Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 29. juni 2018 73 UMFRAMT AT BYGGJA TVÍ­KILJU, SUM VERÐUR BYGG­INUMMAR 50, HEV­UR KJ EISINI LATIÐ STØRSTU ALIRINGAR Í SØGU FELAGSINS Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í løtuni er KJ Hydraulik í holt við eina tví­kilju, sum er bygginummar 50 í røð­i­ni hjá fyritøkuni á Kambsdali. Hetta er ein bátur, sum alifelagið Luna skal hava, og hesin verður lið­ ugur og latin í juli. Eftirspurningurin eftir alibátum hev­ur gjøgnum árini lagað seg eftir gongdini og tørvinum hjá føroysku ali­vinnuni. Nøkur fá ár herfyri læt KJ ikki færri enn seks alibátar í einum ári, og tá hugsað verður um støddina á bát­u­ num í dag, er eitt slíkt ár helst eitt tað størsta nakrantíð. Í mai mánaði fór ein alibátur til Het­lands. Tað var stóra alifelagið Grieg, sum keypti bátin. Hetta var samstundis størsti alibátur, sum KJ nakr­antíð hevur latið av hondum, 16 metr­ar langur og átta metrar breiður. Hetta var ein vælútgjørdur bát­ur við stórum krana og spæli um­f­ramt “Grid” haldara ella kobl­ings­plát­u­ hald­ara, sum tað verður rópt. Í Hetlandi eru stóru alifeløgini, Grieg og Cook, sum bæði eru størri enn Bakkafrost, og KJ hevur bygt tví­ k­iljur til bæði hesi feløg. Føroyskir “Rolls-Roycar” Tað vóru teir báðir, stjórin í KJ, Ólavur Asaf­son Olsen og Ólavur Groth, sum eigur Sp/f Betongsaging, sum førd­u stóru tvíkiljuna til eigararnar í Het­l­andi. Ferðin úr Føroyum til Hetlands tók minni enn eitt samdøgur. Jóannes Mørkøre, sum starvast á sølu­deil­dini hjá KJ, sigur, at fyritøkan fær nógvar fyrispurningar um tvíkiljur úr út­landinum, serliga úr Skotlandi, og í løtuni verður arbeitt við onkrum av hes­um fyrispurningum. – Tað eru nøkur ár síðan, at vit fingu sáttmála um okkara fyrstu tví­ kilju til Skotlands, sum vit rópa hetta øk­ið. Fyrst bygdu vit tvær tíðliga í hesi øldini, og síðan hava vit bygt trígg­j­ar aftrat, soleiðis at tær nú eru fimm í tali. Hann sigur, at afturmeldingarnar úr skotsk­um øki eru so mikið góðar, at ali­bát­arnir hjá KJ um hesar leiðir verða róptir føroyskir “Rolls-Roycar” Jóannes Mørkøre vísir á, at KJ eis­ini hevur bygt nakrar tvíkiljur til Ís­lands, og í november í fjør fór tann triðja og seinasta, sum var bygg­ i­numm­ar 47, og hendan endaði í Reyða­f­irði. KJ hevur bygt upp í fleiri tvíkiljur um árið, men so hvørt, sum ali­bát­ ar­nir eru vorðnir betri útgjørdir og meira tekniskir, heldur hann, at einir trígg­ir ella fýra nýbygningar um árið er hósk­andi. – Sum dømi um, at uppgávurnar eru vorðnar størri, kann eg til stutt­ leikar nevna, at tað er meira hy­draul­ ikk­ur í einum stórum alibáti í dag, enn tað er í einum línuskipi, sigur Jó­annes Mørkøre. 50 alibátar frá KJ KJ hevur fleiri ára royndir við at byggja alibátar, og tí er eisini bát­ur­in, sum verður latin Luna í juli, bygg­i­ numm­ar 50. – Tá vit byrjaðu at byggja ali­bát­ar, vóru teir 11,8 metrar langir og 5 metr­ ar breiðir, og ein var níggju metrar lang­ur og fýra metrar breiður. Sum ár­ini gingu, gjørdust bátarnir bæði longri og breiðari. Breiddin øktist úr fýra metrum og upp í seks, síðan sjey og nú at enda upp í átta metrar. Við longdini var gongdin hin sama - úr níggju metrum upp í 12, 13, 14, 15,5, og nú er hin størsti alibáturin 16 metr­ar langur. Jóannes Mørkøre sigur, at tað er stórt sæð hin upprunaliga tvíkiljan og ali­báturin, sum nú er vorðin so stór­ur. – Gongdin við spæli og krana hev­ur verið hin sama. Hin fyrsti ali­ bát­urin hevði ein krana, sum var átta tons, og tað hildu vit vera nógv. Í dag er kran­in 50 tons, og øll útgerðin er størri. Alibátarnir, sum KJ byggir, eru eitt sam­starv millum fleiri partar og und­ i­r­veitarnir, sum ganga aftur. Undir­ veit­arar eru eitt nú PFJ-El á Eiði, Kári KJ er týðandi veit KJ hevur bygt 49 tvíkiljur, og bygginummar 50 verður latin í juli