Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. juli 2018 · Nr. 81 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Nú fara tilmælini fyri, hvussu nógv rúsdrekka, tað ráðiligt at drekka, kanska at verða lækkað. Higartil hava tilmælini ver­ið, at mannfólk eiga ikki at drekka meiri enn 14 alko­eindir um vikuna, og kvinn­ur eiga ikki at drekka meiri enn sjey alko­eind­ir um vikuna, tí annars er vandi á ferð. Fólkaheilsuráðið sigur, at ein alkoeind er um­ leið tað, sum er í einari pilsnar­øl, einum glasi av víni, ella í einum størri snapsi upp á tríggjar ella fýra sentilitrar. Ein fløska av víni svarar til umleið seks alkoeindir, sigur Fólka­heilsuráðið. Men Magni Mohr, for­maður í Fólka­ heilsu­ráðnum, sigur, at niðurstøðan í eini um­fat­ andi kanning, sum varð al­mannakunngjørd fyrr í ár, er, at hetta er helst ov høgt sett, og at markið eigur at verða lækkað. – Tað vísir seg, at eisini minni nøgdir av rús­drekka kunnu elva til øktan vanda fyri ymisk sløg av krabba­meini, hjarta­sjúk­um og æðra­ sjúk­um, sigur Magni Mohr. Og hann sigur, at tað er ein spurningur, Fólka­ heilsuráðið nú hevur tikið upp, og hann væntar, at tey koma til eina niður­ støðu seinni í ár. Hvat tað nýggja til­ mælið verður, kann hann ikki siga nakað um. Men hann sigur, at eitt úrslit kann eisini verða, at at munurin ímillum, hvussu nógv tað er ráðiligt hjá monn­um at drekka, og hjá kvinnum, verður út­ javnað. Umhugsa at lækka rúsdrekka – tilmælið Tilmælini um, hvussu nógv rúsdrekka, tað er ráðiligt at drekka, eru kanska ov høg, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum sterkum brennivíni er kvink­ að niður eftir. Hetta merkir, at sum heild eru drykkjuvanarnir hjá føroyingum broyttir hesi seinastu árini, tí gongdin er heilt greitt, at vit drekka al­ samt minni av brennivíni, men afturfyri drekka vit meiri av víni og øli. Tá ið nýtslan av brenni­ víni var upp á tað mesta, var hon heilar 3,9 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár, tá ið brennivínið var roknað um til reint alkohol. Men yvirhøvur er nýtslan minkað spakuliga hesi sein­ astu árini – serliga hesi sein­ astu tíggju árini – og í fjør var nýtslan av brennivíni 1,7 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár, tá ið nøgdin var roknað um til reint alkohol. Hinvegin hevur gongdin í nýtsluni av víni verið tann øvugta, tí í dag drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár, tríggjar ferðir so nógv vín, sum hann gjørdi, tá ið Rúsan varð sett á stovn í 1992. Í 1993 drakk hvør føroy­ ing­ur 0,5 litrar av víni, tá ið tað varð umroknað til reint alko­hol, men síðani er tað vaksið javnt og samt og í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 1,6 litrar av víni. Gongdin í nýtsluni av øl­ ið hevur ikki verið heilt so eyð­sýnd, men í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 2,8 litrar av øli, men í fjør drakk hann 3,2 litrar. Rúsdrekkanýtsla Hendan talvan vísir gongdina í rúsdrekkanýtsluni hjá før­ oy­ingum hesi sein­astu árini. Talan er um miðal­nýtsluna fyri hvønn føroying yvir 15 ár og her er rúsdrekka um­ roknað um til reint alkohol. meiri øl og vín hevur alstóran týdning at fáa eina betri fatan av, hvussu drekkivanarnir eru. Og hann sigur, at næsta ár er ætlanin at gera eina nýggja fólkaheilsukanning og at tað er væl trúligt, at nakrir spurningar um drekkivanarnar hjá fólki vera ein partur av kanningini. Hugsa nógv um ungdómin Men samstundis ásannar Magni Mohr, at tað gongur strilti at røkka almenna mál­setn­inginum um at fáa nýtslu­na niður á seks litrar av reinum alkoholi í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár. – Vit mugu ásanna, at tað hevur ikki gingið eftir ætlan, stað­festur hann. Hann sigur, at Fólka­ heilsu­ráðið hevur miðvíst lagt seg eftir at fáa ungdómin at halda seg frá rúsdrekka. Í hesum sambandi hava tey skipað fyri einum átaki, har tey mæla foreldrum frá at keypa børnum sínum rús­ drekka, og tey hava eisini gjørt nakrar filmar sum vísa á vandan fyri rúsdrekka. –  Eg eri sannførdur um, at vit skulu fyrst og fremst hugsa um at upplýsa ung­ dóm­in um vandarnar við rús­drekka, sigur Magni Mohr. Í hesum sambandi vísir hann til altjóða kanningar, har eisini føroyingar eru við, og sum vísir, at tey 15 ára gomlu í Føroyum drekka lutfals­liga lítið aftur ímóti teim­um ungu í flest øll øðrum londum í Evropa. Summi sløg skulu verða dýrari – Men tað er eingin ivi um, at skulu vit tálma nýtsluni av rús­drekka, er tað eingin ivi um, at tað hevur eina størsta størsta týdning, hvussu lætt rúsdrekka er at fáa fatur í, og, hvussu dýrt tað er at keypa, sigur Magni Mohr.  Tí heldur hann, at Rúsan er ein fantastisk skipan, sum vit eiga at halda fast um, heldur enn at fáa rúsdrekka í fría sølu í handlunum. Samstundis heldur hann, at tað hevur sera stóran týdn­ing, at prísurin ikki verður lækkaður. Men hinvegin heldur hann eisini, at prísurin á summum sløgum av rús­ drekka, eigur at vera hækk­ aður. Hann vísir á, at vit eiga í størri mun at fara burtur frá at tolla rúsdrekka eftir ymsum bólkum. Hinvegin heldur hann, at rúsdrekka eigur rætt og slætt at verða tollað eftir, hvussu sterkt tað er. Avleiðingin av tí hevði verið, at tollurin á nøkrum sløg­um av rúsdrekka hevði hækkað. Eitt dømi um hetta er toll­ urin á cider, sum varð lækk­ aður munandi soleiðis at øl og cider verða tollað eins, hóst onkur sløg av cider eru lut­fals­liga sterk. HVUSSU OG HVØR Tað, sum hevur størst týdning fyri fólkaheilsuna, er, hvussu vit drekka og hvør tað er, sum drekkur tað, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum Prísurin á summum sløgum av rúsdrekka, eigur at vera hækkaður