hósdagur 24. mai 2018síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
25. mai 2018 59
webhandilsloysnin, sum er við til at
effektivisera hjá føroysku kundu
num.
– Men av tí at føroysku kundarnir
eru so lítlir, so verður tað so dýrt upp
á seg at hava tvær databasur. Tí hava
vit bara eina databasu, sum liggur í
Navision. Aftur har vera vit bíligari og
effektivari enn ein útlendsk skipan.
Tí meta vit, at við tíðini, so áttu vit
at ment hana tilmarknaðin uttan
fyri Føroyar eisini. Og aftur her vísir
Fróði Magnussen á reyða tráðin hjá
Formula, at tey skulu vera við til at
effektivisera og økja um framleidni í
Føroyum yvirhøvur.
– Og so at royna, um vit kunnu
selja hetta uttan fyri landoddarnar
eisini. Tað er líkasum tað, sum hug
skotið er, sigur hann.
Uttanlandsvirksemið hjá Formula
er í dag um 10 prosent virkseminum
hjá felagnum.
– Tað góða við tí er, at hesi tíggju
prosentini koma omaná! Tað kemur
afturat. So kunnu vit spyrja, um vit
høvdu tjent tey 10 prosentini, um vit
ikki vóru uttanlands. Helst ikki. Tað er
øgiliga gott afturat, tað gevur so sera
gott íkast, sigur Fróði Magnussen.
Tað snýr seg um at finna tey røttu
tingini burturúr í hesum avmarkaða
øki.
– Trupulleikin er ikki at menna
tað, men at selja tað. Fólk halda ofta,
at tá tú hevur ment okkurt, so er
sloppið. Men avbjóðingin er at selja
tað. Tað er jú akkurát øvugt. 20 pro
sent av innsatsinum er at menna tað,
80 prosent er at selja tað uttan fyri
landið. Har eru nøkur ting, man sær,
at tá tú hevur ment hetta í Føroyum
til føroyska marknaðin, so átti tað at
kunna latið seg gjørt at selt tað utt
anlands eisini, sigur hann.
Fróði Magnussen vísir á, at tey á
Formula í mong harrans ár hava selt
TotalView uttanlands. Tann skipanin
er ment í Føroyum til føroysk viður
skifti. eftir føroyskum leisti. Total
View er ein tíðarskrásetingarskipan,
sum skal økja um framleidni.
Fróði Magnussen sigur, at skip
anina hevur eitt staði ímillum
150.000 og 200.000 brúkarar utt
anlands, ið sum vera man er nógvir
ferðir tað talið av brúkarum, sum tey
hava í Føroyum.
Dømi um lond, har Totalview
skipanin verður brúkt eru Føroyar,
Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki,
Danmark, Finnland of onkur loysn í
Onglandi. Onkur er eisini í Týsklandi
og onkur eisini í USA – og so í meira
eksotiskum støðum, meira tí at onk
ur hevur eina deilt til dømis í Hong
Kong,
Fróði Magnussen sigur, at hug
urin at brúka slíka tíðarskráseting
hongur saman við kostnaðinum av
starvsfólki. Har sum kostnaðurin av
starvsfólki er høgur, har brúka tey
tíðarskrásteting til effektiviseringar.
Har sum kostnaðurin er lágur, har
tíma tey ikki at fáast við tað.
TAÐ ER EIN BREIÐUR
SKARI AV STARVSFÓLK
UM, SUM HAVA KEYPT
PARTAPENING Í P/F
FORMULA
Eirikur Lindenskov
Føroya Tele átti 78 prosent av part
apeninginum, meðan nøkur starvs
fólk áttu 22 prosent. Eitt av teimum
starvsfólkunum var stjórin, Fróði
Magnussen.
Tá Føroya Tele vildi selja, so
umhugsaðu Fróði Magnussen og
hinir minnilutaeigararnir, um teir
eisini skuldi selja sínar partar, ella
um teir skuldu taka seg saman við
øðrum og keypa partin frá Føroya
Tele.
Endin var, at 52 starvsfólk
meldaðu seg til at keypa.
