fríggjadagur 12. november 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2004
21
Johan hevur kós móti
Parkini
Føroyski landsliðs-
spælarin taldist mill-
um málskjúttarnar, tá
ið Horsens á heima-
vølli við sigri á super-
ligufelagnum AGF
spældi seg í hálvfinal-
una í steypakapping-
ini
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tað er framvegis góður
møguleiki fyri, at felagið
hjá í hvussu so er einum før-
oyskum
fótbóltsspælara
verður annar parturin í
donsku steypafinaluni í fót-
bólti, sum verður spæld í
Parkini Kristi Himmal-
ferðardag.
Mikukvøldið spældu og
stríddu Horsens og Johan
Byrial Hansen seg í hálv-
finaluna. Tað gjørdu teir
við 3-1 sigri á AGF. Hóast
Horsens er oddalið í næst-
bestu deildini, so var tað
óvæntað, at teir sigraðu.
AGF er á fjórða plássinum í
superliguni, men miku-
kvøldið megnaðu teir ikki
at fáa nakað burturúr.
Johan Byrial Hansen
slerdi sigurin rimmar fast-
an, tá ið tað restaðu tveir
minuttir av hálva tímanum,
sum tað var neyðugt at
spæla eyka. Málið skoraði
verjuspælarin í snarálopi,
eftir at AGF støðugt hevði
trýst fyri at javna 2-1
leiðsluna, sum Horsens
hevði fingið í 112. minutti.
AGF legði seg á odda við
brotssparki, sum Stig Tøft-
ing umsetti í 1. hálvleiki.
Tveir minuttir eftir steðgin
javnaði Horens máverjin,
Søren
Jochumsen,
við
brotssparki. So trýsti og
trýsti AGF fyri at fáa sigurs-
málið, men Horsens vardi
væl, og teir vóru eisini
hepnir. Tveir minuttir undan
at vanliga leiktíðin var lið-
ug, misti AGF ein mann, og
tað varð ivaleyst avgerandi
fyri endaliga úrslitið í
longdu leiktíðini.
Fótbóltsliðið í Horsens
hevur altíð verið nevnt Den
gule fare, og tað kann ikki
sigast annað, enn at Johan
B. Hansen og liðfelagarnir
mikukvøldið livdu upp til
hetta hugtakið.
FCM vann 3-0 á útivølli
móti Ølstykke, sum spælir í
1. deild. Fyri superligu-
felagið skoraði Mohammed
Zidan tvey mál.
Tvær
fjórðingsfinalur
verða ikki spældar fyrrenn
6. mars. Tær eru Fremad
Amager-FCK og Skjold-
Brøndby. Tær vórðu ikki
spældar í fyrrakvøldið, tí
bæði Brøndby og FCK í
gjárkvøldið skuldu spæla í
nýggju
norðurlendsku
kappingini, Royal League.
Fimm fet
rætta vegin
Nú gongur rætta
vegin, men enn resta
Føroyar at vinna seg
fýra pláss rætta
vegin, áðrenn støðan
undan ársskiftinum
verður endurvunnin
FIFA STYRKISLISTIN
Jóannes Hansen
Nú gongur tað rætta vegin
á altjóða styrkislistanum
fyri fótbólt. Javnleikurin á
Kypros er ivaleyst høvuðs-
orsøkin. Undir øllum um-
støðum hava Føroyar flutt
seg rætta vegin á styrkis-
listanum, sum FIFA kunn-
gjørdi fyrr í vikuni. Nú
verða Føroyar mettar at
eiga 130. besta landsliðið í
heiminum.
Hetta
eru
fimm pláss hægri enn fyri
einum mánað síðani. Mill-
um londini, sum Føroyar
hava lyft seg framum, er
Malta. Fyrr í summar
vunnu Føroyar vinardyst
móti Malta.
Enn restar nakað í, áðr-
enn Føroyar hava endur-
vunnið støðuna á styrkis-
listanum undan síðsta
ársskifti. Tá vóru Føroyar
á 126. plássunum. Tað
verður eitt stórt tak at
lyfta seg so høgt, men tað
er heilt stutt fram til 129.
plássið.
Á øllum styrkislistun-
um hevur Montserrat ver-
ið á 205. og aftasta pláss-
inum. Nú hevur Mont-
serrat lyft seg fram á 201.
plássið. Aftasta plássið
hevur Guam yvirtikið.
