Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 217 - 12. november 2004 Nr. 217 - 12. november 2004 23 Felagsskapurin Før- oya Pro Vita skipar leygadagin fyri evnis- degi, har ymisk evni viðvíkjandi fostur- tøku verða viðgjørd. Øll kunnu taka lut og luttøkan er ókeypis. Fyrilestrahaldarar frá felagskapinum Til- flugten í Danmark eru við á evnisdeg- num, sum verður í Útvarpshøllini FOSTURTØKA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Leygardagin verður áhuga- verdur evnisdagur um fosturtøku í Útvarpshøllini. Tvinni evni viðvíkjandi fosturtøku verða viðgjørd og lýst. Evnisdagurin er ætlaður øllum, ið hava áhuga í fosturtøkuspurninginum og er ætlanin, at luttakarar kunnu fáa sær hollari vitan um spurningin. Pro Vita metir, at evnið er viðkom- andi fyri eittnú polittikarar, lógarsmiðir, starvsfólk innan heilsuverkið, mamm- ur, pápar, prestar, sam- komuleiðarar, tíðindafólk og fólk, sum hava verið við í kjakinum. Avleiðingarnar Í kjalarvørrinum av fost- urtøkukjakinum í seinast- uni, hevur Pro Vita valt at lýsa avleiðingarnar, sum standast av fosturtøku, tí mett verður, at hetta hevur ikki verið frammi í kjak- inum. Pro Vita hevur samstarv við m.a. felagskapin Til- flugten í Danmark og koma tvey fólk frá Tilflugten at halda fyrilestur á evnis- degnum leygardagin. Tey eru hjúnini Elisabeth og Carl Sukkot. Dagurin er býttur í tvey evni og heitini á fyrilestrunum eru: - Hví fáa nakrar kvinnur sálarligar trupulleikar av fosturtøku, og aðrar ikki ? - Hvørja ávirkan hevur fosturtøka á familjuna ? Fyri lívinum Evnisdagurin byrjar við morgunkaffi í Útvarps- høllini klokkan 10 og øll eru vælkomin at taka lut og luttøkan er ókeypis. Provita er felagskapur, ið er fyri lívinum, sum navnið Pro Vita eisini ber boð um. Og tað er júst tað, sum tað snýr seg um, og ikki hin- vegin at vera ímóti, sigur ein av fyrireikarunum, Ólavur í Mittúni. Hann leggur dent á, at fólkini handan Pro Vita á ongan hátt eru fanatisk, men bert hugtikin av lívinum. Pro Vita lýsir javnan við ráðgeving og Ólavur minnir á, at henda ráðgeving er professionell, tí har sita ser- køn fólk og ráðgeva, jarða- møður og sjúkrasystrar. Afturat sær hava tær prestar, elstar og læknar. Fyrra evnið á evnisdeg- num byrjar klokkan 10:30 og seinna klokkan 13. Skráin fyri evnisdagin er henda: Kl. 10.00 Morgunkaffi Kl. 10.30 Sangur, bøn Kl. 10.40 Hví fáa nakrar kvinnur sálarligar trupul- leikar av fosturtøku, og aðrar ikki ? Kl. 12.30 Døgurðasteðgur (ókeypis ábit) Kl. 13.00 Hvørja ávirkan hevur fosturtøka á familjuna ? Kl. 14.30 Kaffi og høvi verður at seta spurningar. Synergi skipar fyri intensivum skeiði í medietrening. TÍÐINDASKRIV Synergi Sjónvarpið kemur um ein tíma! v/TV2 Midt Vest - frá hóttan til møgu- leika Fært tú ilt í búkin, hjartabankan, fer adrenalinið at pumpa, tá sjónvarpið ella annar miðil ringir og biður um eina viðmerking? Sigur tú altíð nei - tú hevur "ikki stundir"? Er sann- leikin tann, at tú følir teg ótryggan, følir at tú dugir ikki at málbera teg greitt og beinraki, sam- stundis sum tú ert bangin fyri, hvussu tað, tú hevur sagt verður borið fram? Tú torir stutt sagt ikki at taka kjansin! Ella hevur tú kanska drúgvar royndir í at lut- taka í kjaki, bæði í sjón- varpi, útvarpi og øðrum miðlum? Manglar bert at fáa tað síðsta uppá pláss og eitt gott amboð at fáa boðskap tín fram? You're on! - eitt handverk, tey flestu kunnu læra! Á skeiðnum lærir tú at síggja sjónvarp og aðrar miðlar, sum ein møgu- leika