hósdagur 24. mai 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
25. mai 2018
59
NÝGGI STJÓRIN Í VÁGA
FLOGHAVN VIL EISINI
ØKJA TÆNASTUSTØÐIÐ
HJÁ VÁGA FLOGHAVN.
TAÐ SKAL VERA EITT
UPPLIVILSI HJÁ ØLLUM
AT VITJA Á FLOGVØLLINU
– EISINI HJÁ TEIMUM,
SUM KOM VIÐ ELLA EFTIR
FERÐAFÓLKI
Eirikur Lindenskov
– Málið er at ferðafólkatalið um flog
vøllin í Vágum skal vaksa.
Tað sigur Gudny Langgaard,
nýggjur stjóri í Vága Floghavn, tá vit
skifta orð við hana um nýggja starv
ið, sum hon hevur røkt síðani 1. mai.
– Men hvør skal flyta fólkini, At
lantsflog, SAS ella annað flogfelag,
tað má marknaður avgera, sigur
Gudny Langgaard.
Nýggi stjórin í Vága Floghavn
er 39 ára gomul. Hon er ættað úr
Leirvík, dóttir Mundu og Remi Lang
gaard í Leirvík. Hon hevur leiðslu
royndir sum stjóri í telefonfelagnum
Vodafone, sum nú eitur Hey. Fyri ta
tíð var hon marknaðarleiðari í Miðla
húsinum.
Umframt at økja um talið av ferð
afólkum, sum verða flutt um flogvøll
in, so heldur hon, at har er so nógv
annað, sum kann bøtast um við tæn
astum á flogvøllinum.
– Vit kundu havt eina øðrvísi
matstovu, har gestir eisini kundu
kent seg vælkomnar, tá tey vitja á
flogvøllinum, sigur hon.
Hon heldur, at viðurskiftini hjá
teimum, sum koma við fólki og at
heita fólk á flogvøllinum ikki eru
nøktandi. Har áttu at verið betri um
støður at sett seg niður og fingið ein
kaffimunn ella annað ábit, heldur
hon.
– Í dag vilja fólk bara sleppa út
aftur sum skjótast, tí har er ov trongt,
sigur Gudny Langgaard, sum kundi
hugsað sær at fingið hesi viðurskift
ini broytt.
Hon heldur, at upplivilsi hjá gest
um at koma á flogvøllin ikki er vorðið
betur við nýggja terminalinum í mun
til tað, sum tað var fyrr.
– Tá gjørdu fólk sær javnan ein
familjutúr úr tí at fara á flogvøllin, sig
ur hon.
Gudny Langgaard heldur eisini,
at tænastustøði og úrvalið í tollfría
handlinum og í matstøðunum skal
betrast, so upplivilsið sum heilt
verður betri, bæði fyri tey, sum skulu
flúgva og fyri tey, sum kom við og
eftir fólki á flogvøllinum.
Spurd um hon er farin undir at fáa
onnur flogfeløg at flúgva til Føroya,
sigur hon, at tað eisini er hennara
uppgáva.
– Undanmaður mín Jákup Sverri
Kass gjørdi eitt megnar arbeiði við
at fáa samband við onnur flogfeløg.
Tað er so eitt netverk og eitt sam
skifti, sum eg lofti og koyri víðari,
sigur hon.
Gudny Langgaard vísir á, at tað
sjálvandi er áhugavert at fáa flogveg
is samband við stórar metropolar,
sum eitt nú London ella New York.
– Ja til dømis at fáa eina flogleið
til London. Tað hevði sjálvandi verið
áhugavert. Men tað má vera í tráð
við vøksturin í ferðafólkatalinum og
áhuganum at flúgva. Tað ber ikki
til at gera eina rutu, um fíggjarligt
grundarlag ikki er at flúgva, sigur
hon, tí so verður ikki talan um eina
varandi loysn.
