hósdagur 24. mai 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
15
25. mai 2018 59
– skulu hanga saman. 2018 er eitt
ár, har fleiri av verkætlanum verða
klárar at flyta inn í. Talan um verður
um 108 leigumál, sum kunnu
leggjast afturat teimum 250, sum
Bústaðir longu hevur og sum allar
eru útleigaðar.
Tann, sum leiðslan í Bústøðum
í løtuni vísir á, sum eina sera væl
eydnaða loysn, er umbyggingin av
gamla Kommunuskúlanum í Havn.
Skúlin hevur fingið navnið Fin
sen. Har eru 37 íbúðir og pláss fyri
umleið 60 fólkum at búleikast. Fin
sen er gjørt júst til endamálið og eru
í veruleikanum eitt slag av kollegi
um.
Fleiri aðrar verkætlanir verða
lidnar í ár og fara at geva rúmd fyri
rættuliga nógvum afturat
Bæði á Strondum og í Salttang
ará verður liðugt í ár. 16 íbúðir verða
gjørdar lidnar í Blikagøtu í Runavík
og á Strondum verða sjey íbúðir
klárar í Dávagerði.
Í øðrum ársfjóðringi í ár verður
klárt at flyta inn í 18 íbúðir við Karla
magnusarbreyt í Hoyvík.
Bústaðir arbeiðir ikki bert í høv
uðsstaðarøkinum, men í øllum
norðarapartinum í landinum. Eitt tað
mest markanta av nýbygging, sum
verður liðugt í ár, eru tær 30 íbúðir
nar, sum verða lidnar í miðbýnum í
Klaksvík.
Lidnar íbúðir
Tær flestu íbúðirnar, sum higartil eru
gjørdar, eru nýbygdar ella umbygdar
í Føroyum, men í Mattalág í Havn
eru Bústaðir í ferð við at fáa gjørt
38 eindir, sum meira ella minni eru
klárar at seta upp, tá ið tær koma til
landið.
Modulini koma til Føroyar í fyrru
helvt av árinum og eftir ætlan, so
skal vera klárt at flyta inn longu í ár.
Eisini ein onnur stór verkætlan
í Havn er farin í gongd. Saman við
Sinnisbata verða 38 íbúðir bygdar
á lendinum millum Berjabrekku og
Blómubrekku.
Hendan verkætan hevur fingið
heitið Berjabrekka 3.
Jóhan Mortensen, formaður í
nevndini fyri Bústaðir, vísir á, at
Tórshavnar kommuna hevur sagt, at
komandi fýra árini er tørvur á 600
bústøðum í Havn.
Eftir tí raðfesting, sum Bústaðir
hava gjørt, er ætlanin, at felagið í
hesum tíðarskeiði skal byggja 225
bústaðir í høvuðsstaðnum.
– Talan er um vanligar íbúðir,
íbúðir til fólk við serligum tørvi, íbúðir
til eldri og íbúðir til ung í útbúgving,
sigur Jóhan Mortensen, nevndarfor
maður.
Samstarv
Bústaðir er eitt alment felag, sum
skal arbeiða fyri, at bústaðarpolitikk
urin, sum politiska skipanin stingur
út í kortið, verður førdur út í lívið.
Hetta gerst bert í samstarvi við
onnur. Kommunurnar kring landið
eru sera áhugaðar at fáa Bústaðir at
byggja íbúðir í teirra økjum.
Fyri at finna eina javnvág fyri,
hvussu nógv kommunurnar lata til
bústaðir fyri at byggja, er gjørdur ein
frymil, sum verður brúktur í nógvum
førum.
Hetta gongur út uppá, at komm
unurnar gera grundøkini byggi
búgvin, men at Bústaðir so gjalda
100.000 krónur fyri hetta arbeiðið
fyri hvørja íbúð.
– Vit hava verið fyri atfinningum
fyri, at vit hava fingið grundøkir frá
kommununum “fyri lítið og lætt”.
Hetta er tí ikki rætt, sigur Jóhan
Mortensen.
Atfinningar
Bústaðir hava fingið ein stóran leik
lut á íbúðarmarknaðinum. Hetta
hevur sjálvandi við sær, at felagið
fær atfinningar móti sær.
Fyrst og fremst hongur hetta
saman við, at Bústaðir ikki hevur
vinning fyri eyga. Íløghurnar skulu
sjálvandi gjaldast aftur, men hetta
skal ikki gerast í skundi, men kann
strekkja seg yvir longri áramál enn
tá ið talan er um privatar íløgur.
Húsaleigan skal gjalda hetta aft
ur yvir millum 50 og 100 ár, men
hon skal eisini dekka rakstur, við
líkahalda og umsiting.
um fyri 100.000 krónur fyri hvørt
eiga út komandi árini
aðrar, so tá ið tær eru gjørdar, so fer
Bústaðir at hava tilsamans 1056
leiguíbúðir.
Hyggja vit eftir, hvat slag av íbúð
um talan er um, so eru 543 vanligar
íbúðir, 100 vardar, 232 lestraríbúðir
og 181 elddraíbúðir.
Andras Róin, stjóri í Bústøðum,
sigur, at Bústaðir hava sum mál at
gera byggingina soleiðis, at talan
kann vera um, at fleiri sløg av
íbúðum eru í sama øki.
– Hetta fer at gera, at vit sleppa
undan tí, sum vit hava sæð aðra
staðni, at vit fáa getto, har fólk av
sama slag klumpast saman. Vit
royna at gera hetta eitt sindur meira
fjølbroytt og royna at bróta úr nýggj
um, leggur hann afturat.
vur tilsamans 560 íbúðir. 496 aðrar eru í umbúnað, so tá ið tær eru gjørdar, so fer Bústaðir at hava tilsamans 1056 leiguíbúðir
Mynd: Álvur Haraldsen