í staðin fyri eina hóttan! Tú fært innlit í, hvussu miðlafólk ar- beiða, hvørjar framferð- arhættir tey brúka, og tú lærir at føra boðskap tín fram stutt og greitt, til gagns fyri bæði teg og móttakaran. Skeiðið vendir sær til øll, sum av og á eru at síggja á sjónvarps- skíggjanum og í øðrum miðlum, og sum ynskja hetta skal fara fram á best møguligan hátt. Hesi tema verða á degnum! * Tí er tað týdningar- mikið at upptraðka í sjónvarpið og øðrum miðlum * Soleiðis arbeiða jour- nalistar * Soleiðis fyrireikar tú teg til eina samrøðu * Fleiri praktiskar venj- ingar frammanfyri sjónvarpskamera Hvat kanst tú rokna við, at fáa burturúr? Tá tú hevur luttikið á skeiðnum, kanst tú við størri sannføring úttala teg í t.d. sjónvarpi og útvarpi. Tú kanst føla teg tryggari í, at rætti boðskapurin kemur fram, umframt at krops- málið og persónliga upptraðkanin er, sum hon eigur, í tílíkari støðu. Tú og journalist- urin gerast meiri líkir samstarvsfelagar til gagns fyri allar partar. Skeiðini eru sera intensiv! Hetta merkir m.a., at bert 8 sleppa á hvørt holdið. Øll fáa persón- liga vegleiðing. Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt við m.a. venj- ing frammanfyri kamera. Skeiðsleiðarar eru Per Tornvig og Niels-Arne Hansen Per Tornvig er útbúgvin journalistur í 1993. Hev- ur m.a. starvast sum konsulentur í komm- unikatión og leiðslu, verið kommunalreport- ari á dagblaðnum Holstebro-Struer. Síðani 2001 hevur hann starv- ast sum journalistur, skeiðútviklari og kam- pagneleiðari á TV2 í Holstebro (TV/MIDT- VEST). Hann hevur undirvíst politikarum og starvs- fólkum á kommunum og organisatiónum í medie- trening. Niels-Arne Hansen hevur starvast sum redi- geringsteknikari og fotografur á TV2/MIDT- VEST síðani 2002. Tvey skeið – pláss er bert fyri 8 luttakarum á hvørjum. Skeiðini verða hildin í bestu skeiðshølunum á Hotel Føroyum "Varð- anum" frá kl. 08.30 - 17.00. Fyrra skeiði er 19. november - her er bert 1 pláss eftir. Seinna skeiðið er 20. november – her eru nøkur pláss eftir. Seinasta freist at melda til er mánadagin 15. november á www.synergi.fo Nýklaktur kommunal- politikari? Stjóri ella leiðari á almennum stovni ella á privatari fyritøku? Evnisdagur um fosturtøku Samfelagsmøti verða í døgunum 10.–14. november 2004 Í Ebenezer Mikukvøldið kl. 20.00 Bønarmøti Hósdagin kl. 10.00 Uppbyggingarmøti Hósdagin kl. 16.00 Uppbyggingarmøti Hóskvøldið kl. 20.00 Evangeliskt møti Fríggjadagin kl. 10.00 Uppbyggingarmøti Fríggjadagin kl. 15.00 Uppbyggingarmøti Í Ítróttarhøllini á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 20.00 Evangeliskt møti Fríggjakvøldið kl. 22.30 Opið hús Leygardagin kl. 16.00 Uppbyggingarmøti Leygarkvøldið kl. 20.00 Evangeliskt møti* Leygarkvøldið kl. 22.30 Opið hús Sunnudagin kl. 10.00 Breyðbróting Sunnudagin kl. 12.15 Barnamøti Sunnudagin kl. 16.00 Uppbyggingarmøti* Nátturði verður í Høllini beint eftir møtið Sunnukvøldið kl. 19.00 Evangeliskt møti* * Deyvatolking verður á hesum møtum Øll eru hjartaliga vælkomin! Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 162, P/F Vestmanna Timburhandil, 350 Vestmanna. Viðtøkur broyttar: 20.10.2004. Strikan av hjánavni: P/F Fjarðahús. Nýtt navn: P/F Fjarðahús, Timburhandil & Byggibúð Nýtt hjánavn: P/F Vestmanna Timburhandil (P/F Fjarðahús, Timburhandil & Byggibúð) Skráseting Føroya tann 10. november 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3567, Sp/f 26.05.03, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 09.11.2004. Nýtt navn: Sp/f Handilskjarnin v/Hans Waag Skráseting Føroya tann 10. november 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2413, P/F Handilskjarnin, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 15.10.2004. Strikan av hjánøvnum: P/F Leikadeildin, P/F Skódeildin, P/F Harradeildin og P/F Damudeildin. Nýtt navn: P/F 2/1 - 1995 Skráseting Føroya tann 10. november 2004 Kristin Balle _______________________ Hundahvølpur Labrador Retriever,svartur,4 mðr.,hevur ættartalvu. Innfluttur úr Danmark. Verður bert seldur til djóravin við góðum umstøð- um. Kostnaður kr. 5.000,00. Tlf. 217072 Handilslærlingur søkist Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan handils- verðina? Vit hava brúk fyri einum handilslærlingi (m/k). Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu, har tú gerst partur av einum góðum toymi, og har arbeiðsandin er av teim bestu • Tryggar arbeiðsumstøður • Góðar møguleikar fyri persónligari menning Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávíkavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri at taka eina hjálpandi hond í tá á stendur.Til tíðir kann vera sera nógv at gera. Vit eru í holt við at umvæla og vaksa um handilin,so tí hevur tú møguleikan at seta tíni fingramerki á, hvussu handilin í framtíðini skal síggja út. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosa við Jan Danielsen, stjóra. Er hetta nakað fyri teg,so send eina umsókn saman við prógvum og ummælum í seinasta lagi 23. november 2004. Tlf. +298 447560 · Fax +298 448460 e-mail: jandan@klementpetersen.fo Pf.Klement Petersen er ein fyritøka í støðugari menning,sum í løtuni hevur 10 fólk í starvi.Vit selja í høvuðsheitum tilfar til byggivinnuna og til hús, so sum køkar,hvítvørur,tak,gólv o.m.a. Útbjóðing Við hesum verður arbeiðið í sambandi við gerð av einum 200 m longum útstykkingarvegi í Norðra- gøtu boðin út í almennaðari lisitastión. Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni við Gøtugjógv týsdagin 30. november 2004 kl. 14.00. Útbjóðingartilfarið kann bíleggast til, í seinasta lagi týsdagin 16. novembur við at gjalda kr. 5.000,- í veðhald á konto nr. 6460-165 7404 í Føroya Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingar- tilfarið er aftursent, í seinasta lagi, eina viku eftir lisitastiónina. sp/f Teknistovan v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen ráðg. Byggifrøðingar FO- 510 Gøta tel: 44 21 05 · fax: 44 21 07 email: klement@post.olivant.fo Lesið -tað loysir seg veitst tú ikki tað? -har tað hendir Skattalistin Skattalistin fyri Hvalvíkar kommunu fyri árið 2003 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni frá 12. novemner til 23. november 2004. Kommunuskrivstovan er opin mánadag til hós- dagin frá kl. 8.00 til 13.00. Hvalvíkar kommuna C M Y K 23 22 flokkin, sum er flokkurin, sum hann umboðar. – Tað er einki nýtt, at Høgni og Jan Christiansen hava eitt tætt samstarv. Áðr- enn vit yvirhøvur vóru komnir til samgonguborðið mikunáttina hevði Høgni gjørt eina undirhondsavtalu við Fólkaflokkin. Hetta varð eg greiður yvir alt fyri eitt, tí øll okkara ynski vórðu feia av borðinum, tí tað sigur seg sjálvt, at Fólkaflokkurin kveistrar alt til viks, tá teir frammanundan høvdu fingið avtaluna undir land. Høgni gjørdi júst tað sama fyri fýra árum síðan, greiðir Heðin Mortensen frá. Heðin Mortensen sigur seg ongantíð hava mett Høgna Mikkelsen sum ein Sambandsmann, og at hann átti heldur at