týsdagur 26. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. juni 2017 · Nr. 72
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIT GLOYMA MENNISK
VIT JAGSTRA KRABBA
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Tá
eitt
menniskja
fær
krabbamein, er tað lívsneyð
ugt at staðfesta, hvar í kropp
inum, sjúkan situr. Men vit
mugu eisini duga at finna og
taka hond um persónin við
sjúkuni.
Hvørt ár fáa áleið 225 før
oyingar staðfest krabbamein.
Sjúklingarnir fáa røttu viðg
erðina skjótast gjørligt – tað
syrgir heilsuverkið fyri. Men
sjúklingar sakna stuðul og
hjálp til at rúma tí nýggja
lívinum, nú alt knappliga
er vent upp og niður. Sum
sjúkrarøktarfrøðingur er tín
fremsta uppgáva at nøkta
tørvin
hjá
sjúklinginum.
Men hvussu nøktar tú ein
tørv, sum tú ikki kennir?
Soleðis ljóðaði spurning
urin, sum tær báðar, Birna
Mohr Joensen og Sonja
Nielsen, settu fyrr í ár, tá
endaliga uppgávan í útbúgv
ingini í heilsuvísindum stóð
fyri framman.
»Tað finst nógv gransking,
sum vísir, at tað, sum heilsu
starvsfólkini halda, at sjúkl
ingurin hevur tørv á, als
ikki samsvarar við tað, sum
sjúklingurin í veruleikanum
kennir tørv á. Í Føroyum
hava vit eingi tilboð um
tørvsmeting, sum staðfesta
menniskjansligu
tørvirnir
hjá teimum, sum hava fingið
krabbamein. Tí verður tað
ofta ógvuliga tilvildarligt,
hóast starvsfólkini bara hava
tað allarbesta í hyggju«, siga
tær, tá vit hitta tær á fyrstu
hædd á Landssjúkrahúsi
num.
Vit eru í nýggju hølunum,
sum eru gjørd fyri at vísa
almenninginum,
hvussu
nýggja sjúkrahúsið fer at
síggja út. Á nýggja hvíta
vegginum eru visiónirnar
fyri Føroya størsta sjúkrahús
skrivaðar. Hetta er ein stovn
ur, sum Birna Mohr og Sonja
Nielsen sjálvar hava tætt
tilknýti
til.
Birna
Mohr
Joensen, sum nú er leiðari
á hvíldarheiminum Naina,
hevur fleiri ár á baki í utt
anlandstænastuni á Lands
sjúkrahúsinum, meðan Sonja
Nielsen starvast sum deild
arleiðari á B6. Tær eru báðar
sjúkrarøktarfrøðingar,
og
hava nú førleikament seg til
master í heilsuvísind.
Stórbærar visiónir,
men vantandi tilboð
Sonja Nielsen peikar okkum
á veggin og greiðir frá, at hon
heldur, at orðini bera boð um
eina visiónera sjúkrahús
stjórn, sum ynskir at bjóða
sjúklingum
ta
allarbestu
viðgerðina. »Hetta eru stór
bærar hugsjónir, sum stjórn
in hevur fyri okkara sjúkra
hús«, sigur hon. »Vit hava
átrokandi tørv á at broyta
okkara hugburð mótvegis
viðgerð. Viðgerð snýr seg
nevnliga slett ikki bara um
at gera fólk frísk frá sínum
sjúkum«, staðfestir Sonja
Nielsen, sum fær eitt játtandi
nikk sendandi frá Birnu, sum
hon hevur lisið saman við
seinastu fýra árini.
»Mann vil viðgera, viðgera
og aftur viðgera í dag, men
teir menniskjansligu avleið
ingarnar av at vera sjúkur
verða forsømdar«, leggur
Birna Mohr Joensen aftrat.
»Tað kann hava stórar avleið
ingar við sær fyri tann sjúka,
og tað kann í síðsta enda
kosta samfelagnum dýrt. Tí
sjúklingar við álvarsamum
sjúkum kunnu hokna und
ir trýstinum og gerast óar
beiðsførir langt áðrenn teir
eru klárir til at fara av ar
beiðsmarknaðinum«, sigur
hon álvarsamt.
Ynskja eina broyting
Og tað er júst hesin trup
ulleikin, tær báðar viðgera
í masterritgerð síni, sum í
næstum verður givin út í Eu
ropean Journal of Oncology
Nursing. Í ritgerðini kanna
tær, hvørjar avbjóðingar eru,
tá tú gerst álvarsliga sjúk
ur av krabbameini og býrt í
einum lítlum fjarskotnum
oyggjasamfelag við fáum
serlæknum og avmarkaðum
tilboðum. Og júst staðseting
in og støddin á okkara landi
kann vera orsøkin til avbjóð
ingar. Eitt nú tí sjúklingar
við álvarsomum sjúkum í
nógvum førum verða sendir
uttanlands til viðgerðar –
ofta uttan at heilsuverkið
rindar fyri, at ein avvarðandi
kemur við.
