Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Ein bólkur av granskarum í USA og Ísrael hava gjørt eina forvitnis­liga kanning. Kanningin vísir nevni­ liga, at tá eitt fólk, sum líður av pínu, heldur í hondina á einum per­sóni, sum viðkomandi elsk­ar, samstillast ella syn­kron­i­ serast heila­bylgjurnar hjá per­sónunum báðum, og pín­ an verður minni. Og tað eru ikki bara heila­ bylgj­u­rnar, sum ávirkast, men eisini andadráttur og hjarta­sláttur. Egnar royndir Úrslitini av kanningini eru prentað í vísundaliga tíðar­ riti­num PNAS. Kanningin vísti eisini, at jú størri empati og troyst, ein persónur følir yvirfyri einum pínuraktum - jú, meira vilja heilabylgjurnar samstillast og pínan hareftir minka. Fyribrigdi gongur undir enska heitinum “inter­per­so­ nel synkronisering”, har fólk fysiologiskt - ella lívvirkisligt - “spegla” tey fólk, tey eru saman við. Pínugranskarin, Pavel Gold­stein, sum er fyrsti høvund­ur til nevndu grein í tíðar­ritinum PNAS, er eisini maður­in, sum eigur hug­ skotið til kanningina. Tað var, tá dóttir hansara varð fødd, at pínugranskarin legði til merkis, at tað lætti um pínuna hjá konu hansara, tá hann helt í hond hennara. Um kanningina Saman við starvsfeløgum á University of Haifa savnaði Pavel Goldstein 22 pør í aldri­ num 23 til 32 ár, og hetta vóru alt pør, sum høvdu verið sam­an í minsta lagi eitt ár. Fólkini í kanningini fingu elektrodur klistraðar á hársvørðin, og hesar elek­ trodur máldu teirra heila­ bylgju-aktivitet (EEG), og síðan skuldu tey gera ymiskt í nakrar minuttir. Eitt nú skuldu tey sita saman uttan at nerta við hvønn annan; tey skuldu sita saman og halda í hondina á hvørjum øðrum, og tey skuldu at enda eisini sita í hvør sínum rúmi. Tvær ferðir skuldu tey gjøgn­um hesa rundu, og aðru ferð varð kvinnan útsett fyri mildari hitapínu í arminum. Kanningin vísti, at bara tað at vera tætt at hvørjum øðrum - tó uttan nerting - skapti ein ávísan heilabylgju synkronitet í sonevnda alfa mu-økinum. Tá parið so haraftrat helt í hondina á hvørjum øðrum, meðan kvinnan hevði pínu, styrkt­ist synkroniseringin av heilabylgjum, og pínan lætti. Samanfall í kanningum Granskarar staðfestu, at fyri­ brigdið passar væl saman við úrs­litum frá øðrum kann­ing­ um. Hesar kanningar hava víst, at synkronisering av hjarta­rútmu og andadátti verður burtur, tá maðurin ikki heldur í hondini á unn­ ustu síni fyri at lætta um pínu. Enn hava granskarar ikki funnið út av, hvussu syn­ kron­iseringin ella sam­still­ ingin av heila­aktivi­tetinum við ein empatiskan part linn­ ar um pínu. Arbeiðsástøðið hjá granskar­um byggir á, at empat­iska nertingin kann fáa fólk at føla seg skilt, og at hetta aftur - sambært áður gjørdum kanningum - kann aktivera eina pínulinnandi mekanismu í heilanum. Um heilabylgjur  At heilin hevur elektriskar impuls­ir ella ávirkanir varð funnið fram til longu í 1875, men tað var ikki fyrr enn í byrjanini av 20. øld, at hesir impulsir vórðu knýttir at funk­tiónsevnunum og med­ vitinum hjá heilanum. Tað eru fimm ymiskir frek­vensir av heilabylgjum, og hesir kallast Alfa, Beta, Theta, Delta og Gamma - við hvør sínum frekvensøki. Hes­ir verða mátaðir í tí, sum verður rópt hertz (Hz) sum merk­ir sveiggj fyri hvørt sekund. Hvørt øki av heilabylgjum umboðar eitt ávíst støði av heilaaktiviteti og hvør sína tilvitanarstøðu. TAÐ LINNAR PÍNU AT GANGA HOND Í HOND At halda í hondina á einum, tú elskar, kann samstilla ella synkronisera heilabylgjur og lætta um pínu Tá par heldur í hondina á hvørjum øðrum, meðan kvinnan hevur pínu, styrktist synkroniseringin av heilabylgjum, og pínan lættir Betabylgjur: 14-40 Hz. Vanlig, vakin støða Alfabylgjur: 7,5-14 Hz. Hvílistøða, mentalt og sálarliga Thetabylgjur: 4-7.5 Hz. Lættur svøvnur / meditativ støða Deltabylgjur: 0-4 Hz. Djúpur, dreymaleysur svøvnur Gammabylgjur: 27-40+ Hz. Íðin fokusering Mu-bylgjur: 7-11 Hz. Eitt frávik frá alfabylgjum) Tað eru ikki bara heilabylgjur, sum ávirkast, men eisini andadráttur og hjartasláttur