Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 TÍÐINDI hjá okkum. Tað er menn­andi fyri okkum, tí tey lesandi koma higar við nýggjari vitan og nýggjum gransk­ ingarúrslitum. Tey eggja tí til eitt gott orðaskifti og harvið ein góðan fakligan dynamik her á deildini, sigur Jonna Hansen.  Gransking er nógv frammi í tíðini og gransking í ansestesi er neyðug. Tíverri er ikki møguligt at fremja ítøkiliga gransking á deild­ ini, tí tað krevur nógva orku, bæði peningaliga og menniskja­liga og tær hava ov lítið av báðum. - Vit hava sera dugna­ligar anestesi­sjúkra­røktar­frøð­ ingar, ið við lív og sál fremja sítt dagliga yrki, men av tí at vit eru ov fáir anestesi­ sjúkra­røktar­frøð­ingar, verður gransk­ing ikki sett ovast á breddan, sigur Jonna Han­sen. Ístaðin verður nógv tosað og lisið um fakið, og tað hevur orðaskifti við sær. - Seinastu árini hevur nógv verið arbeitt við trygd og dygd á Lands­sjúkra­ húsi­num. Hesum hevur Anestesideildin eisini verið ein partur av. Hetta arbeiðið hevur verið sera gott og mennandi, og tað hevur millum annað havt við sær, at eitt nú mannagongdir eru gjørdar, ið hava ment sjúkrarøktina enn meira, sigur Jonna Hansen. Stórar broytingar á deildini Arbeiðið við narkosu er nógv broytt hesi árini Jonna Han­ sen hevur arbeitt á skurð­ gongini. Tey eru mestsum farin frá at doyva við gassi, tí nú finnast onnur sløg av doyving. Í dag er ikki óvanligt, at sjúklingurin er vakin undir skurðviðgerð, og tað letur seg gera, tí doyv­ingin kann leggjast so­ leiðis, at ikki allur kropp­urin verður doyvdur. Meginparturin av tí doyving, ið verður givin í dag, er flótandi bæði at sova av og pínustillandi. Hon er lættari hjá narkosusjúkra­ røktarfrøðingunum at stýra, so sjúklingar fáa júst ta nøgd, teimum tørvar. Hetta hevur eisini við sær, at sjúklingurin í dag er betur fyri samanborið við fyrr, tá ið sjúklingar ofta lógu longri á sjúkrahúsi eftir viðgerð, júst tí tey skuldu koma fyri seg eftir doyving. Í dag er van­ligt at fara heim sama dag, sum skurðviðgerðin er framd. Eisini eru ráðleggingar av skurðviðgerðum broyttar soleiðis, at sjúklingurin kem­ur á sjúkrahúsið áðrenn skurð­viðgerðina, har hann tosar við læknan, ið skrivar journal, tekur blóðroyndir og annað, alt eftir hvørja skurð­ viðgerð honum tørvar. Tí eru innleggingar í dag munandi styttri. Tað verður eisini avtalað framman­und­an, hvussu sjúklingurin skal bera seg at, um hann tekur heilivág. Hava stóra ábyrgd Narkosusjúkrarrøktarfrøðin garnir hitta sjúklingin, tá ið hann kemur á skurðdeildina klárur til skurðviðgerðina. Í journalini stendur alt frá journalupptøkuni, og har eru svar uppá blóðroyndir og annað. - Sjúkrarøktin er bæði menniskjalig og teknisk. Sjúk­lingar í dag eru ikki so autoritets­trúgvir, sum teir vóru fyrr, og fólk hava sett seg inn í, hvørjir møguleikar eru. Eisini hava vit starvsfólk flutt okkum, og tað er gott, hugleiðir Jonna Hansen. Tí sjálvandi skal heilsu­ verkið fylgja sam­felags­ broyt­ingini. - Vit tosa við sjúklingin og tryggja at tað er rætti sjúklingur, ið fær røttu skurð­viðgerðina, og fyri at skapa tryggleika við støðuna. Um tað til dømis er eitt barn, ið skal skurðviðgerast, eru tað foreldur ella verji, ið svara fyri, at alt er í lagi, greiðir Jonna Hansen frá. Tað er eitt krav, at tann ið skal skurðviðgerast, ella tann sum varðar av, við egnum orðum sigur, hvat ið skal gerast. Er tað til dømis eitt bein ella annar likamslutur, ið vit hava tvey av, verður tað frámerkt við einum krossi, hvar skurðviðgerðin