Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2018 · Nr. 81 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Skulu vit hugsa um fólka­ heilsuna, hevur tað størri týdn­ing, hvørjar rús­drekka­ vanar vit hava enn bara at hugsa um, hvussu nógv vit drekka. Tað sigur Magni Mohr, for­maður í Fólka­heilsu­ ráðnum. Sum vit skriva í eini aðrari grein her í blaðnum, drukku før­oyingar eitt vet meiri í fjør enn teir gjørdu í 2016. Í 2016 drakk hvør føroy­ ingur yvir 15 ár, 6,3 litrar av reinum alkoholi, men í fjør vaks nýtslan upp í 6,5 litrar. Men her er tann tollfría sølan ikki tald upp í. Hinvegin hava myndug­ leikar­nir sett sær sum mál, at fáa miðalnýtsluna í Føroyum niður á seks litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Gongur strilti Hinvegin má ásannast, at tað gongur ómetaliga strilti at fáa nýtsluna av rúsdrekka niður á seks litrar fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár. Tí hava vit spurt Magna Mohr, hvussu hann sær fyri sær, at nýtslan kann koma niður á seks litrar um árið. Hann heldur, at tað er gott at hava eitt greitt mál á hesum øki. Men hann sigur, at hvat fólkaheilsuni við­vík­ur, er tað ikki hetta, sum hevur tann størsta týdn­ingin. – Tey, sum duga sær hógv í brennivíni, eru ikki tey, sum hava áhuga fyri Fólka­ heilsuráðið. Tað, sum hevur týdning fyri fólkaheilsuna, er, hvussu vit drekka. Drekka vit eitt glas av víni, ella eina øl, aftur við matinum av og á, hevur tað ongan heilsuligan týdn­ing, kanska tvørtur ímóti. Ein spurningur er nevni­ liga um hesir 6,5 litrarnar av reinum alkoholi, sum hvør føroyingur drakk í miðal í fjør, býttur sundur á eina stóra fjøld av fólki, sum drekk­ur eina lítla nøgd í part, ella er talan um eina lítla fjøld av fólki, sum drekkur rætti­liga illa, sigur hann. Hann sigur, at vit vita heldur ikki, hví rús­drekka­ nýtslan er kvinkað upp eftir. Ein orsøk kann, at drekki­ vanarnir eru broyttir í sam­ svari við, at mat­stovu­vinn­ an hevur verið í stórari menning. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at tað eru fleiri fólk í teimum yngru ættar­ lið­unum, sum eru flutt til Føroya í seinastuni, og tey hava kanska øðrvísi drekki­ vanar, enn vit viðhvørt siga, at føroyingar vanliga hava. –  Er orsøkin til, at rús­ drekka­n­ýtslan er økt, tann, at fleiri fólk drekka smærri nøgdir, ella eru tað fólk, sum hava drukkið ov illa framman­undan, sum bara eru farin at drekka enn meir? – Samstundis vísa kann­ing­ar, at næstan ein fjórðingur av føroyingum ikki smakkar sær á yvir­ høvur. Alt hetta eru viðurskifti, vit vita alt ov lítið um, sigur hann. Í hesum sambandi heldur hann tískil at tað Áki Bertholdsen Hetta seinasta árið eru før­ oyingar farnir at drekka eitt lítið sindur meiri enn teir hava gjørt hesi seinastu fimm árini. Tað vísir ein upp­ gerð hjá Rúsuni. Men tølini vísa sam­ stundis, at tað er nýtslan av øli og víni, sum er vaks­in, ímeðan nýtslan av brenni­ víni stendur í stað. Tølini fevna um alla sølu­ na hjá Rúsuni og føroysku bryggjaríunum. Øll tann toll­fría sølan er sostatt ikki tikin við í uppgerðini, tí ongin veit, hvussu stór hon er. Men metingin er, at hon er alsamt veksandi av teirri ein­føldu grund, at føroyingar ferðast alsamt meiri. Vit drekka alsamt minni Tølini hjá Rúsuni vísa, at í miðal drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 6,5 litrar av rein­ um alkoholi. Hetta eru 0,2 litrar meiri enn í 2016, og nýtslan í fjør er tann mesta síðani 2012, tá ið nýtslan var 6,6 litrar. Hinvegin er rús­ drekka­nýtslan í Føroyum lág samanborið við okkara norður­lendsku grannalond. Eitt nú er nýtslan í Danmark yvir níggju litrar av reinum alko­holi fyri hvønn dana yvir 15 ár. Harafturat er miðal­nýtsl­ an í Føroyum verið støðugt fall­andi hesi seinastu árini. Í átta­ti­árunum, áðrenn rúsan kom, var nýtslan væl hægri, og okkurt árið var hon oman fyri átta litrar av reinum alko­holi fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Beint tá ið Rúsan kom, mink­aði nýtslan niður í góð­ar seks litar í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár, men tey fyrstu árini eftir at Rúsan varð stovnað, hevði nýtsl­an lyndi til at veksa aftur, og í 2007 var nýtslan kom­in upp á 7,1 litrar av rein­um alkoholi fyri hvønn før­oy­ing yvir 15 ár. Men hesi seinastu tíggju árini er nýtslan alsamt fallin sum heild, soleiðis at hon nú er komin niður á 6,5 litrar av rein­um alkoholi fyri hvønn før­oying yvir 15 ár. Meiri av teimum veikaru sløgunum Annars vísir tað seg sum at gongdin, sum hevur verið sein­astu árini, er óbroytt. Og tann gongdin er, at føroy­ ingar drekka alsamt meiri av teim­um veikaru sløgunum, nevni­liga øli og víni, sam­ stundis sum at nýtslan av Føroyingar drekka alsamt DREKKIVANAR Drekkivanarnir hjá føroyingum eru munandi broyttir seinastu árini RÚSDREKKA Skulu vit hugsa um fólkaheilsuna, hava drekkivanarnir størri týdning enn nøgdin, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum TAÐ ER IKKI NØGDIN SUM ER TAÐ HEILT AVGERANDI