hósdagur 25. oktober 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
Sjálvandi er flatskat
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Aftur og aftur hava vit
seinastu vikurnar lisið á
sosialum miðlum, portal
um og nú eisini í einum
av stóru bløðunum, at
gamla flatskattaskipanin
hjá undanfarnu sam
gongu ikki er broytt.
Hetta er ósatt. Ikki bert
landsskattaskipanin er
broytt og vorðin meira
stigvaksandi. Eisini er
samtykt at gera fløtu pen
sjónsskattaskipanina
stigvaksandi
Trupulleikin er, at
verða eini ósannindi førd
fram nóg ofta, so kann al
menningurin fara at
trúgva hesum. Skrivi tí
hesa grein fyri at lýsa,
hvussu landsskatta- og
pensjónskattaskipanirn
ar eru broyttar av verandi
landsstýri og samgongu.
Javnari býti av
ríkidømi landsins
Eitt av høvuðsmálunum
hjá landsstýrinum og
samgonguni hevur frá
byrjan verið at býta ríki
dømi okkara javnari. Tí
hetta vil tryggja, at stóra
framgongdin seinastu
mongu árini vil koma øll
um til góðar, og tí, at vit
vilja tryggja, at ríkidømið
kemur út í hvørt heim.
Eitt javnari býti av virðu
num í einum samfelag vil
eisini tryggja eina meira
støðuga samfelagsliga
menning og búskaparliga
framgongd. Hetta hava
Norðurlond prógvað, í
mun til gongdina í altjóða
samfelagnum, ferð eftir
ferð.
Flatskattaskipanin
í landsskattinum –
avtikin 1. jan. 2016!
Tað hevur aftur og aftur
verið ført fram av and
støðupolitikarum, og nú
eisini av stórum miðla
húsi, at sokallaða flat
skattaskipanin, sum und
anfarna samgonga setti í
verk, ikki er broytt. Hetta
er ósatt.
Hvat
lovaðu
sam
gonguflokkarnir undir
valstríðnum í 2015? Allir
samgonguflokkar lovaðu
at virka fyri at lækka inn
tøkuskattin, serliga hjá
lág- og miðalløntum.
Hetta skuldi gerast uttan
at hækka lønarinntøku
skattin fyri aðrar borgar
ar. Eitt tað fyrsta núver
andi samgonga gjørdi var
tí eisini at avtaka lutfals
liga fløtu landsskattaskip
anina. Ein skipan, ið und
anfarna
samgongan
doypti ”flatskatt”.
Hetta varð gjørt við at
lækka landsskattin hjá
lág- og miðalløntum við
heilum 136 mió. kr. frá 1.
januar
2016.
Lægsta
skattastigið lækkaði heili
5%. Úr 20 niður í 15%. Eis
ini fekk skattastigin fleiri
trin.
Munandi skattalætti
til lág- og miðallønt
Hetta gjørdi stóran mun.
Oman fyri 28.000 skatt
gjaldarar fingu ein skatta
lætta, men tað vóru ser
liga tey lág- og miðalløntu,
ið fingu ágóðan. Skatta
lættin gav upp í 700 kr.
meira at liva fyri um mán
aðin fyri ein stakan, og
upp í 1.400 kr. meira um
mánaðin um talan var
um eitt par við miðalinn
tøku. Av tí at ongin lands
skattur verður rindaður
av inntøkum undir 65.000
kr. um árið, so fingu hesi
sjálvandi ikki ágóða av
lækkingini. Hægstu lønir
nar fingu ikki skattalætta,
men fingu heldur ikki
skattahækking. Júst sum
samgonguflokkarnir
lovaðu undir valstríðnum
í 2015.
Sera flati landsskattur
in er sostatt avtikin, og
skattaskipanin vorðin
meira stigvaksandi.
Hvat gjørdi undan
farna samgonga? Í kanska
ógvusligastu
fígg jar
kreppu í heimssøguni
valdi undanfarna sam
gonga við Fólkaflokki
num, Sambandsflokki
num,
Sjálvstýri
og
Miðflokkinum ikki at lata
teimum við lægstu inn
tøkum meira at liva fyri.
Nei, tvørturímóti. Latin
varð ein skattalætti í
landsskattinum á tílíkan
hátt, at hægstu inntøkur
nar fingu um 6.000 kr. um
mánaðin í skattalætta.
