Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 10 alt andlitið og vøddastyrkin er minkað. Eg fekk í byrjanini illa etið og drukkið, men tað klári eg nú. Eg fái tó ikki smílst ordiligt ella blunka við høgra eyga, so eg sovi við eyganum opnum fyri tíðina, men tó er nervapínan tann ringasta. Sjálvandi er tað keðiligt at hava lammilsi í andlitinum, men eg fái gott tosa, so hetta ávirkar meg ikki nógv. Men vónandi gongur hetta yvir skjótt, sigur Mirjam Kambsskarð um heilsustøðuna í løtuni. Dagin eftir at lesarabrævið hevði verið í fjølmiðlunum, bleiv Mirjam Kambsskarð tó uppringd av einum øðrum sklerosusjúklingi, ið visti at siga, at nú var ein neurologur á vitjan í Føroyum. Mirjam Kambsskarð gjørdi skjótt av og fekk eina tíð hjá serlæknanum. - Hann sá beinanvegin, at lammilsi hjá mær ikki líktist tí hjá vanligum sklerosusjúklingum. Í staðin fekk hann illgruna um, at talan var um okkurt slag av virus. Tí bleiv eg send til oyrnalækna, ið staðfesti, at so var. Eitt virus hevði sett seg í oyra, og ávirkaði tað alt andlitið, greiðir hon frá. Áðrenn hon fekk frænir um, at ein sklerosulækni var í Føroyum, hevði Mirjam Kambsskarð tó verið hjá einum øðrum lækna, ið hevði staðfest, at sklerosan var orsøkin til lammilsi. Í dag øtast hon um hesa niðurstøðu. - Um serlæknin ikki varnaðist, at talan var um eitt virus, so hevði endin kunna verið, at eg fekk varandi mein av virusinum. Tíbetur var ein neurologur her, ið visti betri. Men hetta undirstrikar bara, hvussu týdningarmikið tað er, at vit hava teir ymsu læknarnir her í Føroyum, so at teir kunnu fanga slíkt, sigur Mirjam Kambsskarð. Betri í Danmark Júst munurin hvussu tað er at liva við sjúkuni í Danmark og Føroyum er nakað, ið fyllur nógv hjá Mirjam Kambsskarð, nú hon er heima í barsil. Tí meðan hon hevur atgongd til serfrøðingar innan sklerosu í Danmark, so hava Føroyar ikki eingongd so mikið sum ein neurolog, ið kann halda eyga við føroysku sjúklingunum. - Tað er sera stórur munur á at fáa eitt attak í Føroyum og í Keypmannahavn, har sum eg búgvi og havi lækna. Eg gangi ikki bert til kontroll hjá einum neurologi, men einum neurologi sum hevur serkunnleika í sklerosu. Hetta er ikki í Føroyum, tí vit hava ikki eingongd ein neurolog, sigur Mirjam Kambsskarð. Hon leggur dent á, at av tí, at hon vanliga er búsitandi í Danmark, so er hon ikki heilt greið yvir hvussu støðan er hjá øllum sklerosusjúklingum í Føroyum, og vísir á, at tað væl kann vera, at nakrir av føroyskum sjúklingunum eru nøgdir við verandi skipan. Óskiljandi Sjálv er hon tó av tí sannføring, at støðan kundi verið munandi betri í Føroyum, og gevur politikarunum skyldina fyri ringu støðuna í føroyska heilsuverkinum. - Eg vil ikki grenja ov nógv, men eg havi so trupult við at skilja, hví vit ikki royna at gera alt fyri betra um støðuna á sjúkrahúsunum her í Føroyum. Hetta økið eigur í einum vælferðarsamfelagi at vera raðfest fram um alt annað, sum raðfest verður. Hetta er uttan iva tað mest umráðandi økið, tí hetta snýr seg um mannalív, sigur hon og leggur afturat. - So nógvir føroyingar liva við kroniskari sjúku og krabbamein. Hesi fólkini hava tað ikki lætt, og tískil mugu vit sum samfelag, royna at gera alt, sum vit kunnu og meiri fyri hjálpa teimum. Vit skulu stremba