Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 20 mars 2018 23 febr­uar í 1971. 26. august 1974 var fundur í Ferðslu­mál­a­ráð­num í Keypmanna­ havn. Ferðslumálaráðið hevði bjóð­ að um­boðum fyri landsstýrið, Flog­ sam­band F.F., Flogfelag Føroya og Dan­air til fundar um flogferðsluna mill­um Keypmannahavn og Vágar. Atli Dam, løgmaður og Anker Jørg­en­sen, forsetismálaráðharri høvdu framm­an­undan á­ fundi í apríl 1973 gjørt av, at haldast skuldi ein fund­ar­røð, sum skuldi kanna møgu­ leik­ar­nar fyri at stovna eitt danskt/ før­oyskt felag at røkja flogferðsluna til Før­oya við einkarrættinum hjá DDL ella á annan hátt millum SAS/ Dan­air og Flogsamband F.F. Á hesum fundi kom týðuliga fram, at tað vóru rættindini til at flúgva til og úr Føroyum (kon­sess­i­óns­spurn­ ingu­rin), sum framvegis skilti part­a­ rnar. Men hóast tað, samd­ust part­ arnir um at seta tveir arbeiðsbólkar mannaðar við trimum umboðum fyri á­vika­vist Føroyar og Danmark, sum skuldu kanna ávikavist inntøku-og út­reiðslu fortreytir og tekniskar-og op­e­r­a­tivar fortreytir (val av flogfari) fyri einum føroyskum/donskum sam­starvi um føroyaflúgvingina. Tá hetta kanningararbeiði byrjaði 8. febr­uar 1978 við fundi í Tórshavn, vóru partarnir samdir um at avmarka kann­ing­ina til inntøku- og útreiðslu­ for­treyt­irnar, tí Maersk Air 1. februar 1977 hevði valt at seta inn á rutuna nýggj Boeing 737-200 flogfør. Kanningararbeiðið fór tí fram í ein­ um arbeiðsbólki, sum frá føroyskari síðu var mannaður við Hanus við Høg­a­dalsá, Jógvan Sundsstein, Jo­ h­an Djurhuus, Hugo Fjørðoy og Tumm­as Arabo. Frá danskari síðu lut­tóku í arbeiðsbólkinum Birgit Willumsen, skrivstovustjóri í Ferðsl­u­mál­a­ráð­num, Frede Ahl­ green Eriksen, stjóri í SAS, Johan H. Paus, stjóri í Maersk Air og Poul Erik Han­sen, stjóri í Danair. Arbeiðsbólkurin hevði, umframt fund­in 8. februar í Tórshavn, eisini fundir í Keypmannahavn 4. apríl og 17. mai í Tórshavn. Í frágreiðing til landsstýrið, sum var dag­fest 4. august 1978, hevði ar­beiðs­bólkurin sett upp tøl fyri inn­ tøk­ur og útreiðslur, sum vístu hall av rakstr­i­num á 2, 2,8 og 4,8 mió. kr. alt eftir, um flogið varð ávikavist 5, 6 ella 7 ferðir um vikuna. Roknað var við, at fel­agið skuldi eiga eitt flogfar og leiga eyka flogfør, um tørvur var í tí. Rokn­að var við einum íløgutørvi á 15 – 30 mió. kr., um stovnast skuldi eitt felag, sum føroyingar og danir áttu við 50% hvør. Tað eydnaðist ikki Flogsamband at koma uppí føroyaflúgvingina. Tey, sum hava áhuga fyri teimum roynd­ um, sum føroyingar gjørdu í tíð­ar­ skei­ð­inum 1967 – 1971fyri at koma upp í før­oyaflúgvingina, kunnu lesa á­hugaverdu frásøguna hjá Jógvani Arge í bókini frá 2017, sum hevur heit­ið Journalistur og útvarpsmaður, Mín krýnika 3. Fyrireikingar byrja á vári 1985 13. juni 1985 lat ein arbeiðsbólkur und­ir Strandfaraskipum Landsins Lassa Klein, landsstýrismanni, eitt upp­rit viðvíkjandi flogferðslu, sum bygdi á eina gjøgnumgongd av skjala­goymslu landsstýrisins við­víkj­ andi málsøkinum flogferðsla. Jógvan Simonsen, sáli, sum var leið­ari av tyrludeildini hjá Strand­fara­ skipum Landsins, Finnbogi Niclasen, tá­ver­andi leiðari av flogvøllinum í Vág­um og Eyðfinnur Jacobsen, løg­ frøð­ingur, sum frammanundan hevði starv­ast hjá Statens luftfartsvæsen í 16 ár, høvdu skrivað uppritið. Uppritið vísir á, at serliga tvey evni hava verið frammi í málsviðgerðini hjá lands­stýrinum: At seta í gildi donsku flogferðslulógina í Føroyum við kong­a­ligari fyriskipan og rættin (kon­sess­ión) til regluliga flogferðslu í og til/úr Føroyum. Undanfarin landsstýri og stjórnin høvdu sam­skift regluliga um hesi evni árini frammanundan. Í upp­riti­ num stendur, at landsstýrið, sum sat beint framm­anundan, hevði boðað stjórn­ini frá, at Flogsamband hevði fingið heimild frá landsstýrinum til at sam­ráð­ast við konsessiónshavaran DDL (Det Danske Luftfartsselskab) Í mars 1964 byrjaði danska felagið Scan­fly í samstarvi við Skipafelagið Før­oya leiguflogferðslu og í juli 1964 byrj­aði eitt nýtt felag, P/F Faroe Air­ways, flogrutu millum Vágar og Keyp­ manna­h­avn. Skipafelagið Før­oy­ar átti hetta felagið saman við Scan­fly. Faroe Airways megnaði ikki kapp­ingina við Flugfélag Íslands og fleyg sín seinasta túr 28. september 1967 Eitt óhapp var á flogvøllinum í Vágum, tá flogfarið fór út av breytini Heri Morrtensen, stjóri, tekur ímóti á fyrsta túrinu í Vágum 28. mars 1988