Ísland í leysum lofti
Ovasti tindurin á styrkis-
listanum líkist sær sjálv-
um. Brasil og Frakland
verða framvegis mett at
eiga bestu landsliðini í
heiminum. Argentina er
nú nummar trý. Teir hava
lyft sær tvey pláss. Síðani
eru Spania (-1), Kekkia
(+1), Holland (-2), Eng-
land (+1), Meksiko (-1),
Portugal (+9), Italia, USA
og Turkaland (-4). Fram-
gongdin
hjá
Portugal
kemst av góðu úrslitunum
hjá teimum í EM enda-
spælinum
í
summar.
Europameistararnir
úr
Grikkalandi eru nummar
seytjan. Tað er trettan
pláss hægri enn fyri
einum mánað síðani.
Á trettanda plássinum er
Danmark
fremst
av
Norðurlondum. Talan er
um somu støðu hjá Dan-
mark, meðan Svøríki á
fimtanda plássinum er
flutt fýra pláss fram. Tað
er sera merkisvert, at
Týskland, sum oftast hev-
ur verið millum tey ovastu,
nú er nummar sekstan.
Noreg er nummar 35
(+2), Finnland nummar
43 (+2), og Ísland er nú á
90. plássinum. Tað hevur
hilnast serliga illa hjá
Íslandi í landsliðsfótbólti
í ár. Meðan grannarnir
fyri vestan tvey tey und-
anfarnu árini stóðu seg so
mikið væl, at tað leingi
vóru møguleikar fyri, at
teir skuldu kvalifisera seg
til EM endaspælið, so
hevur tað gingið av skrið-
uni í nýggju HM undan-
kappingini, har Ísland
longu hevur mist allar
møguleikar. Tað sást aftur
á styrkislistanum. Í des-
ember í fjør varð Ísland
mett at eiga 58. besta
landsliðið í heiminum.
Nú verður liðið mett at
vera nummar 90 ella 32
pláss lægri enn fyri ellivu
mánaðum síðani og tvey
pláss lægri enn í síðsta
mánað.
Føroyar eru umframt
við Fraklandi í HM und-
ankappingarbólki saman
við Írlandi, sum er á 15.
plássinum, Sveis 45 (-3),
Ísrael 55 (+1) og Kypros,
sum er nummar 105, og
sum er farið fýra pláss
eftir hælið síðsta mánaðin
og átta pláss eftir hæli
síðani í desember í fjør.
Johan Byrial Hansen staðfestir sigurin, tá Horsens sendi AGF
úr kappingini
H71 vann mikukvøld-
ið á Kyndli, og tað er
neyvan ov nógv sagt,
at teir grønu føroya-
meistararnir hava ein
trupulleika við hoy-
víkingum, tí farna
kappingarár høvdu
teir eisini stórar trup-
ulleikar av H71
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
H71 ætlar sær ikki einki í
ár. Mikukvøldið var dystur
millum H71 og føroya-
meistararnar úr Kyndli í
Atlantic Airways-kapping-
ini í Hoyvík, og hendan
dystin vunnu hoyvíkingar
31-27, eftir at teir høvdu
verið á odda 14-12 í steðg-
inum.
Dysturin var sera spenn-
andi, tí tað var ikki fyrr enn
heilt móti endanum av
dystinum, at hoyvíkingar
fingu luft niður til kyndils-
menn. Hoyvíkingar vóru á
odda tað mesta av dystinum,
men leiðslan var ongantíð
meiri enn eitt ella tvey. Tá ið
Kyndil so satsaði móti
endanum av dystinum, fekk
H71 økt eitt vet um leiðsl-
una, og harvið settu hoyvík-
ingar eina tjúkka striku und-
ir, at teir eru klárir til at
verða við í stríðnum um
fremstu plássini.
Toppskjútti hjá H71 var
leikandi venjarin Henrik
Gerster við 7 málum, með-
an Halgir Dahl Olesen
skeyt 6 mál. Hjá Kyndli
skeyt Jakob Jónson 8 mál,
meðan Josef Abrahamsen
og Finnur Hansson skutu 6
mál hvør.
Við sigrinum í gjárkvøld-
ið hevur H71 lagt seg heilt
fram í oddin í Atlantic-
Airways kappingini.
