týsdagur 25. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sagt verður mangan at tala er silvur,
meðan tøgn er gull. Og hóast tað er
umráðandi at duga at avlesa, nær frægast
er at tiga, so er tað at tala saman tað
virðismiklasta amboðið vit eiga, tá ið
krabbamein hálar teppið undan familjum.
Vit tosa við sjúkrarøktarfrøðingar frá
Krabbameinsfelagum um tað, sum kann
vera so ringt at tosa um, men sum undir
røttu umstøðunum kann vera við til at
hjálpa einari familju í kreppu
Har finst eitt orð í føroyska mál
inum, sum ikki er sinnað at flyta
seg úr stað. Tvørturímóti heldur
tað fast við at vísa aftur til eitt
tíðarskeið í søgu okkara, har orðið
var tað sama sum ein deyðadómur.
Krabbamein er orðið. Og tað ger
eftir øllum at døma ikki stórvegis
mun, at útlitini fyri at gerast frískur
av krabbameini eru munandi betur
í dag.
Tí viðgerðirnar og útlitini menn
ast. Men tann gamla ræðslan hong
ur við orðinum. Tað eru tey heilt
fáu, sum kunnu siga seg frí fyri
onkrum slag av ótta, gásarholdi ella
kensluligum órógvi, tá ið júst hetta
orðið verður tikið upp á tungu. Tað
vita sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið
mynda krabbameinsfelagið.
»Orðið krabbamein er so ógvu
liga negativt tengt orð. Tað vekir
tankar um deyðan beinavegin. Tað
ger tað hjá øllum, bæði hjá vaksn
um og børnum, sjúklingum, avvar
andi og uttanfyristandandi«, siga
sjúkrarøktarfrøðingarnir
Jansy
Gaardlykke og Sólrun Jacobsen,
sum starvast í Krabbameinsfel
agnum og hava drúgvar royndir á
økinum. Dagliga arbeiði teirra, at
geva krabbameinssjúklingum góða
sjúkrarøkt, fevnir eisini um familju
og avvarðandi.
»Fyrr var tað soleiðis, at tey
flestu doyðu av krabbameini. So
leiðis er tað tíbetur ikki í dag, har
nógv gerast frísk aftur. Av tí at við
gerðirnar eru vorðnar so nógv betri,
eru munandi færri, sum doyggja
av krabbameini í dag í mun til fyrr.
Hóast útlitini eru betur, er tað tó
framvegis soleiðis, at tess fyrri tú
kemur til viðgerðar, tess betri eru
tíni útlit fyri at gerast frískur«,
leggja royndu sjúkrarøktarfrøð
ingarnir aftrat.
Men tær gomlu merkingarnar
hava framvegis hug at spøkja rund
anum hetta orðið. Hóast vit ikki
hava líka góðar grundir til at ræð
ast orðið í dag, so er tó sumt, sum
stendur við: »Tað er framvegis ein
álvarslig sjúka, sum fólk doyggja
av. Eisini ung og børn. Og tað er
syrgiligt, tá tað kemur fyri. So har
er sjálvandi ein grund til, at fólk
ræðast«
At taka hond um kaos
Hetta er ein av mongu grundunum
til, at Krabbameinsfelagið varð sett
á stovn. Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hjálpa fólki, ið eru rakt av krabba
meini.
»Fyri tey allarflestu er tað ein
skelkur at fáa staðfest krabbamein.
Teppið verður hálað undan tær,
og lívsgleðin og lívsmótið verður
hótt. Alt broytist - ikki minst ger
andisdagurin. Alt verður knappliga
øðrvísi, og lívið verður merkt av
ótta og óvissu. Og tá stinga nógvir
spurningar seg upp: Verði eg frísk?
Hvat nú, um eg ikki toli kemo?
Hvussu við børnunum? Tilveran
fyllist av ivamálum. Og tað er nógv
ymiskt sum tey, ið eru rakt, ringja
til sjúkrarøktarfrøðingarnir um.
Ofta ringja tey, uttan at vita ítøki
liga, hvat tey skulu spyrja um. Og
soleiðis vil tað ofta vera. Tí har er
so nógv at hugsa um og ivast í, og
ofta eru tey mestsum yvirtikin av
kollveltu støðuni. Tá er tað okkara
uppgáva at spyrja og úgreina,
hvørji ivamálini, trupulleikarnir og
tørvirnir eru. Tað vil siga at hjálpa
við at skilja tingini eitt sindur at, og
so royna at skipa kaosið, tey eru í«,
siga sjúkrarøktarfrøðingarnir.
»Í møtinum við fólk, ið eru rakt
av krabbameini og teirra avvarð
andi stremba vit eisini eftir at
hjálpa teimum at finna meining í
meiningsloysinum. At vit við okk
ara arbeiði kunnu vera tann platt
formurin, ið fær tey at fáa styrki og
mót til at seta hol á tað, sum kann
vera svárt og pínufult«, leggja tær
aftrat.
Í tílíkum arbeiði mugu serligir
fakligir førleikar til:
»Útbúgvingargrundarlag okkara
er sjúkrarøktarfrøðin. Og tað er ein
fantastiska góð basisútbúgving at
hava. Tí hon er so alfevnandi. Út
búgvingin hevur jú bæði við sjúku
og umsorgan at gera. Tú kanst fara
so víða við henni«
Jansy Gaardlykke er dagligur
leiðari og ráðgevi í Krabbameins
felagnum.
