Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Grein: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Tað er við at vera vaktar­ skifti, tá ið Jonna Han­sen, deild­ar­leiðari á narkosu­ deild­ini á Lands­sjúkra­ húsi­num, vísir mær inn á skurð­gong­ina. Narkosu­sjúk­ ra­røkt­ar­frøð­ingar í grøn­um hettum og klæðum heilsa skemt­andi, meðan tær vanar hand­fara tól, ið skulu gerast klár til komandi vakt. Her er gott lag. Tá ið fimm narkosu­ sjúkra­r­øktarfrøðingar møta á dagvakt, halda tvær teirra fram í tilkallivakt, har eisini ein narkosulækni hevur vakt til bráðfeingis virksemi. Hetta er eitt arbeiðspláss, ið ongan­tíð svevur. - Vit eru altíð á vakt og taka ímóti sjúklingum alt sam­døgrið, greiðir hon frá. Jonna Hansen býr í Vestmanna, har hon eisini er uppvaksin. Systir hennara tók útbúgving sum narkosusjúkra­røktar­ frøð­ingur í 1974 eftir teirri gomlu skipanini, og tað var tí ikki heilt av tilvild, at Jonna Hansen valdi at gerast narkosusjúkra­røktar­ frøðingur, tá ið hon valdi sær yrkis­leið. - Eg hugsi, at man velur at gerast sjúkra­røktar­frøð­ ingur, tí man vil gera okkurt gott fyri onnur. Men man spesialiserar seg, tí tað er gott fyri ein sjálvan, hugleiðir Jonna Hansen. Hon lærdi til sjúkrarøktarfrøðing í Havn og var liðug í 1980. Hon og Annfríð Winther fylgdust allan vegin gjøgnum útbúgv­ ing­ina. Og fyrsta arbeiðið hjá báðum var á A3, har tær eisini høvdu verið í praktikk, meðan tær lósu. - Tað var eitt fantastiskt stað, og eg havi enn samband við onkran, eg arbeiddi saman við tá, sigur Jonna Han­sen. Tá tær høvdu arbeitt har í tvey ár, fóru báðar til Kolding at læra til narkosusjúkra­ røktarfrøðing. Sjúkrahúsið í Kolding var nýtt, og har var øll hugsandi útgerð. - Vit skuldu til samrøðu áðrenn upptøkuna, tí vit komu frá Føroyum. Eg haldi ikki, at danskarar rættiliga vistu, hvussu støðið á út­ búgv­ingini í Føroyum var, sigur Jonna Hansen, ið minnist Kolding sum stak gott útbúgvingarstað. Long leið til ynskistarvið Hon vildi heimaftur, tá ið hon var liðug sum narkosusjúkra­ røktarfrøðingur. Tá var bara onki arbeiði til hana á Land­ sjúkra­húsinum. Deildin var bara normerað til teir fimm narkosusjúkrarøktarfrøðing arnar, ið arbeiddu har, og tær vóru allar í bestu árum. Jonna Hansen fór tí á læraraskúla. Eitt hálvt ár áðrenn hon var liðug, vendi Turid Holm Jacob­sen, deildar­sjúkra­røktar­frøð­ ingur á narkosudeildini tá sær til hana og spurdi, um hon var sinnað at taka eitt farloyvisstarv í eitt hálvt ár. Tað vildi hon fegin, men hon treytaði sær tó, at hon slapp at gera seg lidnan sum lærari fyrst og fara eitt hálvt ár til Onglands, sum longu var lagt til rættis. Síðst í 80-unum gjørdi danska heilsustýrið av, at av trygdarávum skuldu altíð vera tveir narkosusjúkra­ røktar­frøðingar á vakt, um­ framt ein narkosulækni. Óli Mikkel­sen og Høgni Djur­ huus vóru einastu narkosu­ lækn­ar í Føroyum tá. Áðrenn nýggju krøvini frá heilsustýrinum var tað van­ligt, at narkosusjúkra­ røktar­frøðingarnir vóru einsa­mallir um at doyva sjúklingar­nar. Tað var tó gjørt í tøttum samstarvi við skurð­læknarnar. Broytingin, sum fram­ vegis