Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. september 2018 · Nr. 111 ikki. Okkara fremsta sjúkra­røkt­ ara­amboð er sam­talan. Og tað er grund­leggj­andi sjúkra­røkt, kanst tú siga«, greiða tær frá og sipa til, at sam­tala og um­sorg­an er ein av horna­stein­un­um í sjúkrarøktini. »Tað er ofta tað fyrsta, siga tær. At vit tosa saman. Um vit skulu kenna teirra tørv, so verður sam­ tal­an av tí sama tað amboðið, sum er í miðdeplinum« Eftir eina avklárandi samrøðu eru tilboðini nógv í at velja. Sera nógv, tá ið hugsað verður um, at Krabbameinsfelagið hevur tveir sjúkr­a­røktarfrøðingar í føst­um starvið, umframt eitt skriv­stovu­ fólk nakrar tímar um vikuna. »Vit hava eina rúgvu av ymiskum tilboðum. Bæði til sjúklingar og av­ var­andi. Vit hava til dømis ymsk­ar samrøðubólkar, bólkar fyri sjúkl­ ing­ar, bólkar fyri avvarandi, og bólk­ar fyri fólk, sum hava mist. Eis­ini ber til at koma í samband við tey sjálvbodnu hjá felagnum, sum hava skipað seg í ymiskar bólkar, alt eftir hvørja sjúku tey eru rakt av. Og so skipa vit fyri skeiðum og fyri­lestrum, sum venda sær til bæði almenn­ingin, fakfólk og fólk, ið eru rakt av krabbameini«, siga tær og vísa á, at har er ein góð grund til, at tiltøk­ini fevna so víða: »Krabbamein rakar so breitt, og tað rakar meint. Tað er ikki bert tann sjúki, ið gerst sjúkur – tað rak­ar alla familjuna, sum kemur í eina trupla og torføra støðu. Ofta er tað onkur í familjuni, sum ringir fyrst til felagið fyri at fáa ráð og veg­leiðing. Og tað kann vera nógv ym­iskt, tey hava tørv á at fáa hjálp til. Tað kann til dømis vera tað fíggj­arliga, sum er farið av kós. Tí tá ið tú gerst sjúkur, so vil tað ofta hava ávirkan á fíggjarstøðuna. Tað kunnu tey hava tørv á at tosa um, og so kunnu vit heita á sosial­ráð­ gev­an hjá okkum um at práta við tey og at vegleiða teimum. Tað kann eisini vera soleiðis, at lívið beint tá er eitt stórt kaos alt sum tað er, og at tey bara hava brúk fyri at fáa sett orð á tingini fyri líka­sum at fáa sett system í kaosið hjá teim­ um«, siga tær.   »Ofta ringja foreldur eisini inn, tí tey eru ørkymlaði um børnini í støðuni, altso um hvussu tey skulu lofta teimum, og um tey nú geva teimum tað, sum tey hava tørv á. Vit bjóða okkum eisini at at fara út á skúlar og stovnar at ráðgeva og vegleiða um, hvussu man tekur hond um ta krabbameinsraktu familj­una við børnum – bæði við sjúku og deyða. Tað er alt eftir tørvi. Krabba­meinsfelagið er sostatt ein brikkur í eini størri heild. Tess fleiri vit eru rundanum tey sum eru rakt, tess betri verða tey tikin hond um. Vit kunnu vera við til at sam­ skipa samstarvið millum til dømis heilsufrøðingar, lærarar, Krabba­ meins­felagið og foreldur«, greiða tær frá.  Samtalan er gull Jansy Gardlykke og Sólrun Jacob­ sen eru sostatt vanar at arbeiða í tí, sum tær rópa krossøkið millum lív og deyða. Samstundis arbeiða tær í einum øðrum krossøki, nevni­liga millum tað fakliga og tað per­són­ liga. Og miðskeiðis í øllum tí er tað sam­tal­an, tað at tala saman, sum knýt­ir alt saman. »Vit bjóða eisini familju­sam­røð­ ur. Tað kann vera gott hjá familjum at fáa eitt høvi til at tosa nærri um tað, sum fyllir. Tað kann ofta vera trupult at finna stundir og yvir­ høvur at taka stig til hetta í ger­ andis­degnum. Ofta er tað eisini so­leiðis, at foreldrini stúra fyri at gera børnini meiri kedd. Og tí kunnu tey hava lyndi til at verja tey og vilja ikki pádraga teimum meiri pínu, enn tey longu hava frammanundan. Tá kann tað vera ein hjálp at seta seg saman her hjá okkum, har vit eru til staðar og seta teimum nakrar spurningar. Har vit halda meiri fast í teimum torføru samtalunum, sum ofta eru neyðugar, men sum sjúklingar og avvarandi kanska kunnu hava lyndi til annars at vilja sleppa sær burturúr, ella ikki hava orku til«, greiða tær frá og gera samstundis vart við, at tað í stóran mun snýr seg um at skapa góðar og tryggar rammur fyri prátinum.  »Vit eru har til at halda fokus og tryggja rammurnar rundanum prátið. Og tað úrslitar ofta í, at fólk fáa innlit í hvønn annan. Bara tað at hoyra, hvat hvør annar situr við, tað kann vera við til at avklára mangt og harvið lætta um. Tað sum er við tí, tað er eisini, at tá ið ein familja kemur í eina slíka kreppu, so vilja familjulimirnir ofta vera staddir á hvør sínum stað. Tað er púra natúrligt. Summi eru ør­kyml­ aði, summi eru ill, meðan onnur eru kedd. Av tí sama verjir man hvønn annan og tosar kanska ikki saman, tí man ikki veit, hvussu tað skal handfarast. Man vil til dømis ikki vera illur við onkran, sum er keddur«, siga tær og vísa til, atlitini ofta kunnu vera mong og verða tikin frá øllum síðum.  »Børnini verja eisini foreldrini. So tað gongur báðar vegir. Hetta gong­ur eisini fyri seg millum systk­in. Og á tann hátta kann tað vera ein hjálp, at vit koma inn sum uttan­fyristandandi og loysa tað torføra og svára meiri upp fyri familj­una. So verður tað ofta meiri opið, og tey skilja hvønn annan bet­ ur. Tað ger eisini, at tá tey so fara heim, hava tey lættari við at taka tey evni upp aftur, sum tey hava tosað um undir samrøðuni«, siga tær og vísa á, at samtalurnar kunnu gera stóran mun.  »Tað sum er serliga gott við hesum, tað er at tað styrkir saman­ haldið, og tey hava eina kenslu av, at tey standa saman sum familja, og at einsemiskenslan minkar ella hvørvur«, siga tær og gera vart við, at sjúkrarøktin er eitt tilboð, sum familjurnar fáa meðan sjúkan er og um familjan endar við at missa tann sjúka. »Tá fólk seta seg í samband við felagið, tað verði seg sjúk ella av­ varðandi, bjóða vit teimum ofta at koma til eina avklárandi samrøðu, sum snýr seg um at finna útav, hvat vit kunnu hjálpa við. Hvat hava tey tørv á. Tað kann til dømis vera at tosa við onkran, sum hevur verið úti fyri tí sama. Og her hava vit eina rúgvu av sjálvbodnum, sum sjálvi hava verið sjúk, og sum gera eitt stórt arbeiði. Tey eru ómetaliga virðismikil at hava. Tí vit eru professionellar, tað vil siga, at okkara førleikar røkka bara til eitt vist. Hjá summum sjúklingum og avvarandi kann tann seinasti parturin tískil mangla, nevniliga tað at sleppa at práta við onkran, sum hevur verið ígjøgnum tað sama. Tað er ofta sera gevandi. Fyri tað fyrsta at sleppa at síggja onkran, sum er vorðin frískur og hevur tað gott. Tað gevur lívsmót. At sleppa at hoyra, hvussu viðkomandi hevði tað, hvussu hann ella hon hugsar og hvussu tey eru komin har til, sum tey eru í dag«, enda tær.  Tøgn er silvur Men um tú ikki hevur fakligu før­ leikarnar og royndirnar, men bara er ein vanligur borgari, hvussu er tá best at vera um fólk, sum eru rakt av krabbameini? »Tað er ringt at koma við ítøki­ ligari loysn, sum riggar til allar støður. Men vit kunnu siga, at tað týdn­ingarmikla er at vera tann, sum tú plagar at vera yvirfyri við­ komandi. Og tað vil hinvegin siga, at tú ikki skalt royna at vera nakað annað: tí tað vil ofta kunna merkja tann, sum er sjúkur. Alt botnar sjálv­andi í, at tú vilt gera tað so gott sum til ber. Tú vilt ikki gera støð­ una verri hjá tí, sum er sjúkur. Man vil allatíð taka atlit. Sjálvt um tú arbeiðir í hesum feltinum so leingi sum vit, so kann tað onkuntíð fram­ vegis vera torført at vita akkurát, hvussu tú skalt handfara støður«, greiða tær frá, men vísa samstundis á, at tað snýr seg um at tora, og at tað ofta kann vísa seg at vera meiri líka­til, enn fólk ganga og stúra fyri. »Tað er umráðandi at man torir at taka samband. Tað er ongin føst uppskrift. Tú mást føla teg fram, heldur enn at leita eftir eini upp­ skrift at lena teg afturá. Og hóast Jansy Gaardlykke og Sólrun Jacob­ sen hava bæði útbúgving og roynd­ ir, so er hetta kravið eisini galdandi í teirra arbeiði. »Í hesum starvinum kunnu vit ongantíð loyva okkum at lata samrøður blíva til eina