Gudny Langgaard vísir eisini á
vakstrarmøguleikar í leiguflogferð
um. Hon spyr, hví vit skulu avmarka
okkum til Spania, Gran Canari og
Mallorca?
– Vit síggja sum er ein vøkstur
í leiguflogferðum til Føroyar. Tað er
ymsa staðni frá, sigur hon.
– Men slíkar leiguferðir við út
lendingum til Føroya kunnu skapa
grundarlag fyri, at varandi flogleiðir
verða stovnaðar, sigur hon.
Hon vísir á, at føroyingar flúgva
eisini munandi meira, enn teir gjørdu
áður. Og at tað er so ómakaleysari,
tá tú kanst flúgva beinleiðis til ferða
málið úr Føroyum.
Spurd um tey á flogvøllinum
merkja tørvin á gistingum sum ein
trupulleika sigur hon, at tey sjálvandi
hoyra um tað, eins og øll onnur.
– Men tá vit eru á ráðstevnum
uttanlands, so merka vit, at vinnan
uttanlands spyr um gistingarmøgu
leikarnar og at tey eru varug við trup
ulleikarnar. Men hetta verður vón
andi broytt um eini 2-3 ár, sigur hon.
Gudny Langgaard sær eisini
nógvar møguleikar við at økja um
virksemi hjá tollfría handlinum.
– Handilin hevði í fjør eitt úrslit
upp á 11 milliónir krónur. Og tá er í
veruleikanum talan um ein lítlan
handil, sum hevur so nógv størri
møguleikar, sigur hon.
– Har eru stórir møguleikar at
økja um søluna, tí tað er so týðu
ligt, at nógv fólk heldur vilja keypa
í Føroyum enn í handlunum í eitt nú
Keypmannahavn. Tað er ómakaleys
ar, og tú sleppur frá at dragsa posar
nar allan vegin – og so royna vit at
vera kappingarfør bæði í prísum og
tænastu, sigur hon.
Gudny Langgaard vísir á, at tað
ber væl til at avgreiða handlin á net
inum – gjøgnum »pre-order« skip
anina, har tú kanst keypa og gjalda
vøruna á netinum. Síðani eru tað
starvsfólk hjá Vága Floghavn, sum
pakka vøruna og leggja hana klára,
so kundin kann heinta hana við ein
serligan disk í handlinum.
Í næstum fara tey at útbyggja
hesar møguleikar enn meira.
– Vit eru í ferð við at seta upp
skáp, har kundin sjálvur kann heinta
vøruna, hann hevur keypt. Tað verður
gjørt á tann hátt, at kundin avgreiðir
handilin á netinum, fær eitt nummar
og eina kotu til eitt skáp, so hann
sjálvur heintar vøruna.
Málið er, at tað skal vera so lætt
sum gjørligt hjá kundanum at fáa
vøruna, hann hevur keypt.
– Her er so trongt, og vit vilja
gera alt fyri, at kundin skal fáa eina
góða og lætta uppliving við at heinta
vøruna, sigur Gudny Langgaard.
Hon vísir á, at tey eisini hava eina
poengskipan soleiðis, at tann, sum
keypir nógv í handlinum, eisini fær
størri avsláttur.
Seinastu árini hava vit javnan
hoyrt um flogfeløg, sum hava áhuga
í at stovna rutur til Føroya. Men er
nakað nýtt flogfelag á veg hendan
vegin í løtuni?
– Nei, tað er tað ikki. Men vit fáa
javnan fyrispurningar, og tað er púra
vanligt at fáa taðs, sigur hon.
Men einki seriøst er á hasum øki
num beint nú, sigur hon, og tað er
heldur einki tekin um, at nakað er á
veg.
Eftir øllum at døma fer SAS at
halda fram. Felagið hevði eitt hálvt
ára royndartíð, og helt fram eftir tað.
Hóast tvey flogfeløg flugu á
Danmarkarrutuni í fjør, so minkaði
ferðafólkatalið
hjá
Atlantsflog
»bara« við tveimum prosentum.