er galdandi, hevði við sær, at tveir sjúkra­røktar­ frøð­ingar skuldu setast aftur­at. Tá farloyvisstarvið var liðugt í 1989, hevði ein sagt seg úr starvið, og Jonna Han­sen fekk boðið fast starv, ið skuldi blíva lívsstarv hennara. Leiðsla aðrar avbjóðingar við sær Arbeiðið sum narkosusjúkra­ røktarfrøðingur er fjøltáttað. Narkosusjúkra­røktar­ frøð­ingar doyva sjúklingar í øll­um aldursbólkum og til allar skurðviðgerðir. - Vit eru við, tá ið sjúk­ lingar skulu flytast á onnur sjúkra­hús, tað er oftast til Dan­markar ella Íslands. Tá ið traumasjúklingar koma inn, t.v.s. tá ið óhapp og hendingar hava verið og sjúklingar verða fluttur á Landssjúkrahúsið, standa vit eisini fremst. Tá ið fólk fáa hjartasteðg, keisara­ skurð, ja til allar bráðfengis hend­ingar ið eru, tá eru vit har og taka ímóti. Tí hava vit sam­døgursvakt alt árið, sigur Jonna Hansen. Narkosan er fastur part­ur av tilbúgving og neyð­flutn­ ingi, og tí kunnu tey eisini verða send út, tá ið okkurt er áfatt. Jonna Hansen arbeiddi sum vanligur narkosusjúkra­ røktar­frøðingur, inntil hon í 2010 gjørdist varaleiðari fyri Onnu Mariu Sørensen. Tá Óluva Lómstein, sum var leiðari á deildini, fór frá fyri ald­ur í 2012, søkti Jonna Han­ sen starvið, og seinastu fimm ár­ini hevur hon verið leiðari hjá narkosusjúkra­røktar­ frøð­ing­unum. Virksemið á deildini er støðugt økt gjøgnum árini. Í 90-unum vóru tær níggju, men síðan 2015 hevur deildin verið normerað til 10,5 fólk. Tað er tó ongantíð eydnast at fáa øll størvini sett, tí tørvur er á narkosusjúkra­ røktar­frøðingum í Før­oy­ um. Hetta er ein trupul­leiki, tí miðalaldurin á narkosu­ sjúkra­røktar­frøðingunum á Lands­sjúkrahúsinum er 53 ár, og onkur er farin um pensjónsaldur. Jonna Hansen trívist eins væl í leiðarastarvinum, sum hon frammanundan treivst sum narkosusjúkra­ røktar­frøðingur. Men leiðsla hevur aðrar avbjóðingar við sær. Tað er t.d. at leggja arbeiðslistan, so sjúkra­røkt­ ar­frøðingarnir hava so góðar arbeiðstíðir sum gjørligt, tí tær eru ov fáar og nógv er at gera. - Tað verður so vítt gjørligt gjørt, so tað passar til ta einstøku, men vaktir­ nar skulu dekkast. Skipan­ in er umframt dag­ligu arbeiðs­tíðirnar ein vaktar­ skipan, so onkur altíð er á vakt til bráðfeingis virk­ semi. Tað er eisini týdn­ ing­ar­mikið, at pláss er fyri menn­ing, bæði tí tað er eitt krav, at vit eru fakliga dag­ førd, og fyri trivnaðin, sigur deildarleiðarin á Narkosu­ deildini. Menning av fólki og faki Av tí at Føroyar eru so avskornar, er tað ein heilt náttúr­ligur partur at treingja til at síggja onnur støð, royna okkurt annað, og síggja, hvussu onnur arbeiða. Tað skal takast positivt, heldur Jonna Hansen, tí tað bæði er fakliga og persónliga menn­andi, og tær hava nógv at geva av, tá ið tær koma aftur. Og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur, serliga úr Noregi. Eisini fara nógvar aðrastaðir at arbeiða í frítíðini, og onkur er eisini, ið søkir sær farloyvi - Vit kunnu ikki siga nei, um fólk søkja sær farloyvi, tí uppá stutt sikt sleppa tær burtur frá eina tíð, sum avgjørt kann vera gagnligt, og uppá longri sikt varðveita