rutinu«, stað­festa tær og vísa á, at intui­ tiónin og royndirnar mugu setast í stað­in fyri rutinu. Alment er tilgongdin til sjúkl­ ing­ar tó broytt í mun til fyrr. »Fyrr var avbjóðingin tann, at man ikki tordi at nærkast sjúkl­ ing­um og til dømis seta hol á eina sam­røðu. So varð skrivað og tosað meira alment um hetta, at tú ikki skalt vera bangin fyri at uppsøkja tey, sum eru rakt. Men hinvegin hoyra vit onkuntíð eisini, at tað stund­um kann blíva ov nógv. At man ikki fær frið. Til dømis um tú sum sjúklingur fert í eina veitslu ella í ein føðingardag, og so tú so verð­ur yvirrendur av fólki, sum spyrja inn til tað. Tað er alt samalt í góð­ari meining, eingin ivi um tað. Men um tú til dømis ert farin út fyri at gloyma trupulleikarnar eina løtu, so kann tað akkurát tá vera ein trupulleiki, um øll koma til tín. So vit mugu eisini royna at hava eitt sindur av flair fyri, hvat søm­ir seg at gera í ymsu støðunum. Altso er tað til dømis beint nú, eg skal spyrja viðkomandi, hvussu hann ella hon hevur tað, tá ið hann sit­ur og hugnar sær í einari stórari veitslu«, greiða Jansy Gaardlykke og Sólrun Jacobsen frá. Í krossøkinum millum tað fak­ liga og persónliga hevur intuitiónin, og hvussu vit møta menniskjum, nógv at siga  »Tað ræður um at vera til­vit­að­ur um, hvat tað vil siga at vera með­ menn­iskja og menn­iskjans­ligur. Tú mást allatíðina brúka intuitiónina í sam­skiftinum og í møtinum við menn­iskju«, siga tær. »Intutiónin er grundleggjandi í sjúkra­røktini. Og vit brúka hana at kalla alla tíðina. Tá ið man er so vanur við at vera til staðar í møt­ in­um við eitt annað menniskja, so verð­ur intuitiónin onkursvegna eis­ ini tað meiri útviklað. Tað ber ikki til at skriva alt niður og koyra alt í kass­ar frammanundan í møtinum við onnur menniskju. Tú kanst ikki hava manualar til alt, serliga ikki tá ið tú arbeiðir við menniskjum, og tí noyðist tú at brúka teg sjálvan. Tína vitan og títt vit og skil. Tað vil siga bæði fakliga og persónliga. Í hesum starvinum arbeiðir tú jú eisini alla tíð í krossfeltinum mill­ um tað persónliga og tað fakliga. Tað ber illa til at skilja hesi at, tá ið tú hevur við menniskju at gera. Tú mást brúka tína fakligu og tína persónligu vitan. Og tá mennist intuitiónin av sær sjálv­ um«, greiða tær frá, men minna eisini á, at hóast tær eru útbún­ir sjúkra­røktarfrøðingar og tera­peut­ ar við royndum, so eru tær ikki ekspertarnir. Tí í roynd og veru er tað sjúklingurin, sum er eks­pert­ur­ in í sínum egna lívi.   »Vit eru meiri at rokna sum ein gestur. Vit kunnu kanska eisini siga: Ein skikkaður gestur, sum er til fyri teirra skyld«, leggja tær aftrat.  Hetta vil jú alt samalt eisini siga, at man er vitni. Og tað er ein ann­ar partur av søguni. Tí hvussu fyri­ held­ur man seg persónliga til tað, sum man er vitni til? Slepst undan at taka torførar upplivingar inn at sær og heim við? »Man er bara eitt menniskja, so tað er klárt, at tú tekur ting inn at tær. At vera vitni til torføru støð­ una fólk eru í, kann vera ómetaliga svárt. Summar støður fara meiri inn undir húðina enn aðrar. Tað vil so vera, og tað er púra natúrligt, hó­ast tað kann vera hart. Men tá ið tú hevur arbeitt nógv ár, so dug­ ir tú eisini betur at leggja ting frá tær, hóast tú ikki fært skilt tí heilt knívskorið at. Og tað skal man held­ ur ikki«, sigur Jansy Gaard­lykke.  »Eg plagi at siga, at tann dagin eg hangi mín kittul uppá krókin og fari heim og slettis ikki hugsi um mítt arbeiði, tá haldi eg, at tá er tíð at gevast. Tí tað eru støður, sum fara inn undir húðina, og tað haldi eg, man skal loyva. Hinvegin mást tú syrgja fyri, at tað ikki fyllir so nógv, at tú gerst óarbeiðsfør«, legg­ ur Sólrun Jacobsen aftrat. Tí eru tær ómetaliga glaðar fyri at fáa regluliga supervisión. Tað hevur stóran týdning fyri, at tær kunnu mennast og framhaldandi veita góða sjúkrarøkt, siga tær at enda.