H71-Kyndil 31-27
(14-12)
H71: Henrik Gerster 7(1),
Halgir Dahl Olesen 6, Piti
Negru 5, Niels V. Niclasen
5, Høgni Joensen 3, Birgir
Kass 2, Esbern Patursson 2,
Kenn Failstrup 1
Kyndil: Jakob Jónsson 8,
Finnur Hansson 6(3), Josef
Abrahamsen 6, Hans Áki
Dal-Christiansen 3, Rókur
Akralíð 2, Janus Einar
Sørensen 1, Høgni Klein 1
Brotskøst:
H71
2(1),
Kyndil 3(3)
Útvísingar: H71 1, Kyndil
3
Dómarar: Kristjan Johan-
sen og Sámal Hansen
Hoyvíkingar skulu takast
í álvara
Niels Viggo Niclasen v.m. og
Piti Negru h.m. eru nú
liðfelagar í H71, og
mikukvøldið skoraðu teir
fimm mál í part, tá ið H71
vann á føroyameistarunum
úr Kyndli
savnsmynd
21
Nr. 217 • fríggjadagur • 12. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Altjóða dystir king alt landið
UEFA samtykti miku-
dagin, at tað nú skal
verða loyvt at spæla
Europa Cup og lands-
dystir á graslíkis-
vallum
ALTJÓÐA LEIKVALLIR
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi verið tosað
um tað, og nú er tað vorðið
veruleiki. Á sumri í 2005
verður tað loyvt at spæla al-
tjóða fótbóltsdystir á gras-
líkisvallum. Tað samtykti
aðalnevndin í europeiska
fótbóltssamtakinum, UEFA,
á fundi í Wien mikudagin.
Samtyktin varð gjørd eftir
tilmæli frá tekniskari nevnd,
sum hevur arbeitt við hesum
spurninginum seinastu tvey
árini.
– Samtyktin hevur við
sær, at tað næsta summar
fer at bera til at spæla
Europa Cup dystir og
landsdystir - eisini EM og
HM undankappingardystir
- á fleiri av graslíkisvallun-
um kring landið. Í fyrireik-
ingunum til hesa broyting-
ina hevur verið tosað um
triðja ættarliðið av gras-
líkisvallum. Tá verður eitt
nú sipað til graslíkisvallir-
nar, sum trý tey seinastu
árini eru lagdir á nógva
staðni kring landið.
Hetta sigur Rúni Heine-
sen frá Fótbóltssambandi
Føroya. Hann hevur tvey
tey seinastu árini vegna
FSF luttikið í norður-
lendskum samstarvi um
júst
henda
spurningin.
Bólkurin vitjaði í Føroyum
eina ferð í summar. Í tekn-
iska bólkinum hjá UEFA,
ið hevði gjørt tilmælið, sum
aðalnevndin
mikudagin
samtykti, hava verið ein
svii og ein norðmaður. Hes-
ir báðir hava eisini luttikið í
norðurlendska samstarvin-
um, so samtyktin, sum nú
er gjørd í UEFA, kemur
ikki óvart á Rúna Heinesen
og Fótbóltssambandið.
– Eg rokni ikki við, at tað
verða nakrir trupulleikar at
góðkenna nógvar av nýggju
graslíkisvallunum
kring
landið at spæla altjóða dyst-
ir á. Góðkenningin verður
eitt nú grundað á mátingar
av, hvussu bólturin háttar
sær á vallunum. Tá skulu
ásett tøl og virði uppfyllast,
men hetta verður neyvan
nakar trupulleiki. Spurning-
urin verður heldur, hvussu
tað fer at eydnast at fáa
aðrar umstøður góðkendar.
Her hugsi eg eitt nú um
minstukrøvini, sum hava
við umstøðurnar hjá spæl-
arunum og áskoðarunum at
gera, sigur Rúni Heinesen.
Ætla sær at skifta
Tað eru tveir grasvallir í
Føroyum, sum hava verið
nýttir til landsdystir. Talan
er um Svangaskarð og Tórs-
vøll. Í báðum plássum
hevur møguleikin fyri at
skifta grasið út við graslíkið
verið uppi og vent. Nú hava
fyrst FIFA og nú UEFA
góðkent graslíkisvallir at
spæla altjóða fótbólt á, og tí
er einki at ivast í, at hesin
spurningurin fer at verða
viðgjørdur av nýggjum.
Í Danmark verða mest
sum allir dystirnir hjá besta
landsliðnum
spældir
í
Parkini í Keypmannahavn.