vit væl nøgd starvsfólk. Tí síggi eg positivt uppá tað, sigur Jonna Hansen. Tá onkur av teimum føstu fer avstað, kemur ein av­ loysari ístaðin, og eisini tað held­ur hon vera gagnligt: - Tær koma við onkrum nýggjum. At skifta millum ymisk støð brýtur vanar, og tú heldur teg fakliga frammi í skónum. At verða fak­liga væl fyri er ein treyt, tá tú ert narkosusjúkra­røktar­frøð­ ingur, tí tað skal ikki henda, at vit ikki ansa væl eftir, ella at vit taka skeivar avgerðir, leggur hon afturat. Í 10-12 ár høvdu Jonna og Høgni Djurhuus, narkosu­ yvir­lækni, fleiri ferðir um árið skipaða undirvísing í hjarta- og lungnabjarging fyri starvsfólki á Lands­ sjúkra­húsinum. Millum annað varð stórur dentur lagdur á, at fólk fingu teoretiska vitan, umframt at tey sluppu at royna seg í praktiskari hjarta- og lungna­bjarging. Seinnu árini varð undir­ vísingin víðkað frá grund­ undir­vísing í hjarta- og lungna­bjarging, til eisini at umfata nýtslu av hjarta­ startara. Men tíðir broytast, og onnur taka við, og sein­ astu tvey árini er hjarta- og lungnabjargingin á Lands­ sjúkrahúsinum endurskipað. Nú eru aðrir fakbólkar eisini við í hjartastoppviðgerðini. Í dag eru tað sjúkra­røktar­ frøðingar frá anestesi­ deild­ini, intensivu deild og  starvs­fólk frá sjúkra­ flutnings­tænastu­ni, ið alt árið veita skip­aða undir­vís­ ing fyri starvs­fólk­unum á Lands­sjúkra­húsinum. Hetta er eitt sera gott tilboð til starvsfólkini, tí sjálv­andi eiga øll starvsfólk í heilsuverkinum og onnur við at duga hjarta- og lungna­ bjarging. Hetta er við til at bjarga mannalívum. Nýggjar spennandi tíðir Útbúgvingin til anestesi­ sjúkra­røktarfrøðing er drúgv og krevjandi, eins og fakið er í menning alla tíðina. Tíverri eru skeiðs­møgu­ leikarnir í Føroyum sera av­markaðir, og tí eru flestu við­komandi skeið bert at fáa fatur á uttanlands. - Vit royna at býta lítlu skeiðs­játtanina ímillum sjúkra­røktar­frøðingarnar á deild­ini, soleiðis at ein, onkun­tíð tveir, fara á skeið hvørt ár. Hetta er tó ikki nøktandi, tí tað hevði verið ynskiligt, at allir ane­s­te­ si­sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ ar sluppu á við­komandi skeið hvørt ár. Hetta er eitt krevjandi starv, har reglulig dagføring er alneyðug, og tí skuldi tað verið sjálvsagt, at vit sluppu á skeið, sigur leiðandi sjúkra­røktar­frøð­ ing­urin á narkosu­deildini. Í so máta kom tað væl við, at umboð fyri Norddannet fyri fýra árum síðan settu seg í samband við Jonnu Hansen og bjóðaðu narkosudeildini á Landssjúkrahúsinum við í felagsskapin. Nordannet er ein felags­ skapur, ið arbeiðir fyri at menna samstarvið á anestesi­sjúkrarøktarøkinum í Norðurlondum, og Jonna Hansen umboðar nú Lands­ sjúkrahúsið í felags­skapi­ num. - Samstarvið hevur verið menn­andi fyri okkum. Síðan samstarvið byrjaði, hava fimm norðurlendsk anestesilesandi verið her VIT SKULU HUGSA STÓRT OG DUGA NÓGV Sum deildarleiðari á narkosudeildini á Landssjúkrahúsinum upplivir Jonna Hansen tær avbjóðingar, ið standast av at vera lítil og avbyrgdur. Tað hevur við sær, at starvsfólkini fakliga mugu vera væl fyri, og at vitanin støðugt verður dagførd