umboða Fólka- flokkin. – Tú skalt minnast, at Høgni gekk 100 atkvøður aftur, meðan eg gekk 100 atkvøður fram, og tí er tað eitt sindur løgið, at hann skal stýra samgongusam- ráðingunum, sigur Heðin Mortensen Kaj Leo lýgur Á hesari blaðsíðuni er Kaj Leo Johannesen endurgivin fyri at siga, at hann kendi einki til avtaluna, sum Heð- in Mortensen einsamallur gjørdi við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hetta passar snøgt sagt ikki, sigur Heðin Mortensen. – Tað er beinleiðis lygn, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður um samráð- ingarnar við Tjóðveldið og Javnaðarflokkin. Eg ringdi til hann fleiri ferðir, og onn- ur fólk, sum vóru til sam- ráðingarnar, kunnaðu hann eisini, so Kaj Leo lýgur beinleiðis, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður, vísir Heðin á. Heðin Mortensen heldur, at nýggjasta stríðið í Sam- bandsflokkinum er feskasta dømi um, at floksformað- urin hevur skotið seg sjálv- an í skógvarnar. Heðin vísir á, at hann varð hóttur fleiri ferðir av limunum í Sam- bandsflokkinum í gjár – Eg haldi tað er burtur- við, at formaðurin í flokki- num skal leggja seg út lok- alar ósemjur. Tað er eisini langt úti, at hann fer út í fjølmiðlarnar at hótta meg. Sambands flokkurin hevur verið ótrúliga skjótur at úti- hýsa meg, tí tað er ikki meir enn eitt døgn síðan, at av- talan varð undirskrivað, sigur hann. Heðin Mortensen hevur seinastu mongu árini fingið eitt ótal av persónligum at- kvøðum, bæði á býráðsvali og løgtingsvali. Kennir Kaj Leo seg hóttan av tær í Suðurstreymi? Tað dugi eg ikki at siga, men tað kann vera. Onga fráboðan Heðin Mortensen heldur tað er ógvuliga løgið, at hann hvørki hevur hoyrt orð ella ei úr Sambandsflokkinum, áðrenn hann hoyrir í Út- varpinum, at hann hevur fingið tilboð um at verða skotin ella hongdur av sín- um egnu, sum hann málber. – Tað er ein longri prose- dura, sum Sambands- flokkurin skal ígjøgnum, um eg skal útihýsast. Eru teir so glaðir fyri at útihýsa meg, so skulu teir í minsta lagið gjøgnum aðalfundin og møguliga landsfundin. Eg havi ikki beinleiðis tikið støðu enn, og tí kann eg ikki siga, hvat hendir. Eg fýlist á, at flokkurin í einum jánka- sligum tíðindaskrivi letur vera við grundgeva, hví eg skal úr flokkinum. Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur brotið eina bindandi avtalu? Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og eg endurtaki tað fegin. Eftir vánaliga valið, har vit nærum mistu tveir býráðslimir, sigur tað seg sjálvt, at flokkurin verður styrktur av at hava borgar- stjóran í eini samgongu, heldur enn at spæla eftir pípuni hjá Fólkaflokkinum, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur fast um, at hann sá ikki avtaluna við Fólkaflokkin sum annað enn eina fyribilsavtalu. Óvist Tað er nógv sum talar fyri ,at Heðin Mortensen ikki verður í Sambandsflokk- inum serliga leingi afturat, tí eitt samt Føroya Væl vil hava hann úr flokkinum. Høvuðspersónurin sjálvur hevur ikki gjørt av, hvør hansara politiska framtíð verður. Heðin hevur í sínum ungum døgum havt tilknýti til Javnaðarflokkin, hóast hann ongantíð var uppstill- aður, og hann hevur eisini roynt seg sum uttanflokka- mann í Tórshavnar býráð. Kann tað hugsast at Heðin Mortensen verður at síggja í Javnaðarflokkinum? Nei tað veit eg ikki, men eg skal ikki útihýsa nøkrum. Satt at siga kann ikki siga tað stóra um mína politisku framtíð í løtuni, tí eg veit ikki hvat hendir, sigur hann Framhald av síðu 7