Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 21 29. juni 2018 73 Johannesen, sum tekur sær av a­pet­ er­ing, Radiobúðin/ Contriv, sum eru veitari av nautiskari útgerð, Sámal í Jógvanstovu sum ger hvs og so Gummibátatænastan, sum er veitari av bjargingarútgerð. Sama við aliringum Umframt at vera veitari av alibátum, hev­ur KJ í fleiri ár eisini verið veitari av ali­ringum, og her hevur gongdin ver­ið á leið hin sum við alibátunum. Aliringarnir eru vorðnir bæði størri og sterk­ari og frá at ala inni á firðum og sund­um, verður nú eisini alt út móti opnum havi. Jóannes Mørkøre vísir á, at fyrstu ali­ring­arnir, sum KJ framleiddi, vóru 60 met­r­ar í ummáli, og nú eru størstu ring­arnir 200 metrar í ummáli. – Størstu ringarnir, sum vit hava fram­leitt, eru teir, sum Luna nú hevur liggj­andi á Víkum í Vágum og út fyri Vel­ba­stað. Eitt ummál á 200 metrar og ein síðuhædd á nótini á 15 metrar, gev­ur tilsamans einar 47.000 rúm­ m­etr­ar, leggur hann aftrat. Selja eisini uttanlands Føroysku fyritøkurnar, sum keypa ali­ringar hjá KJ, eru Bakkafrost og Luna, og á Kambsdali eru tey ógv­u­ liga fegin um og takksom fyri, at før­ oysk­ar fyritøkur vísa framleiðarum álit. – Føroyska alivinnan er krump­ tapp­ur­in í okkara framleiðslu av bæði tví­kilj­um og aliringum. Men, eins og við tví­kilj­u­num, eru vit eisini veitarar av ali­ring­um til útlendska marknaðin, eitt nú í samstarvi við Vónina, sum ger nótir og fortoyningar. Jóannes Mørkøre sigur, at feløgini so­leiðis hava samstarvað um eina bí­legg­ing til Finlands. - Talan er um alifyritøku í Finlandi, sum hev­ur keypt fýra ringar á 120 metr­ar í ummáli til sílaaling, og hesir ring­ar­nir hava besløg úr plasti og stáli. Henda veiting fór úr Føroyum til Fin­nlands í mars. Hann sigur, at KJ og Vónin eisini eru sam­an um verkætlanir við ali­ ring­um og útgerð í øðrum londum, og í løtuni verða tveir aliringar fram­ leiddir til alara á Ísafirði í Íslandi. – Vit eru eisini saman um før­ oyska aliútgerð til útsett aliøki í Orkn­oyggj­unum, og hetta er útgerð, sum før­oysk­ar alifyritøkur hava testað í Før­oyum. Talan er her um eina roynd­ar­verkætlan hjá stóru ali­ fyr­i­tøkuni Cook við føroyskari ali­út­ gerð, sum alifyritøkan hevur valt at royna. Cook vil royna, um føroyska út­gerðin kann klára tær avbjóðingar, sum eru um hesar leiðir, sigur Jó­ annes Mørkøre. Spøl til søkkringar KJ hevur eisini arbeitt við at framleiða smærri el-spøl at taka søkkringar í ali­nót­unum upp við. Hetta eru spøl, sum standa á ringunum, og tey verða eitt nú brúkt, tá fiskur verður av­lúsaður ella tikin. – Talan kann vera um eini 16 smærri spøl á einum aliringi, og hesi spøl­ini eru eisini við sum partur av um­røddu veiting til alifelagið, Cook. Tað eru sjálvsagt fleiri veitarar í heim­inum, sum framleiða el-spøl, men hesi eru hvørki designað ella hava hava haldbari til at standa á ali­ring­um sum liggja í sjónum. – Avbjóðingin hjá okkum er at des­igna og framleiða eitt spæl, sum kann brúkast og tæna sínum en­d­a­ máli á einum aliringi, og hetta spæl má sjálvsagt ikki gerast ov kostn­ að­ar­mik­ið hjá alaranum, tá spølini skulu vera fleiri í tali á hvørjum ringi. Jóannes Mørkøre vísir á, at KJ hev­ ur drúgvar royndir í at framleiða spøl, og fyr­i­tøkan á Kambsdali framleiðir eitt nú bæði spøl og koppar sum eru í øll­um alibátunum frá KJ. – Við góðu sambondunum og sam­størv­u­num, vit hava við bæði før­oysk og útlendsk alifeløg, liggja nógv­ar spennandi avbjóðingar fyri framm­an, sigur Jóannes Mørkøre hjá KJ Hy­draulik.ringur.. tari til alivinnuna Størstu aliringar, sum KJ hevur bygt, eru 200 metrar í ummál og rúma umleið 47.000 rúmmetrum - Føroyska alivinnan er krumptappurin í okkara framleiðslu av bæði tvíkiljum og aliringum, sigur Jóannes Mørkøre