skal fremjast. Eisini skal tryggjast at sjúklingurin er fastandi. Tað er fyri at fyri­ byrgja, at nakað rennur upp í lunguni meðan sjúklingurin er doyvdur. - Undir skurðviðgerðini hava vit allatíðina eyguni á sjúklinginum, tí hann svevur, og vit eru har og ansa eftir honum. Og vit dokumentera tað, sum vit gera, so man sær alt, sum verður givið og gjørt. Fólk eru ymisk, og tað er eisini ymiskt, hvussu tey eru fyri, tá ið tey skulu skurðviðgerast, eins og orsøkirnar til, at tey verða skurðviðgjørd, eru ymiskar. Tað vita vit, og tað spyrja og tosað vit um alt eftir, hvussu støðan er. Tey flestu fara heim, tá ið tey eru liðugt viðgjørd, men tað eru eisini tey, ið koma aftur, tí støðan er meira álvars­lig. Tann stutta tíðin, vit hitta sjúklingin, hevur stóran týdning, sigur Jonna Han­ sen. Ein avbjóðing at fáa fólk Stóra avbjóðingin í dag er, at Landssjúkrahúsið bjóðar nógvar ymiskar viðgerðir út, men tað haltar at fáa fólk til upp­gávurnar. - Okkara starvsfólk eru ótrúliga dugnalig, fleksibul og fakliga sera væl fyri. Men deildin er ikki fullmannað. Tað hevur við sær, at sjúkra­ røktar­frøðingarnir mugu arbeiða yvir, og gera tær tað ov leingi, troyttast tær. Tað er ein avbjóðing, tí vit hava ikki altíð vikarar, greiðir Jonna Hansen frá. Hon hevur roynt at skapa samstarv við hini sjúkra­ hús­ini, so tey hjálpa, tá tey kunnu, og hon hevur kunnað leiðsluna um trupulleikan. Eisini hevur hon ført hagtøl yvir yvirtíðina fyri at vísa á trupulleikan – eins og at grundgeva fyri, at tað er ein fyrimunur, at vit fáa fleiri serútbúgvin starvsfólk innan narkosufakið. Tá ið hon lærdi til narkosu­sjúkrarøktarfrøðing, var tað ein spurningur um at hava prógv sum sjúkra- røktar­frøðingur og arbeiðs­ roynd­ir í ordan, so ein slapp inn at læra til narkosu, ið, enn sum áður, má takast uttan­lands - serliga á stór­ um sjúkrahúsum m.a. í Dan­ mark. Nú er tað ein peningaligur spurningur. Tað er ikki longur danski staturin, ið ber kost­naðin av at reka donsku sjúkra­húsini, men donsku regiónir­nar, og tær útbúgva bert fólk eftir egnum tørvi. Jonna Hansen hevur kannað hjá fleiri regiónum, um tey kunnu taka føroyskar sjúkra­røktarfrøðingar inn, og svarið er, at tað er ongin trupul­leiki, um tær sjálvar gjalda 2 ára longu spesiali­ ser­ingina. - Landssjúkrahúsið er eitt meginsjúkrahús og størv­ ini sum narkosusjúkra­ røktar­frøð­ingar eru lívs­ neyðug at seta. Hetta er eitt samfelagsmál og ikki eitt stovnsmál, og málið er nú beint í Heilsu- og Inn­lendis­ mála­ráðið, sum fer at taka tað upp, sigur Jonna Hansen. Hevði valt somu yrkisleið aftur Jonna Hansen hevur nógv ynskir fyri narkosu­sjúkra­ røktina frammeftir. - Fyrst og fremst er tað málið at fáa útbúgvið og sett fleiri narkosusjúkra­røktar­ frøð­ingar. Tað hevði eisini givið orku til at seta ymiskt í gongd, m.a. luttikið aktivt í gransking á økinum, sigur Jonna Hansen. Hon mælir til, at landið útbúgvir fleiri narkosu­ sjúkra­røktar­frøðingar, tí tað er alneyðugt. Eisini er tað skila­gott, at tær, ið útbúgva seg, nema sær starvsroyndir á stórum sjúkrahúsum, so tær fakliga verða breitt grund­aðar. - Vit eru smá, men skulu hugsa stórt og duga nógv. Tað skal eisini havast í huga, at vit eru avbyrgd og at vit kunnu ikki loysa allar trupul­leikar her, og tí mugu vita, hvat vit so skulu gera. Og smílið kemur fram, tá hon svarar, hvørja yrkisleið hon hevði valt, slapp hon at velja ummaftur: - Ja, ja, eg hevði valt at útbúgv­ið meg sum narkosu­ sjúkra­røktar­frøð­ingur aftur, svarar Jonna Hansen.