Lægstu inntøkurnar
fingu nakrar heilt fáar
krónur, og samstundis
varð pensjónsskatturin
hækkaður munandi. Fyri
kapitalpensjón hækkaði
skatturin við heili 5%. Úr
35% upp í 40%.
Samstundis varð farið
y v i r
t i l
1 0 0 %
flatskattaskipan í pen
sjónsskatti sum heild. Øll
skuldu rinda 40% í pen
sjónsskatti frá fyrstu
krónu uttan mun til hvør
inntøkan var.
Samanlagt fingu lág
lønt eina munandi skatta
hækking. Hálønt eina
søguliga stóra skatta
lækking.
Gjógvin millum lág- og
hálønt breiðkaðist tí ógv
usliga í 2012. Landskassin
misti samstundis umleið
330 mió. kr. í landsskatta
inntøkum. Ongar verulig
ar inntøkur vórðu settar í
staðin. Samstundis varð
valt at fara undir at for
skatta øll pensjónsinn
gjøld. Farið varð sostatt
undir at brúka av fram
tíðar inntøkum, ið koma
at mangla seinni, og at
gera fíggjarliga haldførið
hjá landi og fólki verri.
Tí
við
broytingini
skuldu pensjónistar ikki
rinda skatt í framtíðini –
tá tørvur fór at vera á
skattainntøkunum
til
eldrarøkt og heilsuverk –
og
pengarnir
skuldu
brúkast
beinanvegin.
Skuldu brúkast til skatta
lætta til tey hægstløntu.
Hetta undirgravaði fígg
jarliga haldføri landsins
og fór beint ímóti øllum
tilmælum um búskapar
ligt skynsemi.
Flati pensjónskatturin
avtikin 1. januar 2019
Tí var tað ikki bert neyð
ugt at broyta landsskatta
skipanina, men eisini
pensjónsskattaskipanina.
Samgongan setti sær har
til fyri at fáa framt pen
sjónsnýskipanina fyri at
tryggja øllum eina góða
og trygga pensjón nú og
framyvir. Eisini var pen
sjónsnýskipanin avger
andi neyðug fyri at
styrkja fíggjarliga hald
førið og harvið tryggja
fíggjarliga grundarlagið
undir framtíðar vælferð
arsamfelagnum.
Ein
partur av loysnini var at
broyta pensjónsskatta
skipanina.
Politisk undirtøka var
tíverri ikki fyri at broyta
sjálva forskattingina. Ein
partur av avbjóðingini
hevur verið, at undan
farna samgonga – fyri at
gera tað trupult hjá kom
andi
samgongum
at
broyta støðuna – valdi at
senda inntøkurnar frá
forskattaðu pensjónu
num víðari til kommun
urnar, sum gjald afturfyri,
at tær samstundis skuldu
yvirtaka allar útreiðslur
nar av eldraøkinum frá 1.
januar 2015.
Stigvaksandi landsskattastigin frá 2016
Ársinntøka (kr.)
Skattur (%)
Íalt (%)
0 – 64.999
0%
0%
Landsskattur 1
65.000 – 234.999
15%
15%
Landsskattur 2
235.000 – 229.999
5%
20%
Landsskattur 3
330.000 – 799.999
5%
25%
Landsskattur 4
800.000 +
5%
30%
0
50
100
150
200
250
300
350
400
450
500
550
600
650
700
750
0
20
40
60
80
100
120
140
160
180
200
220
240
260
280
300
320
340
360
380
400
420
440
460
480
500
520
Skattalætti pr. mð
Ársinntøka í 1.000 kr.
Skattalætti til lág-‐ og miðallønt 2016
(kr.pr.mð. í mun til ársinntøku)
Munandi skattalætti til lág- og miðallønt
Undanfarna samgonga: Láglønt rindaðu skattalætta til hálønt
– Tað kann staðfestast, at ikki ein, men heilar tvær »flatskattaskipanir« eru avtiknar í samgongutíðar
skeiðnum – bæði viðvíkjandi landsskatti og pensjónsskatti, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna
í fíggjarmálum. – Tí vit fremja tað vit lovaðu – og hetta er alt liður í at røkka máli okkara um einar
meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar, sigur hon í viðmerking til grein í
Sosialinum mánadagin, sum vísti á, at flatskatturin hjá teimum ríku ikki er afturrullaður