týsdagur 11. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Deyðiligheitin tvífalt so høg
sum í norðurlondum annars
Grønlendingar verða nú líka so ofta raktir av
krabbameini, sum eitt nú danir, finnar, sviar,
norðmenn og íslendingar. Men, vandin fyri
at doyggja av krabbameini er nógv størri í
Grønlandi enn í øðrum norðurlondum.
Vilmund Jacobsen
- Tað er tí neyðugt at kanna
krabbameinstilgongdina í Grøn
landi nærri, siga granskarar aftan
fyri eina kanning og greining av
viðurskiftunum.
Vandin fyri, at grønlendingar
fáa krabbamein er øktur í tíðar
skeiðnum 1983-2014 og er nú á sama
støði sum vandin í øðrum norður
londum.
Fleiri og fleiri grønlendingar
fáa krabbamein, og vandin fyri
at doyggja av sjúkuni er tvífalt so
stórur í Grønlandi sum eitt nú í
Danmark og øðrum norðurlondum.
Tað vísir ein greining og kanning,
sum Umbreen Yousaf, yvirlækni í
oknologi á Haugesund Sjúkrahúsi í
Noregi, hevur gjørt í samstarvi við
Kræftens Bekæmpelse og Statens
Institut fyri Fólkaheilsu.
Greiningin er júst útgivin í vís
undaliga tíðarritinum, EClinical
Medicine.
- Tað er ræðandi, at deyðiligheitin
í Grønlandi er so nógv hægri enn í
øðrum norðurlondum. Hetta er ein
álvarsom støða, og vit noyðast at
hyggja eftir, hvør orsøkin til hetta
er, sigur Umbreen Yousaf, sum er
høvuðsrithøvundur til greiningina.
Alt tíðarskeiðið frá 1983 til 2014
doyðu tilsamans 204 kvinnur og 229
menn í Grønlandi av krabbameini
– roknað yvir hvørjar 100.000
íbúgvar.
Í øðrum norðurlondum doyðu í
sama tíðarskeiði 97 kvinnur og 135
menn av hvørjum 100.000.
Ymisk sløg
Greiningin vísir, at stórur munur er
á krabbameinssløgunum, sum raka
fólk í Grønlandi og í norðurlondum
annars.
- Vandin fyri, at grønlendingar
doyggja av krabbameini í anda
gøgnum – serliga av lungnakrabba
- er nógv størri enn í øðrum norður
londum. Sama er við krabbameini
í sodningargøgnum, sum eitt nú
vælindi, maga, brisi og livur. Har
aftrat er títtleikin av krabbameini
millum grønlendingar størri í eitt
nú varrum, munnholu og svølgi,
sigur Umbreen Yousaf.
Á hinari síðuni er vandin fyri
prostatakrabba,
bróstkrabba,
móðurmerkjakrabba og blóðkrabba
minni í Grønlandi enn í øðrum
norðurlondum.
Yvirlæknin sigur, at samlaði
krabbameinsvandin millum grøn
lendingar er øktur árini 1983 til 2014
og er nú á støði við vandan í øðrum
norðurlondum.
Ein av orsøkunum, sigur Um
breen Yousaf, kann vera, at grøn
lendingar í hesum tíðarskeiði eru
farnir at liva meira ”vesturlendskt”.
- Har grønlendingar áður livdu
av mati úr havinum, eta teir nú í
størri mun feitari og søtari mat,
og tað hevur helst sína ávirkan á
vandan fyri at menna krabbamein.
Umbreen Yousaf vísir á, at lívs
stílsviðurskifti í Grønlandi sum eitt
nú royking og alkohol kunnu hava
sína ávirkan, og greiningin vísir
eisini, at tilburðirnir av lungna
krabba eru øktir.
Nordcan-dátustovnur
Grønlendsku hagtølini stava frá tí,
sum danir rópa ”cancerregisteret” og
”dødsårsagsregisteret”, og hagtølini
eru
partur
av
norðurlendska
krabbameinsdatabasanum, Nord
can (www.ancr.nu), sum hevur
upplýsingar um krabbameinstil
burðir og deyðiligheit í øllum norð
urlondum.
- Nú ber til at fylgja við, hvussu
títtleikin av krabbamstilburðum
og deyðsføllum av krabbameini er í
Grønlandi samanborið við støðuna
í Danmark og øðrum norðurlond
um, sigur yvirlæknin.
Gerda Engholm, sum starvast
hjá Kræftens Bekæmpelse og sum
eisini hevur verið við í greiningini
av støðuni í Grønlandi, sigur, at
tølini kunnu brúkast til at fremja
átøk, ið kunnu viðvirka til at tálma
gongdina í Grønlandi.
Umbreen Yousaf heldur, at tað
avgjørt er tørvur á at styrkja til
búgvingina móti krabbameini í
Grønlandi, eins og neyðugt er at
greina, hví deyðiligheitin millum
grønlendingar, raktir av krabba
meini, er so høg.
- Vit áttu at hugt niður í
smálutirnar,
hvussu
viðgerðin
og uppfylgingin av krabbameins
sjúklingum er í Grønlandi. Ein slík
kanning hevði kanska givið okkum
ábendingar um, hvørji átøk møgu
liga skulu gerast fyri at minka um
deyðiligheitina,
sigur
Umbreen
Yousaf.
Tað siga tølini
Í Grønlandi búgva 55.000 fólk, og
her eru umleið 200 krabbameins
tilburðir um árið, harav 110 doyggja
av sjúkuni.
Í Danmark búgva 5,7 miljónir
fólk, og her verða umleið 37.000
rakt av krabbameini um árið, harav
15.500 doyggja av sjúkuni.
Í norðurlondum búgva tilsam
ans 26,5 miljónir fólk, og her eru
umleið 150.000 tilburðir av krabba
meini um árið, harav 61.500 doyggja
av sjúkuni.
Vandin fyri at doyggja av
krabbameini í Grønlandi er nevni
liga tvífalt so stórur sum í norður
londum annars.
Í Grønlandi vóru árini 1983 til
2014 tilsamans 4.716 nýggir tilburð
ir av krabbameini, og í sama tíðar
skeiði doyðu 3.231 fólk av sjúkuni.
www.cancer.dk
HEILSA
Krabbamein í Grønlandi