eftir at hava tað best møguliga heilsuverkið, men í staðin tykist tað sum um, at politikarar ynskja at ignorera trupulleikan og gera so lítið sum gjørligt, so leingi sjúkrahúsið bara stendur uppi. Veruleikin er tó, at Landssjúkrahúsið er við at skrambla saman. Hon vísir á, at um man skal veita sama støði av viðgerð sum í Danmark, so er neyðugt at trífalda talið av serlæknum. Men heldur enn at gera nakað við hetta, so velur almenna Føroyar í staðin at byggja tunlar. - Vit byggja tunlar og vegir runt í landinum, sum um at tað er ein mannarættur at hava so stutta leið sum møguligt til arbeiðis. Bert ein partur av øllum hasum pengunum høvdu gjørt ein sera stóran mun fyri sjúklingarnar, sum vit hava í Føroyum, sigur Mirjam Kambsskarð. Tvey ár Tað eru tvey ár liðin síðan Mirjam Kambsskarð fyrstu ferð varnaðist, at okkurt var áfatt við likaminum og fekk staðfest sjúkuna, ið nú er vorðin ein so stórur partur av hennara lívi. Ein sjúka, ið hevur sett spor á likamið og gjørt, at pína er vorðin ein partur av lívinum og orkan er vorðin minni. Og ein sjúka, ið ger at framtíðin er óviss. - Eg veit ikki, hvussu mín framtíð sær út, ella hvussu longi eg fari at vera arbeiðsfør. Sjúkuútlitini eru ikki løtt at spáa um, men eg havi ikki tørv á eina forsøgn, tí eg veit, at hvat enn hendir, so verður mítt lív gott, tí Gud er við mær. Eg komi frá einari fantastiska familju, havi eitt gott hjúnaband og ein son, sum hevur givið okkara lív eina heilt aðra meining, sigur Mirjam Kambsskarð. Hóast tað til tíðir kann vera lætt at falla í fátt, tá sjúkan ger um seg, so er hon eisini við til at seta lívið í eitt øðrvísi ljós. - Eg havi lært nógv av hesari tíðini. Eg havi lært, at vit menniskju taka alt fyri givið, og at vit hava so nógv at vera takksom fyri. Sum til dømis mítt eyga, sum ikki kann vera ordiligt aftur fyri tíðina. Nær hugsa vit, at vit eru takksom fyri eginleikan at blunka, spyr Mirjam Kambsskarð og heldur fram. - Eg eri lívsglað og positiv, og havi ikki hug at grenja. Dagarnir og lagið er sjálvandi ymiskt, men eg haldi, at okkara hugburður til ein trupulleika, hevur størri týdning og avleiðingar enn sjálvur trupulleikin. Tú kanst stúra og gremja ein lítlan trupulleika til nakað nógv størri enn tað í veruleikanum er. Tí er tað eisini týdningarmikið at vera varin við, hvat vit siga. Tungan er sum lítil eldur, sum kann seta eld á stóran skóg. Tað kann hava stórar avleiðingar fyri títt lív, um tú bert tosar um negativ ting og trupulleikar. Hon dylur heldur ikki fyri, at hennara kristna trúgv er ein av orsøkunum til, at hon higartil hevur megnað nýggja lívið við álvarsomu sjúkuni. - Eg eri sera lívsglað, og mín gleði hevur verið mín styrki. Eg havi verið før fyri smílst og flent, hóast eg ikki hvønn dag havi havt tað gott, og tað er tí, at mín gleði er bygd á Jesus. Hann hevur ikki grøtt meg enn, men tað fer Hann. Um ikki her á jørðini, so tá eg komi heim. Inntil ta tíð, so hevur hann givið mær styrki, frið og gleði, sigur Mirjam Kambsskarð. HALLUR@SOSIALURIN.FO Serlæknin mátti siga tað tvær ferðir við meg. Trupulleikin var, at hann helt eg tók tað ov pent og vildi tryggja sær, at eg skilti, hvat hann segði. Men eg segði bert, at eg var samd og helt sjálv, at alt týddi á, at tað var hendan nervasjúkan