Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 oktober 2018 26 Tamarhald er á føroysku ferðavinnuni í mun til í Íslandi - FØROYAR ERU IKKI KOMNAR TIL AT MERKJA TAÐ SAMA TRÝSTIÐ, MANN HEVUR Í ÍSLANDI, SIGUR PETUR PETERSEN, SENDIHARRI FØROYA Í ÍSLANDI UM MUNIN MILLUM FERÐAFÓLKAVØKSTURIN Í FØROYUM OG ÍSLANDI Pætur Hjalmar Evensson Ferðavinnan í Íslandi er seinastu fáu árini vaksin so nógv, at tað hevur verið trupult at havt tamarhald á øllum ferðafólkunum og ávirk­anini, tey hava havt á samfelagið. Í 2010 ferðaðust umleið 460.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Keflavík, sambært ís­ lendsku hagtstovuni. Síðan tá er talið vaksið við einum høgum prosenttali hvørt ár til og við 2017. Í 2017 var talið á útlendingum ferðandi um­vegis Keflavík komið heilt upp á 2.195.271. Tað er næstan ein fimmfalding av ferðafólkum uppá lutfalsliga stutta tíð. Í mun til í Føroyum, so hevur flogvøllurin í Keflavík eina góða og effektiva skrá­set­ing­ar­ skipan, har tað verður skrásett, hvørjum landi tey ferðandi koma frá. Tað sæst eisini á tøl­ unum, at ein stór hækking av hesum ferða­fólk­ unum kemur frá londum sum USA og Kina. Aftrat hesum tølunum skal mann leggja tey ferðafólkini aftrat, sum koma sjó­veg­is. Sambært hagtølum frá Mælaborð Ferða­þjón­ ust­unnar, so hava 19.331 fólk higartil í 2018 ferðast til Íslands við Norrønu, sum er høv­uðs­ innkomuvegurin sjóvegis. Talið var tó hægst í 2016, tá 21.129 ferðaðust við Norrønu. Hetta talið er galdandi fyri bæði íslendingar og út­ lendsk ferðafólk. Talið av ferðamannaskipum er eisini vaks­ andi, og higartil í 2018 eru 725 ferðamannaskip kom­in til landið, og hesi tilsamans hava havt 424.200 ferðafólk umborð. Tað talið er tví­ faldað síðan bara 2014, tá 212.600 ferðandi komu við ferðamannaskipum. Føroyingar hava betri tamarhald á ferðavinnuni Petur Petersen, sendiharri Føroya í Íslandi, held­ur ikki, at føroyingar eiga at umhugsa ella stúra fyri, at ferðavinnan í Føroyum fer at koma líka óvart á føroyingar, sum hon kom á ís­lendingar. - Føroyar eru enn ikki komnar til at merkja tað trýstið, mann hevur í Íslandi, tí mann hevur ein meira kontrolleraðan vøkstur í Føroyum, sig­ur Petur Petersen. Stóra økingin av ferðafólkum hevur gjørt, at tað ikki hevur verið gjørligt at skipa ferða­ vinnuna í Íslandi á ynskiligan hátt. Tað hevur ikki verið gott fyri prísstøðið í samfelagnum, tá vinnan ikki hevur verið klár til stóra vøksturin. - Tað, sum er týdningarmikið fyri ferða­vinn­ una, er, at hon er í javnvág við íbúgvarnar og um­hvørvið. Mann kann ikki hava eina vinnu, sum belastar náttúruna og fólkini, meira enn gott er. Tað er ósunt, um ein ferðavinna veksur so ógvusligt, tí hon hevur brúk fyri so nógvum tæn­astum – hotellum, matstovum, bussum, ferða­leiðarum o.s.fr., greiðir Petur Petersen frá. Í síðstu viku boðaði ferðamálaráðharrin í Íslandi, Þórdís Kolbrún Gylfadóttir, frá, at mann nú vil gera okkurt ítøkiligt fyri at avmarka at­ komi­ligheitina hjá ferðafólkum til ávís støð í nátt­úruni, ið nógvu ferðafólkini vanliga vitja. Trýstið er blivið so mikið stórt á ymsu støðini, at tað er blivið neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at hava betri eftirlit við ferðafólkastreyminum og verja náttúruna. Deildar meiningar um vøksturin Hugburðurin hjá íslendingum um hendan ovurstóra vøksturin er tvídeildur. Í 2008 var Ísland í einari svárari búskaparligari kreppu, men tann kolossali vøksturin í ferðavinnuni hevur gjørt, at íslendingar skjótt komu burtur úr kreppuni, tí ferðavinnan hevur fingið so nógvar pengar í íslendska landskassan. - Á einari síðu eru íslendingar fegnir um, at ferðavinnan kom, og at mann kom úr kreppuni so skjótt. Men tað, sum ikki er so positivt, er, at tað eru so nógv onnur árin á samfelagið. M.a. er miðbýurin í Reykjavík keyptur upp av nógv­ um, ið vilja byrja handil fyri at fáa okkurt burt­ urúr ferðavinnuni. Har verða høli leigað út við m.a. Airbnb, og tað hevur skapt eina stóra prís­ hækk­ing, sum hevur gjørt tað ringt hjá vanliga ís­lend­inginum at seta búgv, fortelur føroyski sendi­harrin. - Ferðavinnan í Íslandi umboðar áleið 50% av útflutningsvirðinum hjá Íslandi, meðan fiski­ vinnan bert er umleið 20%. Ferðafólkini vitja tey somu støðini Í Føroyum eru tað nøkur støð, sum draga ser­ liga nógv ferðafólk til sín. Hesi eru m.a. Myki­ nes, Saksun og Gjógv, og uppá sama máta er tað í Íslandi, har støðini m.a. eita Geysir, Gull­ foss og Þingvellir. Hesi støðini í íslendsku nátt­ úr­uni eru undir stórum trýsti frá nógvu ferða­ fólk­unum, og hetta ávirkar eisini generellu fat­an­ina hjá íslendingum av ferðavinnuni. - Hetta er ein stór avbjóðing hjá íslend­ing­ um, tí mann má ansa eftir, at hesi støðini ikki oyði­leggjast av ovurstóra trýstinum frá ferða­ vinn­uni, vísir Petur Petersen á. Hetta eigur mann eisini at hugsa um í Før­ oy­um longu nú, meinar hann. - Eitt atlit er tann menniskjaligi parturin við teim­um lokalu fólkunum, ið búgva á ymsu støð­unum, sigur hann og meinar við, at tey nógvu ferðafólkini kunnu vera til ampa fyri tey, ið búgva á smáøkjunum í Føroyum, har nógv ferða­fólk vitja. Petur Petersen hevur verið sendiharri Føroya í Íslandi síðan 2015 Keldan Geysir er millum størstu og kendastu turistattraktiónirnar í Íslandi