Formaður í nevndini fyri
felagið, sum eigur Parkina,
er Flemming Østergaard,
sum eisini er formaður í
FCK. Hann hevur áður
sagt, at teir fara at skifta
grasið í Parkini út við gras-
líkið, tá ið UEFA hevur giv-
ið grønt ljós fyri altjóða
dystum á graslíki. Eftir
UEFA avgerðina mikudag-
in segði Østergaard, at teir í
Parkini fara at tosa við
DBU um henda spurningin,
áðrenn nakað verður gjørt.
– UEFA samtyktin er
púra fesk. Enn hava vit ikki
viðgjørt hetta ella tosað við
nakran um tað, men hetta er
heilt víst ein spurningur,
sum fer at verða viðgjørdur
í næstu framtíð, heldur
Rúni Heinesen, sum fyri
FSF hevur luttikið í norður-
lendskum samstarvi um
graslíkisvallir.
– Samtyktin hevur við sær,
at tað næsta summar fer at
bera til at spæla Europa Cup
dystir og landsdystir á fleiri
av graslíkisvallunum kring
landið, sigur Rúni Heinesen
Poul Ennigarð skal
næsta kappingarár
aftur spæla saman
við Bartali Eliasen,
sum hann í fleiri ár
var makkari hjá í GÍ
miðverjuni
ÍF FYRIREIKING
Jóannes Hansen
Fótbóltsspælarar í Gøtu
halda seg til GÍ, um teir
ikki flyta av landinum at
spæla fótbólt. Tað er ikki
meiri enn tvær vikur síð-
ani, at GÍ leiðslan staðfesti
hetta her á síðunum. Und-
antøk finnast alla staðni
plagar at verða tikið til, og
soleiðis tykist tað eisini at
vera í hesum førinum.
Týsdagin skrivaðu ÍF og
Poul Ennigarð undir sam-
starvsavtalu. Avtalan ber
við sær, at Poul Ennigarð
næsta kappingarár flytir
inn um Varmakeldueið.
Hann fer úr gulu GÍ
troyggjuni og letur seg í
reyðu ÍF troyggjuna.
– Vit eru sera fegnir um
at hava fingið Poul at
spæla við okkum. Tað
rokna vit sum góðan styrk.
Poul hevur drúgvar royndir
í bestu deildini, og tað
hevur sjálvsagt talt við, tá
ið vit hava gjørt avtalu við
Poul, at hann bæði hevur
verið drúgvur og hollur í
bestu deildini í so mong ár,
verður sagt úr ÍF.
Poul Ennigarð er 27 ára
gamalur, og hann hevur
seinasta árið verið liðfor-
maður í Gøtu. Síðani 1994
hevur hann verið fastur
fúsur á besta GÍ liðnum
undantikið skiftini, tá ið
hann hevur verið á flat-
londum í útbúgvingarør-
indum, og tá ið hann hevur
verið skaddur.
Í fleiri ár spældu Poul
Ennigarð og Bartal Eliasen
saman í GÍ miðverjuni.
Undan síðsta kappingarár-
inum flutti Bartal aftur til
Fuglafirðar, og nú verður
hann aftur liðfelagi við
Poul Ennigarð. Um teir
báðir fara at spæla í mið-
verjuni verður upp til ÍF
venjaran, Petur Simonsen,
at gera av. Í fjør var Bartal
leingi álopsspælari hjá ÍF,
og Poul Ennigarð var síðsta
partin av kappingarárinum
høgri vongverji hjá GÍ.
Í Fuglafirði halda teir
seg vera komnar undir land
við manningarligu fyri-
reikingunum
til
næsta
kappingarár.
Málverjin,
Karstin Joensen, er fluttur
til Klaksvíkar og KÍ.
Nýggjur málverji í Fugla-
firði verður Allan Joensen.
Hann hevur áður spælt í ÍF,
B68 og LÍF.
Gøtumenn hava tikið til
eftirtektar, at Poul Enni-
garð er fluttur úr barn-
dómsfelagnum. Tað hevur
áður ljóðað, at Poul skuldi
vera á veg til Fuglafirðar,
men tá hevur hetta ikki
verið meiri enn tos. Nú er
tað veruleiki. Enn hevur
einki verið at frætt, um GÍ
fer at fáa nýggjan spælara í
staðin fyri Poul Ennigarð.
GÍ liðformaðurin flytir til ÍF
Liðskiparin hjá GÍ verður at síggja á liðnum hjá ÍF næsta ár
C
M
Y
K
20