Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2018síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 22 29. juni 2018 73 MEST latið tvíkilju til Marine Harvest FYRSTA TVÍKILJAN, SUM SKIPASMIÐJAN MEST HEVUR BYGT TIL ALIFELAGIÐ MARINE HARVEST, VARÐ HANDAÐ HANS JÁKUPI MIKKELSEN, STJÓRA Í FELAGNUM, FYRR Í HESI VIKUNI Vilmund Jacobsen Nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Mjølnir, er bygd til aliøki í Sundalagnum og kem­ur at hava heimstað í Haldarsvík, og tað verður Mortan Andreassen, sum verður skipari á tvíkiljuni. - Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl, og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna, sum eisini varð latin til tíðina. Tað sigur Árni Thomassen, sum er tekniskur leiðari hjá Marine Harvest. Fýra til Bakkafrost Seinasta hálvtannað árið hevur skipasmiðjan MEST latið fýra tvíkiljur til Bakkafrost, og tvíkiljan til Marine Harvest er sostatt hin fimmta í røðini. Á samkomu í nýumvældu matarhøllini hjá MEST í vikuni vóru eini 100 fólk savnaði til eitt hátíðarhald, har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Marine Harvest fyri fyrimyndarliga gott samstarv, og hann rósti starvsfólkunum hjá MEST fyri væl úr hondum greitt arbeiði. Á samkomuni varð eisini lykilin til tvíkiljuna handaður Martini Hansen, sum er formaður fyri alingini hjá Marine Harvest í Haldarsvík. Nýbygningur 114 Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur nummar 114 hjá MEST, er 15 metrar long og sjey metrar breið. Hon er útgjørd við einum stórum MELCAL-krana av støddini 50 tm, einum 2x457 HK Cummins høvuðsmotori, einum 113 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deks­ spæli við moonpool. Sum nakað nýtt í mun til aðrar tvíkiljur hevur Mjølnir fingið ísett eina lásiskipan til íbind­ing av ketum frá aliringum. Hetta ger tað munandi lættari og tryggari hjá manningini at arbeiða við ringunum. Skipanin er av slagnum Aukra Safelink 10 tons. Mjølnir er eisini útgjørd við wc, arbeiðs-og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.