Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99 SAMRØÐA røkt­arfrøðingar og fótterapeutar. Tað eru tó ikki allir sjúkra­røkt­ arfrøðingar í landinum, sum eiga lut í tvørfakliga samstarvinum. – Á Landssjúkrahúsinum nýta vit øll eina ávisa skipan, tá vit skulu skriva niður um sjúklingarnar. Heima­røktin brúkar tó ikki somu skip­an. Og tað merkir, at sam­ starvið millum heimarøkt og sjúkra­hús ikki kann ganga fyri seg skrivliga á somu skipan, tí um sár­sjúkrarøktarfrøðingar á Lands­ sjúkra­húsinum skriva eitt notat um okkurt, so hava heimasjúkra­ røktar­frøðingar ikki atgongd til sama notat, forklárar Óluva Foldbo. – Hetta er ein avbjóðing, serliga um tú ynskir at fáa ein kontinuitet í sárviðgerðina, har tú samstarvar neyvt og er saman um at menna ekspertisuna, leggur hon afturat. At sárviðgerð ofta er komplekst arbeiði merkir eisini, at tíðin spælir eina avgerandi rollu, sigur Ester Simonsen. – Hetta hevur eisini alt samalt nakað við tíð at gera. Tað krevur tíð at viðgera sár. Tí vit skulu viðgera meir enn bara tað sárið, vit síggja. Tað vil siga, vit mugu leita afturum fyri at avdúka orsøkina til, at hetta sárið uppstendur. Og tað krevur tíð. Og tann tíðin kann sjálvandi mangla, tá ið sárviðgerð er nakað, sum kemur aftrat okkara vanliga arbeiðsdegi. Tí er tað upplagt, at vit fáa eitt ambulatorium, har vit syrgja fyri at seta tið av til hvønn sjúkling og at arbeiða burturav við tí teir tímarnar, greiðir Ester Simonsen frá.  Sár eru tabu Ofta verður tað, sum vit tosa um og viðgera í eitt nú miðlunum, upp­ raðfest. Og hesir tríggir sjúkra­røkt­ ar­frøðingarnir hava ein illgruna um, at sár eru tabu, og at hetta kann ávirka tann einstaka sjúklingin, sum ofta heldur sær aftur við at fara til lækna við sárum. – Sár eru framvegis nakað, vit helst ikki tosa um. Og tí snýr tað seg um at bróta niður tabu og varpa meir ljós á tað. Eisini fyri at fólk koma fyrr við sínum sárum. Fólk kenna jú eitt sindur til sár, og mong royna tí ofta at viðgera sárini sjálvi. Tá trupulleikin so einaferð er vorð­in ov stórur, so koma tey jú til okk­um. Tað, sum tað hinvegin snýr seg um, tað er at reagera tíðliga og leita sær hjálp, forklárar Ester Simon­sen. Ása Samuelsen leggur aftrat, at tað er vanligur feilur at halda, at tí tú ikki hevur ilt ella fortreð av ein­ um sári, so kanst tú bara lata tað ganga. – Tá versnar tað bara, sigur hon. Framstigini og lívsseigu myturnar Og hóast vit tosa um, at tað vantar ein dagførd vitan um sárviðgerð millum manna, so eru korini kortini betrað almikið. – Fyrr varð oftari amputerað, viðgerðin vardi nógv longri og var eisini meiri pínufull. Vitanin á hesum økinum er tó økt ótrúliga nógv síðan tá. Og tað hevur gjørt, at man eisini fær veitt nógv betri viðgerð og lekt sár bæði skjótari og betri, sigur Ása Samuelsen. Viðgerðarmøguleikarnir gerast also fleiri og munandi betri. Tað eru tey góðu tíðindini, vit kunnu fegn­ast um. Myturnar eru tó ofta ring­ar at fáa bil­bugt við. Og tí er kunn­ing fram­vegis neyðug, sam­ bært sársjúkra­røkt­ar­frøð­ing­un­um. – Fyrr varð ofta hildið, at sár skuldu viðgerðast turr. Fólk kundu finna uppá at standa og føna tey turr. Í dag eru vit tvørturímóti kom­ in eftir, at øvugti leisturin er tann rætti. Sár eiga ikki at vera turr, men fuktig. Granskingin hevur funnið útav, at tað er meiri enn dupult so skjótt at lekja sár, um sárið er fuktigt«, vísir Ása Samuelsen á. – Men hóast hesa vitan spøkir tann mytan enn, at sárini skulu turkast, og at plástrini til dømis skulu av, soleiðis at sárið fær andað. Hóast luft kann vera gott fyri til dømis skursl og onnur yvirfladisk sár (sum man ikki endiliga noyðist til lækna fyri), so er øðrvísi við ordiligum sárum, har vevnaðurin er deyður, greiðir Óluva Foldbo frá. – Tá hugsaði man eisini, at hetta klárar kroppurin sjálvur. Men tað kundi mangan taka eina evigheit, og kanska bleiv man meiri sjúkur av tí. Tí tað er gróðrarbotnurin und­ir fleiri bakterium. Vandin fyri eitr­an verður eisini munandi størri tá, sigur Ester Simonsen. – Í heilt nýggjari tíð hevur man fingið nógv meiri fokus á týdningin av at taka deyðan vevnað úr sár­un­ um sum skjótast og ikki lata tað vera upp til kroppin sjálvan at taka sær av tí. Tí sár lekist ikki, so leingi sum deyður vevnaður og annar skitt­ur er í tí. Hetta er ein nýggjur hug­burður. Og tað er bara eitt av mong­um dømum um, at vitanin um, hvat hendir í einum sári, er vorð­in so nógv størri, sigur Óluva Fold­bo. Sostatt eru fleiri framstig á økin­ um, men tær tríggjar Óluva, Ása og Ester kenna kortini ikki, at komið er á mál, og tær fegnast tí um, at tað – um alt gongur eftir ætl­an – verður í hesum hølunum á aðru hædd á Lands­sjúkrahúsinum, at sjúkra­ røkt­arfrøðingarnir, við ser­grein í sárum, Ester og Ása, fram­yvir kunnu taka í móti sjúkl­ingum, har møgu­leiki er at hug­savna seg um at leita fram orsøkina, sum goymir seg aftan­fyri sárið, viðgerða tað. Hetta viðførur, at sjúklingurin fær dygdargóða hjálp, minni pínu, betri lívsgóðsku og færri sjúkra­ dagar, og tað sparir samfelagnum eina rúgvu av útreiðslum. OSTA M DÝRT