týsdagur 11. september 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
TÍÐINDI
hendan vitjanin er felags fyri
øll«, greiðir Krista Nielsen frá.
»Ofta biðja familjurnar
eisini sjálvar um vitjan«,
leggur Una Knudsen aftrat.
Fyri at gerast heilsufrøð
ingur í dag mást tú fyrst
hava sjúkrarøktarfrøðiligu
útbúgvingina
og
síðani
leggja eitt og eitt hálvt ár
av lestri og starvsvenjing
omaná. Hesa útbúgving ber
ikki til at nema sær í Før
oyum.
Hóast vit mangan ikki
vita av hvørjum øðrum í
hesum samfelag, so er altso
ein bólkur, sum hevur gott
og persónligt samband við
øll og innlit í privata lívið
hjá familjunum. Í so máta
verður eingin sleptur uppá
fjall – tí har vil altíð vera
onkur, sum kemur framvið
at lurta og skjalfesta søguna
hjá tí einstøku familjuni og
geva ráð.
Vanlutfallið millum
rørslu og kost
Men hvat eru tað fyri av
bjóðingar,
heilsufrøðingar
møta í dag? Í stuttum snýr
tað seg ofta um, at børn hava
minkandi samband við tey
vaksnu, at vekttrupulleikin
er vaksandi og um eitt
gerandislív og familjulív, ið
verður meiri og meiri talgilt,
og sum í mongum førum
hevur hug at gera seg inn
á bæði húsfrið og skúlalív.
Hetta er alt samalt trivnað
arligar og heilsuligar avbjóð
ingar, sum hoyra til dagin í
dag. Heilsufrøðingarnir eru
samdir um, hvør trupulleiki
liggur ovast.
»For nógv børn viga ov
nógv. Simpulthen. Serliga
børn í skúlaaldri, men kanska
eisini barnagarðsbørn«.
Og hvør er orsøkin?
Ov nógv telda, skeivur
kostur, ov nógvir sjónvarps-
og teldutímar, at vit ikki
røra okkum líka nógv long
ur, eru nakrar av orsøkun
um sambært heilsufrøð
ingunum.
Niðrisitandi
virksemi eigur heilt greitt
sín part.
»Ja, og børnini verða
koyrd nógv. Koyrd í skúla
til dømis. Og heintað«, sigur
Elsa Mortensen og sipar til,
at soleiðis var ikki fyri bara
fáum áratíggjum síðan. Tá
gingu ella súkklaðu børn
meiri.
»Maturin, sum børn eta í
dag, er simpulthen ov orku
ríkur í mun til rørsluna«,
greiðir Krista Nielsen frá.
»Tað er tó ringt at finna
bara eina orsøk til alt. Í
summum førum kann eisini
vera, at familjan ikki hevur
so góða tíð, og at tað merkir
meiri fast food«, leggur Una
Knudsen aftrat.
So lutfallið millum mat og
rørslu er skeiklað. Tá eg var
barn í 80’unum, var tað frítt
spæl úti, og tú gekk næstan
alla staðni har tú skuldi,
meðan vit í nógv størri mun
eru niðrisitandi í dag.
»Og man fekk sodavatn
í lítlum fløskum«, svarar
Krista Nielsen. »Ein ísur var
eisini ein lítil kramarísur
ella pinnaísur. Mongdirnar í
dag eru øgiligar afturímóti.
Alt er faldað væl og virðiliga
upp«, sigur hon, áðrenn Una
Knudsen ger vart við, hví
tað er so umráðandi at fara
so langt niður í barnaárini
sum gjørligt og hugsa um
heilsuna og lívsvanarnar. Tí
longu tá byrjar lívið at fáa
sína kós.
»Faktiskt, um man skal
hugsa fyribyrgjandi, so er tað
her niðri á pinkubarnastigi,
at vit mugu tosa um, hvussu
alt skal ganga víðari«, sigur
hon.
»Vit kunnu tó ikki for
langa, hvat foreldrini skulu
gera. Okkara leiklutur her
hinvegin at geva nýggjastu
vitanina víðari, soleiðis at
foreldrini hava eitt gott
grundarlag at velja útfrá«,
sigur Elsa Mortensen.
Størsta avbjóðingin
Hóast vektin liggur ovaliga
á listanum, er tó serliga
ein søga, sum eigur munin
á øllum hinum avbjóðing
unum. Og tað er, at alarmer
andi nógvar familjur heilt
einfalt mangla tak yvir høvd
ið. Og tann støðan versnar í
hvørjum sambært heilsu
frøðingunum, sum dagliga
vitja húsvillar familjur.
»Tað
er
tann
størsti
trupulleikin beint nú: at fólk
ikki hava tak yvir høvdið.
Also at familjur simpulthen
gerast
heimleysar.
Tær
standa úti á gøtuni. Fyrr var
tað mest í Havnini, men nú er
trupulleikin at síggja um alt
landið«, sigur Nicolina Høj
gaard.
Sambært heilsufrøðing
unum er hetta ein trupul
leiki,
sum
skríggjar
til
himmals. Men tey eru fá,
sum hoyra skríggið. Og ein
av orsøkunum er skommin:
at tað kennist trupult hjá
raktu familjunum at boða al
ment frá um júst hetta.
