hósdagur 24. mai 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
25. mai 2018
59
BÚSTAÐIR ERU TIL FYRI
AT UPPFYLLA POLITISKU
YNSKINI UM HVUSSU BÚ
STAÐARMARKNAÐURIN
SKAL SÍGGJA ÚT
Árni Gregersen
Almenna felagið Bústaðir, sum
byggir omaná gamla Húsaláns
grunnin, hevur til uppgávur at fylgja
tí bústaðarpolitikki, sum Løgting og
landsstýrið velja at fremja,
Bústaðir fór til verka í 2011 og í
dag hevur felagið 250 íbúðir og hús,
sum eru útleigað. Í kortunum liggur,
at áleið 100 íbúðir verða leigaðar út
afturat í ár.
Almenna felagið skal ikki vinna
pening, men leigan skal gjalda íløg
una aftur og tryggja, at nóg mikið er
til rakstur og viðlíkhald av ognum
felagsins.
– Út frá hesum eru vit sjálvandi í
einari aðrari støðu enn privatir íleggj
ar, sum byggja til útleigan. Privatu
íleggjararnir skulu hava eitt sindur av
vinningi av tí kapitali, sum teir binda
í ognirnar, sigur Andras Róin, sum er
stjóri og hevur verið stjóri, síðani fel
agið var sett á stovn.
Hann vísir tó á, at tað ikki er rætt,
sum hevur verið frammi, at Bústaðir
einsamalt sleppur undan at gjalda
MVG, tá ið talan er um at byggja
íbúðir til útleigan.
– Nei, har arbeiða vit á jøvnum
føti við privatu íleggjarnar, sum eisini
fáa MVG aftur, tá ið teir gera íløgur í
leigubústaðir.
Stóru tørvur
Tørvurin á íbúðum í Føroyum er
stórur. Ferð eftir ferð eru kanningar
gjørdar, sum vísa, at eftirspurningurin
eftir íbúðum og húsum, er ómetaliga
stórur.
Almenn tøl úr Tórshavnar komm
unu vísa, at komandi fýra árini eru
brúk fyri 600 nýggjum búsøðum í
høvuðsstaðnum.
Í løtuni er eisini ferð á byggingini
og stórar verkætlanir eru í gongd.
Seinasta nýggja er, at Betri-samtakið
nú boðar frá, at tey eisini fara undir at
byggja íbúðir.
Meðan Betri sigur, at talan verður
um at byggja íbúðir, sum verða bíligar
at leiga og ikki marglætisíbúðirt, so
hava Bústaðir valt eina aðr kós.
– Vit hava sett okkum fyri, at
vit ikki skulu gera tey mistøk, sum
eru gjørd aðrstaðni, so tað endar
við ghetto-bygging. Tað vil siga við
bygging, har sum bert fólk úr sama
sosialklassa búgva. Tað royna vit at
sleppa undan, sigur Andras Róin.
Hann vísir á, at hetta er gjørt
nógvastaðni í Danmark.
Nógvastaðni hevur hetta havt
stórar trupulleikar við sær og í hes
um árum er avgjørt at taka nógvar av
hesum íbúðarblokkunum niður fyri
at sleppa burtur úr getto-støðunum.
– Millum annað tí hava vit valt at
gera ymisk sløg av íbúðum, so vit
ikki enda við hesum trupuleikunum,
sigur Andras Róin.
Alment bústaðafelag
bústaðarpolitikkinu
Andras Róin er stjóri í Bústøðum