– Vit hava keypt 43,9 prosent
av partapeninginum frá Føroya
Tele. Tá vit frammanundan áttu 22
prosent, so eiga vit nú tilsamans
umleið 66 prosent av felagnum,
greiðir Fróði Magnussen frá. Nøk
ur starvsfólk
Tilsamans eru tað 52 starvsfólk,
sum hava keypt.
Fróði Magnussen sigur, at hann
og nøkur onnur sum hava starvast
leingi í felagnum, áttu tey 22 pro
sentini áðrenn.
– Tey sum síðani eru komin í
starv hava ikki havt møguleikan
at keypt seg inn í felagið, greiðir
hann frá.
Treytirnar vóru, at øll parta
brøvini skuldu handlast í einum.
Tí keyptu stigtakararnir partin frá
Føroya Tele gjøgnum felagið P/F
Seiggi, og seldu so víðari til starvs
fólkini.
– Tað stóð øllum frítt, hvussu
nógv tey yngstu at keypa.
P/F Seiggi eigur umleið 40 pro
sent av felagnum.
Fróði Magnussen sigur, at tey
eisini hava hava keypt nakrar
gamlar eigarar úr felagnum. Tað
eru fólk, sum ikki starvast hjá fel
agnum longur, men sum áttu
partabrøv í felagnum.
Nú eigur Føroya Tele 34 pros
ent. Neyvan er tað tilvild, at Føroya
Tele júst eigur 34 prosent. Tí tað er
marki fyri, har tú kanst vera »blok
erandi miinniluti« soleiðis at skilja,
at eitt nú viðtøkur fyri felagið ikki
kunnu broytast, um meira enn ein
triðingur av felagnum er ímóti. Tað
merkir til dømis, at felagið ikki kann
flytast uttanlands, um meira enn
ein triðingur av felagnum er ímóti.
Formula byrjaði í húsunum
hjá Julionnu Klett í Bringsnagøtu í
Havn. Seinni varð flutt niðan í Fúta
lág í bygnignin hjá AMA og seinni
út í Stiðjagøtu fyrst í nítiárunum.
Fyri stuttum varð flutt í nýinnrætt
að høli í bygninginum hjá Posta á
Óðinshædd.
Fróði Magnussen hevur starv
ast í felagnu síðani 1996.
Føroya Tele gjørdist meiriluta
eigari í 2007. Tá fór fra eitt ætt
arliðsskifti og stjórin og stovnarin
Torkil Holm Petersen fór frá.
Fróði Magnussen hevur verið
stjóri síðani 2009.
Tað vóru Johnny Rørvig og For
mula Micro, sum stovnaðu For
mula í 1986. (Formula Micro ein
útlendsk fyritøka).
Petersen og Guttesen stovnaði
Torkil Holm Petersen fyri um 40 ár
um síðani. Formula og Petersen &
Guttesen fluttu í felags hølir í 1991,
og í 1992 fingu feløgini partvíst
felags eigarastruktur og blivu síð
an seinri løgd saman.
– Óli M. Hansen var stjóri eitt
skifti, síðan Hákun Steingrímsson
frá 2007 til 2009.
Fróði Magnussen sigur, at tað
at starvsfólkini hava keypt felagið
sum ikki broytir felagið.
– Men vit fáa uttan iva ein
hvassari profil. Tað vil so vera, tá
tey sum eiga fyritøkuna eisini reka
hana, sigur hann.
Tað starvast umleið 80 fólk hjá
P/F Formula. Nøkur fólk eru júst
sett í starv, og tey eru í ferð við at
seta fleiri. Starvsfólkatalið hevur
ikki verið hægri enn tað sama, sig
ur Fróði Magnussen.
Hann sigur, at tað vera ikki tær
stóru og bráu broytingarnar.
– KT vinnan hevur so mangan
verið merkt av fantastum, sum
hava viljað tikið stór stig, uttan at
tað hevur eydnast. Tað loysir seg
helst best at stíga varliga – ganga
við smáum fetu. Nógvar og smáar
javnar broytingar heldur enn stórar
kollveltingar, sigur Fróði Magnus
sen.
rin er at økja
etin
52 starvsfólk hava
keypt Formula
Fróði Magnussen hevur verið stjóri á Formula síðani 2009