Samlaða ferðafólkatalið vaks við 18
prosentum,
Tann sonevnda RNP skpanin
hevur eisin verið nógv umrødd í
seinastuni. RNP skipanin er ein skip
an, sum ger tað lættari hjá flogførum
at lenda á flogvøllinum, sum ein
navigatiónsskipan, og sum gevur
munandi betur reglusemi.
Tá Atlantsflog í 2007 fór undir
hesa íløguna, var eingin áhuga hjá
Vága Floghavn at vera við. Tað var
heldur ikki prógvað, hvussu góð ein
slík skipan var.
– Men Atlantsflog satsaði, og
tey satsaðu rætt, sigur Gudny Lang
gaard.
Tá Vága Floghavn nú vildi hava
hetta tilboðið til øll flogfeløg, sum
flúgva til flogvøllin, spurdu tey At
lantsflog, um tey kundu keypa skip
anina frá teimum. Men tað vildi At
lantsflog ikki. Tí fór Vága Floghavn
í samráðingar við ein veitara um
hetta. Áðrenn endalgi avtala varð
gjørd, vóru tey hjá Atlantsflog aftur
spurd, men tey vildu ikki selja, hóast
tey kundu fingið um tríggjar milliónir
fyri skipanina.
– Eg skilji væl Atlantsflog, sum
hevur sæð hatta sum eitt kapping
arparametur. Eg skiliji væl, at tey eru
frustrerað, sigur hon. Men eg skilji
eisini Vága Floghavn, at tey hava
viljað havt hesa skipannina. Um At
lantsflog og Vága Floghavn høvdu
samstarvið, so hevði Atlantsflog
fingið pengarnar í staðin fyri ein út
lendskan veitara.
Gudny og familja hennara, mað
ur og tvey børn, búgva í Leirvík. Men
hon er von við at koyra langt til ar
beiðis, tí seinastu mongu árini hevur
arbeiðsstaður hennara verið í Havn.
– Nei, tað er eingin trupulleiki at
koyra vestur í Vágar. Men eg havi tó
glett meg til nýggja Eysturoyartunn
ilin, men honum fái eg nú ikki gleiði
av at koyra ígjøgnum til arbeiðis, sig
ur hon við einum smíli.
Túrurin úr Leivík á flogvøllin er
heldur longri, enn túrurin til Havnar.
Og munandi longri, enn túrurin verð
ur millum Leirvík og Havnina gjøgn
um Eysturoyartunnilin. Tað tekur
umleið ein tíma at koyra millum Leir
vík og Flogvøllin, men tað sær nýggi
stjórin ikki sum ein trupulleika.
– Hetta er eitt øgiliga spennandi
starv, sum eg eri sera glað fyri, sigur
Gudny Langgaard.
Við Gudny Langgaard í stjóra
starvinum í Vága Floghavn, so er
enn ein kvinna í einum ferðavinnu
leiðarastarvi. Frammanundan hev
ur Vága Floghavn eina kvinnu sum
nevndarforkvinnu. Atlantsflog hevur
kvinnum sum stjóra, og Visti Faroe
Islands hevur eisini kvinnu í stjóra
starvi, eins og nógva kunningarstov
ur eisini hava tað.
– Eru hetta konufólkastørv?
– Tað veit eg ikki. Eg veit
ikki,
hvørji
størv
serliga
eru
konufókastørv. Havi hugsað um
hatta og havi fingið spurningin fyrr,
um kvinnur síggja hesi størvini sum
»bleyt størv«. ella um kvinnur eru
meira modernaðar í leiðslustørvum,
so tað passar betur í hetta umhvørv
ið. Eg veit tað ikki, sigur hon.
Gudny skal fáa fleiri
fólk at flúgva
Gudny Langgaard heldur, at starvi sum stjóri í Vága Floghavn er eitt sera spennandi starv