Aftrat
sjúkrarøktar
frøðiligu basisútbúgvingini hevur
hon nomið sær eina terapeutiska
eftirútbúgving. Og so hevur hon
starvast hjá Krabbameinsfelagnum
í 22 ár.
Sólrun Jacobsen hevur somu
basisútbúgving, men hevur serút
búgving innan palliatión. Tað vil
siga innan tað økið, sum hevur við
linnandi røkt at gera. Eisini hon
hevur drúgvar royndir á økinum, tí
hon hevur starvast leingi á Lands
sjúkrahúsinum,
serliga
innan
krabbameinsøkið.
»Tað geri eg nógv brúk av, tá
eg arbeiði her. Tað hevur nógv at
siga, at tú veitst, hvussu tingini
fungera, hvussu viðgerðin fer fram
og hvørji árin og hjáárin eru. Tað er
mær ein stór hjálp at kenna skip
anina innanífrá. Á tann hátt fáa vit
jú eisini formidlað neyðugu kon
taktirnar«, sigur Sólrun Jacobsen.
Og tað at fáa samband í lag mill
um sjúklingar og stovnar er ein
týdningarmikil leiklutur hjá sjúkra
røktini í felagnum.
»Eitt gott dømi kann vera tá ið
sjúklingar koma heim aftur frá
viðgerðini í Danmark. Teir vita
ofta ikki, hvar teir hoyra heima
í skipanini, og hvønn teir skulu
venda sær til. Við tað at vit kenna
skipanina, kunnu vit taka okkum
av at fáa samband og samstarv í
lag við alt heilsuverkið - tað verði
seg samstarvið við Landssjúkra
húsið, heimarøktina, Almannastov
una, Hvíldarheimið ella Sjúklinga
hotellið í Danmark og í Íslandi. Tað
er lætt hjá okkum at fáa samband
við hesi fólkini og á tann hátt hjálpa
tí sjúka at koma inn í skipanina
aftur«, greiða tær frá.
Krabbameinsfelagið
er longdi armurin
hjá tí almenna
Hetta er tó bara ein av mongu tæn
astunum og endamálunum hjá
felagnum, ið hevur eina breiða viftu
av nógvum ymiskum tilboðum.
»Vit veita aðrar tænastur, sum
tað almenna og heilsuverkið ann
ars ikki fær tikið sær av. Á tann hátt
eru vit ein longdur armur hjá teim
um. Tað er eitt ískoyti til allar tær
tænastur, sum verða veittar sjúkl
ingum inni í heilsuverkinum. At vit
øll kunnu standa saman um tann
sjúka og tey avvarandi er ómetaliga
virðismikið«, siga tær. Tær gera tó
samstundis vart við, at Krabba
meinsfelagið hevur bert samband
við tey, ið seta seg í samband við
felagið. Tí Krabbameinsfelagið fær
ikki at vita um øll fólk, sum fáa
staðfest krabbamein í Føroyum.
»Endamálið hjá Krabbameins
felagnum er at hjálpa krabbameins
sjúklingum og teirra avvarandi, at
stuðla gransking, upplýsa um sjúk
una og hvussu hon kann fyribyrgj
ast. Men endamálið er eisini at
ávirka myndugleikarnar til at betra
um økið. Tí vit fáa nógva vitan frá
øllum teimum mongu, sum venda
sær til felagið og frá teimum vit
hava samband við. Bæði vitan um,
hvat er gott, og hvat er minni gott,
og vit síggja tað sum okkara skyldu
at brúka ta vitanina til at ávirka
myndugleikarnar til at betra um
økið. Tað er tað, sum krabbameins
felagið hevur gjørt, síðan tað varð
stovnað«, greiðar tær frá og vísa til,
at mangir batar eru gjørdir millum
ár og dag.
»Áðrenn 1992 vórðu allir krabba
meinssjúklingar til dømis sendir
av landinum til Danmarkar. Og tað
kanst tú ímynda tær, at tað er ikki
lætt at verða sendur av landinum
til eitt annað land, har tú noyðist
at tosa eitt annað mál, og har tú ert
burtur frá familju, kenningum, egn
um heimi og øllum tí, sum tú kenn
ir. Tað er jú ræðuligt at fáa staðfest
eina sjúku, har lív og deyði er í spæl,
og so, omaná tað, at fara av landin
um til eitt ókent umhvørvi«, siga
tær.
Ein annar partur av
sjúkrarøktini
Men hvør er so munurin á arbeið
inum sum sjúkrarøktarfrøðingur í
Krabbameinsfelagnum og at starv
ast
sum
sjúkrarøktarfrøðingur
aðrastaðni?
»Okkara vinkul uppá sjúkrarøkt
ina er øðrvísi við tað at vit ikki taka
okkum av kliniska arbeiðinum,
sum til dømis tað at skifta sár,
vaska sjúklinginum, geva heilivág
og annað. Tann partin av tí grund
leggjandi sjúkrarøktini gera vit
Millum lív og deyða er
samtala ofta virðismiklasta
amboðið, vit eiga