»Vit eru jú eitt lítið land,
og tað sigur seg sjálvt, at
okkara heilsuverk ikki kann
vera eins búgvið sum onn
ur heilsuverk, sum hava
mundandi
størri
fíggjar
karmar«, sigur Sonja Nielsen.
»Og tað hevur altso avleið
ingar fyri sjúklingin, tá man
samanber við sjúklingar í eitt
nú Danmark«.
Hóast
starvsfólkini
í
heilsuverkinum hvønn dag
gera sítt allarbesta, og í nógv
um førum nógv meir enn tað,
so eru altso trupulleikar í
sjálvari skipanini, staðfesta
tær báðar, sum sjálvar hava
fleri áratíggju á baki í før
oyska heilsuverkinum. »Vit
hava sæð trupulleikarnar
við okkara egnu eygum, og
nú vilja vit gera okkara til
at betra um støðuna«, siga
tær og vísa á, at tað vantar
gransking á teimum økjum,
sum hava við teir menn
iskjansligu
avleiðingarnar
at gera, sum standast av at
vera sjúkur. At gransking er
fyrsta stigið, sum skal til fyri
at ávísa ein trupulleika, eru
tær báðar samdar um. Um
framt at ritgerðin verður giv
in út í einum altjóða tíðarriti,
hava tær lagt fram á gransk
ingardegi, og í næstum leggja
tær úrslitið fram á 30-ára há
tíðarhaldinum hjá Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar.
»Í Føroyum eru vit langt
aftanfyri, tá tað snýr seg um
at skilja, at fylgirnar av eitt
nú krabbameini eru ann
að enn bara kropsligar. Tað
eru nógvir sálarligir og sos
ialir trupulleikar knýttir at
sjúkuni«, sigur Sonja Nielsen,
áðrenn Birna Mohr Joensen
leggur aftrat, at mann sum
starvandi í heilsuverkinum
stundum kann kenna seg
ørkymlaða, tá sjúklingurin
ikki fær tað, honum tørvar.
»Sjúkligurin
kann
gerast
frískur
av
krabbameini,
men kann seinni gerast
invalid av tí trýstinum, sum
sjúklingurin
hevur
verið
undir«. Og tað er tað, vit
skulu duga betri at fyri
byrgja, staðfesta tær báðar.
Men hvussu
fyribyrgja vit tí?
»Tað snýr seg fyrst og fremst
um at broyta hugburð«,
svara tær. »Vit skulu fara
burtur frá at hugsa um eitt
nú krabbamein sum bert
eina kropsliga sjúku, tí tað
finnast prógv fyri, at menn
iskjansligu - altso sosialu og
sálarligu – árinini eisini eru
vandamikil og kunnu hava
svárar avleiðingar fyri tann
sjúka og harvið eisini alt
Vit skulu fara burtur
frá at hugsa um eitt
nú krabbamein sum bert
eina kropsliga sjúku, tí
tað finnast prógv fyri, at
menniskjansligu árinini
eisini eru vandamikil og
kunnu hava svárar av
leiðingar fyri tann sjúka
og harvið eisini alt sam
felagið
Fólk við krabbameini sakna stuðul og fáa ikki nøktandi kunning, vísir ein
nýggj kanning. Orsøkin er, at heilsuverkið forsømir tað menniskjansliga
aspektið, tá viðgerðin móti krabbameini fer í gongd. Loysnin kann vera eitt
simpult spurnarblað, sum staðfestir tørvin hjá tí einkulta, siga Birna Mohr
Joensen og Sonja Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava gjørt kanningina
SJÚKRARØKT
Sonja Nielsen er deild
arleiðari á B6 á Lands
sjúkrahúsinum
Birna Mohr Joensen er leiðari
á Hvíldarheiminum Naina
Um krabbamein í Føroyum:
– Hvørt ár eru 226 nýggir tilburðir
– Í 2017 vóru 459 sjúklingar við krabbameini sendir uttanlands
til viðgerðar
– Onkologar eru í Føroyum tveir dagar um vikuna sambært
avtalu við Ríkissjúkrahúsið
– Vit hava eitt onkologiskt ambulatorium, men har eru bert
medisinskir sjúklingar knýttir at.
– Heilsuverkið hevur onga ætlan fyri, hvussu man loftar
teimum menniskjanssligu avleiðingunum av krabbameini.
FAKTA: