týsdagur 26. juni 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. juni 2017 · Nr. 72
samfelagið, sum í síðsta enda
kann fáa stórar útreiðslur av
trupulleikanum. Tá talan er
um heilsuvísind, verður skilt
ímillum tað, vit á yrkismáli
kalla biomedisinska viðgerð,
sum alt hevur við tað krops
liga at gera, og so tað psyko
sosiala, sum hevur við tað
sálarliga at gera«. Tað er
hetta seinna hugtakið, sum
Sonja Nielsen og Birna Mohr
Joensen sakna eitt tilvit um
í føroyska heilsuverkinum.
Vit hava gingið eina rundu
á
Landssjúkrahúsinum
henda gráa og dimma sunnu
dagin í juni og eru nú endað
aftur á fyrstu hædd, har vit
byrjaðu. Tær báðar venda
aftur til orðini, sum standa
skrivað á vegginum í framsý
ningarhølunum fyri nýggja
sjúkrahúsinum, sum vænt
andi letur upp í 2020.
»Í veruleikanum er mann
tilvitaður um tað, sum vit
sakna – tað síggja vit her á
vegginum«, siga tær og peika
á veggin. »Her stendur, at
visiónin fyri Landssjúkra
húsið er, at sjúklingurin er í
miðdeplinum, og at vit veita
góða sjúkugreining, viðgerð
og røkt eins og vit eisini veita
góða heilsufremjan og end
urmenning í samstarv við
sjúklingin og tey, ið varða
av«. Tað eru tey síðstu orðini,
Birna Mohr Joensen og Sonja
Nielsen hava ilt við at fáa
eyga á í praksis.
Loysnin er einføld
Eitt ítøkiligt amboð, sum
tær peika á í ritgerðini er eitt
spurnarblað,
sum
verður
nýtt uttanlands. Í Danmark
hava tey eitt nú spurnar
blaðið Støtte til livet med
kræft, sum er ein skipaður
máti at kanna tørvin hjá tí
einstaka krabbameinssjúkl
inginum.
»Sum
sjúkrarøktarfrøð
ingar ynskja vit fram um alt
at nøkta tørvin hjá sjúkling
unum – men hvussu skulu
vit nøkta ein tørv, sum vit
ikki veruliga kenna?«, spyrja
tær og vísa á, at tað í alt ov
stóran mun ræður ein tilvild
í føroyska heilsuverkinum,
tá tað kemur til at kenna
og nøkta tørvin hjá tí sjúka.
»Ofta síggja vit, at hetta
avhongur av, um sjúkling
urin dugir og hevur dirvi at
orða sín tørv við starvsfólk
ini, meðan tað eisini er ym
iskt frá starvsfólki til starv
fólk, hvussu væl tey duga og
tora at spyrja inn til. Mang
an verður tí bara gitt um
tørvin«, siga tær og mæla
til, at mann eitt nú setir eitt
líknandi spurnarblað í verk,
har atlit verða tikin til tær
serligu umstøðurnar, sum
gera seg galdandi í Føroyum.
»Tað nyttar til dømis ikki
bara at ganga út frá, at sjúkl
ingurin hevur eina familju,
sum kann og dugir at taka
sær av honum. Rættast er
at spyrja hvønn einstakan
um familjuviðurskiftini, tí
hóast vit í Føroyum hava eitt
familistiskt vælferðarsam
felag, so eru tað summi, sum
ikki hava eins gott netverk.
Tá eigur tað at vera okkara
uppgáva at lofta teimum«,
siga tær.
Tað finnast also ein rið
il av avbjóðingum, tá mann
setir sær fyri at skipa eitt
heilsuverk í einum lítlum,
fjarskotnum
oyggjarsam
felag. Men við at kanna
trupulleikarnar og seta orð
teir, kunnu vit forða fyri
avbjóðingunum og harvið
hækka um lívsgóðskuna hjá
teimum menniskjunum, sum
vit ynskja at hjálpa.
»Hesin trupulleikin, vit
viðgera í ritgerðini, er sera
stórur og álvarsligur. Men
góðu tíðindini eru, at loysnin
er sera einføld og eigur ikki
at kosta nógv«, siga tær
báðar Birna Mohr Joensen
og Sonja Nielsen at enda.
KJAÐ TÁ
AMEINIÐ
SJÚKRARØKT
Um kanningina:
– Samrøða verður gjørd við átta fólk, sum hava havt
krabbamein, men eru liðug í viðgerð.
– Kanningin vísir, at sambandið til sjúkrarøktarfrøðingar við
servitan á økinum er týdningarmikið. Bara helvtin av teimum
spurdu, høvdu samband við ein onkolog.
– Kanningin vísir, at tað útilokandi er fokus á kanning, viðgerð
og eftirlit, hóast tað í heilsunýskipanini frá 2006 stendur, at
fokus eisini skal vera á fyribyrging og heilsufremjan.
– Niðurstøðan í kanningini er, at tað er átrokandi neyðugt,
at heilsuverkið endurskoðar og skipar sjúkugongdina hjá
føroyskum krabbameinssjúklingum.
– Kanningin vísir, at sjúklingarnir sakna stuðul, fáa ikki
nøktandi kunning og í fleiri førum ikki vita hvør hevur ábyrgd
av sjúkugongdini
– Kanningin vísir, at sjúklingarnir eru nøgdir við arbeiðið hjá
heilsustarvsfólkunum
FAKTA:
– Hvussu nøktar tú ein tørv, sum tú ikki kennir? Soleðis ljóðaði spurningurin, sum tær báðar, Sonja Nielsen og
Birna Mohr Joensen, settu fyrr í ár í sambandi við endaliga uppgávana í útbúgvingini í heilsuvísindum