týsdagur 28. august 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
Sár. Tey kunnu tykjast óskyldig millum alskyns herviligar sjúkur. Men í veruleikanum er vantandi viðgerð
av sárum ein stórur trupulleiki, sum kann kosta bæði sjúklingum og samfelagnum dýrt. Tað siga tríggir
sjúkrarøktarfrøðingar, sum fegnast um, at eitt ambulatorium verður latið upp í næstum, sum bert verður til
sárviðgerð
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Myndir: Tróndur Dalsgarð
– Tað eru nógv fólk, sum eru burtur
frá arbeiðinum í langa tíð vegna sár.
So tað er absolutt týdningarmikið
at fáa fokus á tað og gera nógv við
fyribyrging - og at man ikki gongur
ov leingi, men fær ta røttu viðgerð
ina beinavegin.
Tað staðfestir Ester Simonsen,
sum er sjúkrarøktarfrøðingur og
ein av teimum fáu í Føroyum, sum
hevur servitan um sár og sárvið
gerð.
Saman við Ásu Samuelsen, sum
eisini er sársjúkrarøktarfrøðingur,
og Óluvu Foldbo, sum er sáráhugað
og hevur arbeitt nógv við sárum,
hevur Ester Simonsen eina visjón
um at breiða út vitanina um sár
viðgerð. Tí tað finnast ráð fyri flest
øllum sárum. Men ráðini verða ofta
óneyðuga dýr – bæði fyri sjúkling,
heilsuverk og samfelag – av tí at
vitanin er lítil og serliga tí, at fyri
byrgingin vantar.
– Tí tað eru nógvir pengar
at spara við at fyribyrgja sár.
At viðgera sár er dýrt. Bæði í
arbeiðstímum hjá heilsustarvs
fólkum og í tilfari sum plástur,
heilivág, pínuheilivág og forbind
ingar.
Haraftrat
koma
mistir
arbeiðstímarnir hjá sjúklinginum
sjálvum. Hetta er alt kostnaðar
mikið, siga tær tríggjar mestsum við
einari rødd í einum lítlum hølum á
aðru hædd á Landssjúkrahúsinum.
– Ætlanin er, at vit skulu fáa
eitt ambulatorium at ráða yvir.
Tað verður allarhelst í hesum
hølunum, vit sita í nú. Her skulu
vit so í minsta lagi eiga ein dag um
vikuna, har vit fáast við sárviðgerð
burturav. Ætlanin er, at tað verða
teir mest kompliseraðu tilburðirnir,
sum koma til úgreining her úti
hjá okkum. Restin fer framvegis
at liggja úti í heimarøktini, hvar
meginparturin av sárviðgerð fer
fram í dag, sigur Ása Samuelsen.
Tvørfakligt samstarv
er vegurin
Tað er serliga orðið »komplekst«,
sum hevur hug at venda aftur, tá
tær tríggjar tosa um sárviðgerð. Tí
sambært Ásu, Ester og Óluvu eru
sár ofta kompleks.
Men á hvønn hátt er sárviðgerð
kompliserað?
Tað er tað fyri tað fyrsta, tí har
finnast so ómetaliga nógv sløg av
sárum. Og fyri tað næsta liggur altíð
ein orsøk aftan fyri sárið. Aftur her
eru óteljandi sløg av orsøkum, og
har krevst vitan fyri at leita fram
ta orsøkina. Longu her er talan um
eitt komplekst úgreiningararbeiði,
og sum ger tað neyðugt at nýta
vitan tvørturum fakbólkar: læknar,
sársjúkrarøktarfrøðingar, sjúkra
SÁR KUNNU KO
SAMFELAGNUM