Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 19 mars 2018 23 fél­ag Íslands fleyg millum Reykjavík- Vág­ar-Bergen-Keypmannahavn um­framt millum Vágar og Glasgow. Í tíð­ar­skeið­inum 4. apríl 1968 til 1. mars 1971 samstarvaðu SAS og Flugfélag Ís­lands um hesa farleið. Í mars 1964 byrjaði danska felagið Scan­fly í samstarvi við Skipafelagið Før­oya leiguflogferðslu og í juli 1964 byrj­aði eitt nýtt felag, P/F Faroe Air­ways, flogrutu millum Vágar og Keyp­manna­h­avn. Skipafelagið Før­ oy­ar átti hetta felagið saman við Scan­fly. Faroe Airways megnaði ikki kapp­ingina við Flugfélag Íslands og fleyg sín seinasta túr 28. september 1967. Tann 1. mars 1971 kom flogrutan mill­um Føroyar og Danmarkar burt­ ur­av á danskar hendur, tá Maersk Air vegna innanríkisfelagið Danair A/S einsa­malt fór at røkja rutuna millum Dan­mark og Føroyar. Royndir at fáa í lag samstarv Um várið í 1967 var Faroe Airways í trong­um fíggjarligum korum. Dánjal Nicl­asen og aðrir royndu at virka fyri, at føroyingar kundu taka lut í flog­ ferðsluni og tóku tí stig til at stovna P/F Flogsamband F.F. tann 31. mars 1967. Tað eydnaðist ikki at taka yvir og halda fram við rakstrinum hjá Far­oe Airways, men roynt varð at koma upp í flogferðsluna við sam­ráð­ing­ um við SAS og Flugfelag Ís­land. Landsstýrið stuðlaði hesum roynd­ um við samráðingum við danskar mynd­ug­leikar. Danir søgdu, at DDL hevði eink­ ar­rætt til rutuflogferðslu mill­um Danmark og Føroyar, men før­oy­ ing­ar góðtóku ikki hesa uppfatan av rættarstøðuni og vístu hesum aftur. Undir øllum umstøðum tykist hend­ an ósemjan um einkarrættin til flog­ ferðslu til og úr Føroyum vera høv­ uðs­mein­bogin ímóti, at føroyingar komu við upp í flogferðsluna. Eitt nú vóru samráðingar við SAS og Flug­felag Íslands í Tórshavn 3. og 4. februar 1970, har tingast var um upp­skot um samstarvssáttmála mill­um Flog­samband og SAS, sum skuldi hava við sær, at Flog­sam­ band kom uppí at røkja flog­ferðsl­ una millum Vágar, Bergen og Keyp­ manna­havn, sum SAS og Icelandair høvdu sam­starva um síðan 1968. Ætlanin var, at Flogsamband skuldi standa fyri 1/3 av rakstrinum av hes­um virksemi. SAS skuldi lata Flog­sam­band yvirtaka helvtina av sínum luti, sum var 2/3, meðan Ice­ land­air stóð fyri 1/3 soleiðis, at hvørt fel­agið stóð fyri 1/3. Eitt flogfar av Fokker F27 Friends­hip slagnum skuldi taka sær av ferð­sl­uni. SAS átti flogfarið, sum var leigað út til Icelandair og tí skrá­ sett í Ís­landi sum eitt flogfar í flota­ num hjá Icelandair. Eftir uppskotinum skuldi sátt­ málin í fyrstu syftu verða galdandi frá 1. apríl 1970 til 31. mars 1971, men skuldi kunna leingjast eftir nærri sam­ráð­ingar, ið skuldu byrja ikki seinni enn 1. oktober 1970. Einki kom burt­urúr. Umrødda Fokker F27 Friend­ship flogfar, fórst í syndarligu flog­van­ lukk­uni 26. september 1970 undir Knúki í Mykinesi. Samstarvið millum SAS og Icelandair endaði seinast í eingjum í 30 ár Flogfarið »Erla Kongsdóttir«, sum var fyrsta før­oyska flogfarið, kundi seta seg á bæði sjógvi og á landi. Hon kom í Vág­ar 15. desember 1949, men longu 18. des­ember brotnaði flogfarið, tá tað skuldi seta seg í vøllinum eftir at vera farið á flog av Vatninum, har sjógv­ur varð vaskaður av flog­far­i­num. Flogfarið fórst so illa, at tað kom ikki á flog aftur