hósdagur 25. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
11
Eg var ung, tá eg fór í húspláss, var ógvuliga
smaðin. Tá eg kom haðar, stóð Ferdinand
har og fornemmaði mítt smædni. Hann fór
straks í gongd við sínum serliga fryntliga
og lívliga verimáta fyri at gera meg glaða.
Og tað gekk so at siga beinanvegin. Hetta
vóru tey deiligiastu menniskjuni, ið eg var
komin ímillum.
Ferdinand bleiv mín vinur burturav. Ja
eg kann saktans siga mín sjelavinur. Hann
vendi tí trista til tað interessanta og tí
keðilga til tað stuttliga, ja vit vóru ung og
býtt, sum tað æt tá. Hann vísti mær eitt
og annað:
»Hygg, hatta er Oskar frá Útvarpinum,
og hatta er Sofía mostur úr Dólgunum, har
er kioskin og har er hetta og hatta«.
Ja tað var gleði og gleimur, tryggleiki
og varmi at vera har ímillum so praktfull
menniskju – og ikki minni, børnini, ið vóru
lítli tá. Eitt ríkt lív fyri meg, ið var einabarn.
Ferdinand hevði ein trupulleika at
dragast við. Hevði so lætt við at fáa næsa
blóð, serliga tá hann drakk av tí váta slagn
um við sínum kammiratum.
Yngsti bróðurin Jóhann var tá altíð
klárur at fara í býin at hyggja eftir honum.
Onkuntíð fór eg við í lastbilinum, og skjótt
sóu vit hann, har hann sat og stríddist við
sítt næsablóð. So skjótt hann var komin
heim, steðgaði tað, og tað var hvørjaferð.
Tað fekk hann nógv pussigt burturúr. »Tað
kláraði læknin ikki at finna útav, hví?«
Vit vóru støðufastir vinir eftir at eg var
givin hjá góðu mammu og pápa hansara,
Olgu og Arkibald. Vit fóru sjálvsagt hvør
til sítt. Bleiv forlovað og hevði minni tíð til
lívligu og stuttligu samverurnar við Ferdi
nand. Vit møttust tó í býnum innímillum,
og eg síggi hann fyri mær standa har langt
burturi við tí breiða smílinum og ørmunum
úti.
Vit tosaðu saman, grótu saman og flentu
saman. Tað treyt ikki av góðum ráðum, ið
bara smeltaðu burt. Hann hevði dreymar,
og eg hevði dreymar, ið deilvíst eydnaðust
og deilvíst brustu.
Ferdinand var ein prúður vakur ungur
maður; sterkur, arbeiðssamur, hjálpsamur
og hjartaligur. Ein troystarfullur vinur.
Má friður hvíla yvir minnið hansara,
og má eydnan fylgja teimum, ið eftir eru,
víðari í lívinum.
Við djúpari samkenslu og takksemi
Birgith Clementsen
Steintomman, Steintóra ella Kristie, sum
vit plagdu at siga í okkara ungu døgum,
er farin, og tað er bæði tómt og oyðið
og ómetaliga tungt at missa ein klett, ið
varðaði av okkum stórum og smáum,
spjaddi hugna, fjálgaði um. Tú vart bæði
holl í ráðum og til reiðar at hjálpa víða hvar,
tá ið á stóð.
Eg minnist tað, sum var tað í gjár, fyrstu
ferð eg sá hana, á ólavsøku 1974, og undir
liðini á henni var hennara kærasta kæri,
Hans Petur, síggi tykkum standa arm í arm
mitt á Áarvegnum, myrkhærd, blíð og við
lýsandi eygum, sigandi vøkur orð við meg –
longu tá – og tit tóku meg við á langa ferð,
ruddaðu gøtur og bygdu varðar.
Hvør einasta løta í lívinum ger mun, og
lagnan vildi tað soleiðis, at vit báðar komu
tættari og tættari at hvør aðrari. Minnist,
sum var tað í gjár, tá ið vit báðar vaskaðu
eina heila íbúð bæði upp og niður niðri
á flatlondum at sissa okkum, meðan tað
fyrsta ommubarnið, ið vit fingu í felag, kom
í verðina, og lupu so av stað í ovfarakæti,
tá ið tað stóra undrið endiliga sá dagsins
ljós –eitt nýtt lív í hesum heimi - og henda
gentan, ið kom at eita eftir okkum báðum,
hevur síðan tá, saman við foreldrum og
systkjum, lýst okkum leiðina, gjørt lívið
lættari og átt okkara alsk.
Saman við tær kom eg longu á ungum
árum upp í ein herligan bólk av gentum ella
gellum ella vaksnum kvinnum, ið høvdu,
ið hvussu so er, tað í felag, at hava gingið
lið um lið í Hoydølum og seinni aftur í
lestrarárunum í Keypmannahavn. Hetta
vinalagið varð so líðandi til ein bindiklubba,
og í tí kompanínum er akkurát einki
problem at vera úr einum øðrum landi.
Har varð lítið bundið, men tess meiri bæði
prátað og flent, og saman náddu vit at
ferðast bæði til fjarskotin pláss her í tí
lítla oyggjalandinum og eisini uttanlands.
Sera minniligur er túrurin til Edinborgar,
har vit leigaðu eina íbúð mitt í býnum, og
har vit báðar deildu kamar. Sóu beint sum
vit komu inn á gólvið, at í okkara kamari
var ein breið dupultsong og lítið annað at
reiðrast í. Vit vildu báðar vera við, at tað
fór nokk at ganga, men seint á kvøldi við
niðurfaringartíð uppdaga vit, at har var
eisini einans ein dýna, og tá fingu vit ein
sovorðnan láturkrampa, at allur klubbin
endaði inni hjá okkum at forvitnast,
flenna og trároyna, hvussu har var at
liggja. Hvussu so var og ikki, so svóvu vit
av tí allarbresta, gingu Edinborg á tamb og
hugnaðu okkum av einslistum.
Minnini eru mong og góð, og eg, og so
mong onnur við mær, hava tær ómetaliga
nógv at takka fyri, bæði sum tann
vinkonan, tú vart, og sum tað gløgga og
hjálpsama fakfólkið, tí altíð vart tú góð
í ráðum og fírdi ikki fyri at bøta um, har
tað var neyðugt. Vit sakna teg so sáran, nú
heystið herjar á við óunniligum ælum og
illfýsnum hvirlum, men samstundis vita
vit, at tín góði maður, tykkara tríggir stóru
synir, verdøturnar og ommubørnini, tey, ið
stóðu tær allar nærmast, eru tey, ið bera
størstan harm í hjarta.
Góða vinkona. Vit munnu alla okkara
tíð bera ta virðing og tað hjálpsemi, ið tú
vísti okkum, við okkum inn á ókendar
gøtur. Tað lætta lyndið og hjartagóðskan,
ið var so eyðkend fyri teg, stendur eftir sum
ein varði, har til ber at finna lívd og linna.
Við djúpari samkenslu frá mær og Martin.
Tóra Tóroddsdóttir
Minningarorð um
Ferdinand Andreasen
Steintóra Samuelsen
1953 – 2018
Dreymastarvið finnur tú á in.fo