»Tað er størsti sosiali
trupulleikin í løtuni. Og tað
er nakað, sum familjurnar
ikki skelta við. Altso tað
tykist teimum pínligt at
standa uttan tak yvir høvdið.
Og hvar fer man tá? Jú, man
fer heim til abbar, ommur,
mammur og pápar og mostr
ar. Og so fær man eitt kamar
til seg og síni børn. Og tað er
ikki tað besta«, sigur Nicolina
Højgaard.
»Ella tey flyta í øgiliga
ringar íbúðir«, leggur Elsa
Mortensen aftrat.
»Og dýrar íbúðir«, sigur
Una Knudsen.
»Og tað er tað, sum
vit ikki ordiliga skilja. At
man ikki kann loysa tann
trupulleikan. Vit síggja at
íbúðir verða bygdar uppi
í Hoyvík til dømis. Men
hetta eru dýrar íbúðir, sum
vælhavandi fólk flyta inn í,
meðan tey lág-og miðalløntu
framvegis liggja í vánaligum
íbúðum. Altso stættarmun
urin er so stórur, tá tað kem
ur til akkurát tað«, sigur
Nicolina Højgaard.
»Og tað veit man sum fyri
byrgjandi arbeiðsfólk, hvat
tað ger tá familjurnar búgva
vánaligt: tá fært tú børn,
sum eru sjúk av til dømis
bronkitis og millumoyra
bruna og aðrar infektiónir í
andaleiðunum«, leggur Una
Knudsen aftrat.
»Og tey fáa ikki bara hug
savnað seg um bara at vera
børn ella um tað at læra«,
sigur Elsa Mortensen.
»Bara tað at hava vinfólk
heim við ber ofta illa til, tí
plássið er ikki til tað. Tað
er eisini tað við tí, at hesar
familjur ofta mugu flyta
aftur. Børnini vita ikki um
tey fáa eitt kamar. Skal eg
sova undir trappuni ella úti
í gongini? Tað er ringt fyri
børn at liva soleiðis«, sigur
Nicolina Højgaard.
Ein trupulleiki uttan
skjalfesting og átøk
Bústaðartrupulleikin er ein
trupulleiki, sum heilsufrøð
ingar í síðsta enda hava av
markaða ávirkan á. Tí hava
tær eisini langt síðan vent
sær til kommununa fyri
at útvega sær hagtøl. Tað,
sum kemur so týðiliga til
sjóndar úti í arbeiðinum,
har heilsystrar standa andlit
til andlits við neyðstøddu
familjurnar, kemur tó ikki til
sjóndar í nøkrum ítøkiligum
tølum. Vit mangla heilt ein
falt neyv tøl á økinum.
»Tað
er
ein
dagligur
trupulleiki, vit síggja. Og eitt
tað keðiligasta við hesum
er, at um tú ringir oman í
kommununa og spyr, um tey
hava tøl fyri, hvussu nógv
fólk dagliga ella mánaðarliga
mangla tak yvir høvdið, so
hava tey ikki ánilsi fyri tí, tí
tey føra eingi hagtøl. Og tað
haldi eg er ov vánaligt, tá ið
tú hugsar um, at vit her hava
ein stóran og álvarsaman
trupulleika, sum hevur av
leiðingar fyri bæði heilsu
og trivnað. Altso at tú ikki
hevur hagtøl fyri, hvussu
nógv fólk í roynd og veru
eru at rokna sum heimleys
í til dømis Tórshavnar kom
munu. Tað vil siga, hvussu
nógvar familjur flyta út
hvønn dag, og hvussu nógv
ar familjur ringja til kom
mununa og spyrja, um kom
munan eigur eina íbúð til
teirra«, sigur Nicolina Høj
gaard og ger vart við, at hetta
hevur staðið uppá í nógv ár.
»Tað eru eini 4-5 ár síðan,
at vit fyrstu ferð settu
okkum í samband við kom
mununa um hetta. Tá ringdu
vit fyri at vita, um tey kundu
útvega okkum tøl fyri, hvus
su nógv fólk ringdu til tey
um íbúð. Tí kommunan eigur
nakrar íbúðir í Havnini, sum
verða leigaðar út. Men tey
føra ikki hagtøl yvir tað. Tað
er margháttligt, tá ið tú til
dømis hugsar um, hvussu
nógv hagtøl vit sjálvar føra.
Vit hava skyldu til at skjal
festa okkara arbeiði væl og
virðiliga. Tí kennist tað fyri
okkum løgið, at man ikki
skjalfestir ein so týðandi
trupulleika
aðrastaðni«,
sigur Nicolina Højgaard.
Styrkin í hesum yrkis
bólki er avgjørt, at heilsu
frøðingarnir eru teir einastu,
sum eru inni í hvørjum ein
asta barnaheimi í Føroyum.
Í hvørjum einasta heimi,
har eitt barn verður føtt, eru
tær til staðar. Og tær kanna
hvørt einasta skúlabarn í
landinum, og tosa við tey.
Sostatt er eingin ivi um,
at
samfelagið
eigur
ein
virðismiklan lykil til før
oysku familjurnar. Tess meiri
margháttligt er tað sostatt
eisini, tá ið eingin myndug
leiki vil taka sær av einum
trupulleika,
sum
alsamt
oftari kemur fram í ljósmála,
tá hurðin fer upp.