hósdagur 25. oktober 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Oktober 2018 26
- Eitt annað atlit er náttúran, har mann má
hugsa meira um, hvussu nógv náttúran klár
ar at taka ímóti. Tað hevur stóran týdning, at
ferðavinnan og umhvørvið eru í størst møgu
ligari jávnvág.
Munur á innkomuvegunum
Innkomuvegirnir til Føroya eru í høvuðsheitum
bara við Norrønu, Atlantic Airways og SAS, og
so koma ferðamannaskipini aftrat hesum.
Samanborið við Ísland vóru tað í nógv ár bara
nøkur fá flogfeløg, sum flugu til Íslands, men
seinastu árini eru nógv nýggj flogfeløg byrjað
at flúgva til Íslands. Í dag flúgva 25 flogfeløg
til Íslands, og í 2019 koma fýra nýggj flogfeløg
aftrat, hevur Keflavík Flogvøllur boðað frá.
- Tað er frítt at flúgva til Íslands frá flestu
flogvallunum í Evropa. So tað eru nógv flog
setur tilsamans, og har eru vit ikki komin til enn
í Føroyum. Tí hevur tað verið ein so nógv størri
vøkstur í Íslandi, meðan ferðavinnan í Føroyum
enn er til at stýra, sigur Petur Petersen.
Kunnu læra av Íslandi
Føroyski sendiharrin heldur, at føroyingar
kunnu læra av íslendingum at menna handils
møguleikar, soleiðis at ferðafólkini í Føroyum
leggja fleiri pengar eftir seg.
Visit Faroe Islands hevur áhaldandi arbeitt
fyri at fingið ferðafólk at koma til Føroya alt
árið og ikki bara um summarið. Tað er ein stór
ur munur á býtinum nú og t.d. í 2013, men nógv
tann størsti parturin ferðast enn í summar
hálvuni. Petur Petersen heldur, at Ísland eisini
kann vera ein fyrimynd í hesum samanhang
inum.
- Íslendingar hava dugað væl at spreitt
ferðavinnuna út um alt árið. At hava ein javnan
streym av ferðafólkum alt árið ger, at fleiri fólk
betri kunnu liva av ferðavinnuni. Íslendingar
hava marknaðarført seg soleiðis, at ferðavinn
an ikki longur bara ein árstíðarvinna frá mai til
september, men heldur ein heilársvinna, sigur
Petur Petersen.
pature@sosialurin.fo
Gullfoss
Útlendsk ferðafólk umvegis flogvøllin í Keflavík 2010-2017. Tøl frá Hagstofa.is