týsdagur 11. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Allan fyrrapartin á tamb
hevur sólin staðið beint
inn gjøgnum rútarnar í
Kristnastovu. Tað er her
úti í gomlu, gulu húsunum
á Reyni, at stovnurin hjá
heilsufrøðingunum,
Gigni,
hevur bústað. Her er bæði
ljóst, friðarligt og fjálgt, men
samrøðuevnið leggur eitt
ósjónligt myrkt skíggj yvir
okkum. Vit tosa í dag um
føroysk børn, sum hava tal
gildingarórógv, viga ov nógv,
hava ov lítið samband við
vaksin og, ikki at gloyma, um
heimleys børn í Føroyum.
Her er kanska nakað
smátt inni, tá ið hugsað
verður um, at fundir, skriv
stovuarbeiði
og
ráðgev
ingarvirksemi
alt
samalt
skal ganga fyri seg á somu
lítlu hædd í einum reyna
húsi, tí Gigni hevur bara
miðhæddina at ráða yvir.
Hinvegin er eingin ivi um,
at hetta munnu vera hugna
ligar og ljósar umstøður hjá
nýklæktu mammunum, ið
ganga út higar um dagar
nar fyri at leita sær serkøna
vegleiðing um barnaupp
aling, lívsvanar og brósta
geving.
Høgrumegin stóra fund
arborðið sita nettupp tveir
heilsufrøðingar, sum hava
nomið sær serliga ekspertisu
í útlondum. Tær hava nomið
sær
altjóða
serútbúgv
ingina IBCLC, og vita sostatt
alt, sum er vert at vita um
bróstageving. Vinstrumegin
sita tveir heilsufrøðingar,
sum ígjøgnum lívslangt virk
semi hava vunnið sær innlit
og vitan um millum annað
skúlabørn, kostvanar og ov
tíðliga fødd børn – umframt
alt tað, heilsufrøðingaút
búgvingin og sjúkrarøktar
frøðingaútbúgvingin fevnir
um.
Ein teirra er Elsa Morten
sen, sum hevur starvast
sum heilsufrøðingur í 39 ár.
Innlit hennara røkkur ikki
bara langt inn í heimini í
dag, men eisini væl aftur í
søguna. Hon hevur verið
við meginpartin av vegnum
og hevur sostatt sæð við
egnum eygum, hvussu alt
var fyrr í mun til í dag. Hon
hevur klók og rólig eygu, og
vektin av lívsroyndum býr í
hvørjum einasta orði. Svarini
eru greið – einki uttanumtos.
Páparnir komnir
væl upp í leikin
Hóast mangt kundi verið
betur, og heilsufrøðingarnir
til dømis framvegis mugu
ganga ella nýta egnan bil
í arbeiði sínum, er lagið
gott.
Har
eru
eisini
fleiri
søg
ur at frætta
úr Gigni, sum
sampakka væl við
hendan skýfría sólskinsdag
fyrst í september. Millum
annað at føroysku páparnir
eru komnir so væl og virði
liga upp í leikin, hvat uppal
ing og samband við børnini
viðvíkjur. Tí soleiðis hevur
ikki altíð verið: fyrr áttu
føroysku páparnir tvørtur
ímóti forsvinnandi lítlan lut
í pinkubarnatilveruni.
Heilsufrøðingarnir
eru
samdir um at føra hesa góðu
framgongd aftur til tann
dagin, tá ið páparnir sluppu
framat føðistovunum. Síðani
tá hevur farloyvisskipanin
eisini gjørt stóran mun.
»Tá ið páparnir sloppu
framat føðslunum gav tað
jú nakað hjá foreldrunum og
allari familjuni at eiga saman
og tosa um aftaná. Hetta
bleiv so uppaftur betri, tá ið
farloyvisskipanin varð sett í
gildi. Í fyrstuni vóru tað tó
bara fjúrtan dagar, tú fekk.
Og tað sigur næstan seg
sjálvt, at teir fáu dagarnir
fóru til mammuna, meðan
pápin einki fekk burturav.
Í dag er tað hinvegin útvið
eitt ár, tú kanst fáa av
barsilsfarloyvi. Og tað hevur
givið pápunum munandi
betri
møguleika
fyri
at
sleppa uppí part«, greiðir
Elsa Mortensen frá.
»Ja, har er stórur munur.
Føroysku
páparnir
eru
fantastiskir til at taka lut í
familjuni í dag«, sigur Una
Knudsen.
»Tað er mangan vit upp
liva, at pápin til dømis fær
sær tann seinasta mánaðan
av farloyvinum fyri at knýta
nærri samband við barnið«,
leggur Krista Nielsen aftrat.
»Tað er ein fragd at síggja.
Og tað hevur stóran týdning
fyri børnini«, sigur Nicolina
Højgaard, og proklamerar
avgjørd: »So meiri farloyvi
til páparnar!«, meðan hinar
samtykkja.
»
O
g
meiri
far
loyvi til tví
burðafamiljur!«,
skundar Elsa Mort
ensen sær at skoyta uppí.
Og har er ein góð orsøk
til, at hon minnir á tvíburða
familjurnar.
»Tí tað er ein trupulleiki.
Páparnir burdu fingið longri
farloyvi í teimum førunum.
Tí, sum nú er, fært tú ikki
meiri farloyvi av at fáa tví
burðar«, sigur hon.
»Ja, tey blíva so fyriløgst
av tí«, greiðir Una Knudsen
frá, sum saman við Kristu
Nielsen hevur eitt regluligt
og tætt samband við foreldr
ini.
Lykilin til privatu
familjurnar
Og er tað nakar sum veit, so
eru tað heilsufrøðingarnir.
Tá ið tú lurtar eftir teimum,
skilir tú beinavegin, at her
er hvørki talan um kaffi
snakk ella gitingar, men
um fólk sum hava bein
leiðis kunnleika til tann
veruleikan, tær tosa um.
Tí heilsufrøðingarnir eru
einsamallir um eitt í okkara
samfelag, og tað er at sleppa
regluliga inn um gátt hjá
hvørju einastu barnafamilju
í landinum. Og tað vil sam
stundis siga, at í heilsufrøð
ingunum eigur samfelagið
ein serligan lykil til føroysku
familjurnar, sum annars eru
rættiliga privatar.
»Vit eru so tær einastu,
sum koma út í familjuna at
eygleiða og vegleiða. Tú kanst
siga tað soleiðis, at samfelagið
hevur ein lykil til at koma inn
í familjurnar fyri at hyggja at
hvørjum einstaka fyri at vita,
um tey hava tað gott. Tað er
ein trygd hjá samfelagnum
at hyggja og vita, um børnini
hava tað gott í familjuni.
Her
skuldi
man
kanska
trúð, at vit onkuntíð ikki eru
vælkomin. Men soleiðis er
ikki. Tvørturímóti eru vit ordi
liga vælkomnar. Ikki minst tí
TALIÐ AV HÚSVILLUM
FAMILJUM SKRÍGGJAR
TIL HIMMALS
Samfelagið eigur ein virðismiklan lykil til føroysku heimini.
Og tann lykilin er heilsufrøðingarnir, sum regluliga kanna
umstøðurnar í hvørjum einasta barnaheimi í landinum. Og
sambært teimum eru bæði framstig og avbjóðingar at finna