðurin kemur
í javnvág fyrr enn í fyrsta lagi 2019.
Orsøkin er, at tað framvegis er
alt ov stórt útboð av skipum, og
kemur hetta at halda dagratunum
á einum lágum støði, sigur Skansi
Offshore.
Hjá Skansi Offshore samtakin
um starvast í dag 130 starvsfólk,
harav 120 sjófólk, allir føroyingar.