hósdagur 24. mai 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
25. mai 2018
59
Eirikur Lindenskov
– Fyri framman síggja vit eina størri
talgilding fara fram. Vit fara at fáa ein
talgildan samleika og fáa eina størri
talgildin av samfelagnum yvirhøvur.
Tað sigur Fróði Magnussen, stjóri
í Formula og ein av teimum, sum júst
hava keypt meirilutan av felagnum.
Vit hava hitt Fróða Magnussen til
eitt prát um málini, sum nýggju eig
ararnir hava sett sær við fyritøkuni
Formula, sum varð stovnað í 1986
og tí hevur góð tríati ár á baki.
– Um vit hugsa um teldupartin,
um software, so fer talgildingin at
økja um framleidni – um produktivi
tetin í Føroyum.
Fróði Magnussen nevnir sum
dømi um talgilding alt tað, sum vit í
dag skulu útfylla við hond, og sum
fólk til dømis á almennum skrivstov
um aftur skúlu útfylla við hond.
– Møguleikin er at skráseta alt
hetta talgilt framyvir. So góðkennir
tú sum brúkari tað eisini talgilt við
talgilda samleikanum hjá tær.
– Tað er ein effektivisering av øll
um samfelagnum. Og júst tað síggja
vit sum stórar møguleikar – at økja
um framleidini í øllum samfelagnum
sum heild, sigur Fróði Magnussen.
Innan fyri privata partin nevnir
hann eisini effektiviseringina.
– Taka vit til dømis webshops,
sum fleiri virki hava fingið sær. Har
kunnu tey nýta Navision sum kjarna,
og so hevur tú eitt andlit úteftir, har
kundarnir koma inn at handla.
– Hjá nógvum av kundunum,
sum hava fingð sær slíkar skipanir,
har fer kanska millum 70 og 80 av
søluni tann vegin. So við sama tali
av starvsfólkum kanst tú veita eina
betri tænastu, skjótari tænastu og
meira tænastu. Aftur her eru vit við
til at økja produktivitetin, vísir Fróði
Magnussen á.
– Innan fyri ídnaðin síggja vit eis
ini stórar møguleikar. Har síggja vit
alsamt fleiri robottar, sum gera ar
beiðið. Teir verða eisini stýrdir við
teldum og telduforritum. Hesum
ætla vit okkum eisini at vera partur
av, sigur hann.
– Og so tað síðsta og ikki minsta
tað, sum vit kalla »internet of things«,
IOT, Tað er til dømis, at perur blíva
klókar. So hugsa fólk kanska, hvat
skal eg brúka tað til? Men tað skal
nokk fara at vísa seg.
Føroyar er meira og meira eitt
ídnaðardrivið samfelag. Taka vit eitt
nú alivinnuna, so hevur hon ótrúliga
stór virði, sum liggja úti á ymsu økj
unum. Eitt nú kunnu teir í Luna sita
í Miðvági og fóðra á Velbastað. Tað
er ikki neyðugt at koma á staðið fyri
at fóðra. Hetta verður útbygt meira
og meira, fleiri sensorar og fleiri ting
bygt inn í skipanirnar. So taka vit
tann reyða tráðin har, so er tað aftur
har, sum vit kundu hugsað okkum at
verið, at økja um framleidni í samfel
agnum soleiðis, at vit verða eitt ríkari
samfelag, sigur hann.
– Og eitt ríkari samfelag er alt
annað líka, um vit klára at býta tað
javnt, eitt betri stað fyri øll. Hesum
síggja vit stórar møguleikar í sigur
Fróði Magnussen.
Hann sigur, at tey á Formula
meta, at hetta er ein gongd, sum fer
at ganga skjótari og skjótari.
– Hetta halda vit so verða ein
part, har vit kunnu lyfta upp undir og
vísa møguleikar. Og í tann mun vit
halda, at hetta kann gagnnýtast aðr
astaðni, so ætla vit at selja tað uttan
fyri Føroyar eisini.
Fróði Magnussen vísir á, at Før
oyar hava sereyðkenni, sum hóska
væl, tá tú skalt menna slíkar skipanir.
– Vit hava lítlar fyritøkur og lítlar
fyrisitingar. Orkan er avmarkað. Tað
vil siga, at tú mást gera rasandi eff
ektivar skipanir. Onkrar skipanir, sum
vit hava ment, hava vit ikki ment, tí vit
eru dugnalig. Vit hava ment tær av
neyð, sigur Fróði Magnussen.
– Taka vit til dømis »Invoice Work
flow«, sum er ein skipan, vit hava
ment bæði til Føroyar og útheimin,
Hetta er ein skipan við talgildum
fakturum. Tá ein fakturi kemur inn á
eitt virki, so verður hann talgildur, og
so fer hann runt inni í Navision og
verður automatiskt góðtikin og skal
ikki hondberast runt. Hann verður
eisini automatiskt bókaður, sigur
hann
– Hesa skipanina mentu vit fyrstu
ferð til Tórshavnar kommunu, tí at
tær skipanir, sum vóru standard tá,
og sum tú kundi keypa frá útlandi
num, vóru rætt og slætt ov dýrar at
umsita.
– Tá vit so høvdu ment skipanina,
so sóu vit møguleikan, at hendan
kundi kanska nýtast uttan fyri land
oddarnar, sum eisini vísti seg. Vit
seldu einar 150 av teimum tá, greiðir
Fróði Magnussen frá.
Hann nevnir eisini aðrar skipanir,
sum tey hava ment. Ein teirra er
Reyði tráður
produktivite
– Onkrar skipanir, sum vit hava ment, hava vit ikki ment, tí vit eru dugnalig. Vit hava ment tær av neyð, sigur Fróði Magnussen, stjóri á Formula