hósdagur 25. oktober 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
oktober 2018
26
- ÁÐUR HEVUR TAÐ VERIÐ SO, AT FERÐSLAN Á FØROYSKUM
VEGUNUM ER MINKAÐ NAKAÐ UM SUMMARIÐ, TÁ FERIUTÍÐ
ER. MEN NÚ SÍGGJA VIT, AT TRÝSTIÐ ER STØRRI Á VEGAKERVIÐ
UM SUMMARIÐ ENN RESTINA AV ÁRINUM, SIGUR ARMGARÐ
STEINHÓLM, LEIÐARI Á DEILDINI FYRI INFRAKERVIÐ Á LANDSVERKI.
Hallur av Rana
Vøksturin í føroyska ferðavinnuni kann mátast
og síggjast á ymiskan hátt. Yvirnáttingar á
gistingarhúsum, ferðandi til og úr Føroyum,
talið av nýggjum gistingarhúsum, ið verða
bygd, og annað slíkt verður mangan tikið til, tá
vísast skal á, at ferðavinnan er í vøkstri.
Men tað eru eisini á øðrum økjum í sam
felagnum, at ábendingar eru um, at tað eru
fleiri fólk í Føroyum um summarið enn áður.
Harímillum eru hagtølini hjá Landsverk yvir
bilar á vegakervinum.
Á vegastrekkinum framvið Leitisvatn, ið er
høvuðsvegurin millum meginlandið og flog
vøllin, vísa hagtølini hjá landsstovninum, at 52
prosent fleiri bilar koyra á vegnum í juli mánaði
enn tað koyra í januar mánaði.
Um hugt verður eftir vegastrekkinum við Áir,
ið er høvuðsvegurin millum høvuðsstaðarøkið
og Sunda kommunu, ið er heimstaður hjá
teimum trimum stóru ferðavinnubygdunum
Tjørnuvík, Saksun og Gjógv, veksur ferðslan
sama tíðarskeið við 33 prosentum.
Og um hugt verður eftir ferðsluni í einum av
vegastrekkinum til eina av nevndu bygdunum
fæst greið ábending um, at áhugin millum út
lendingar og føroyingar fyri Saksun er mun
andi størri um summarið enn um veturin. Hag
tølini staðfesta nevniliga, at 650 prosent fleiri
bilar koyra á Saksunarvegnum í juli mánaði
enn januar mánaði.
Til samanberingar kann nevnast, at vanliga
ferðslan til Saksunar er tvífaldað seinastu 10
árini, tað vil siga uttanfyri ferðafólkatíðina.
Meira ferðsla um summarið
- Áður hevur tað verið so, at ferðslan á lands
vegunum hevur verið nakað minni um summ
arið enn restina av árinum. Men nú síggja vit, at
trýstið er størri á vegakervið um summarið enn
restina av árinum, sigur Armgarð Steinhólm,
leiðari á deildini fyri infrakervið á Landsverki,
men vísir tó á, at útlendsk ferðafólk ikki eiga
vøksturin einsamøll, men at ein partur av
vøkstrinum stavar ivaleyst frá føroyingum, ið
eru farin at ferðast meira í egnum landi.
Vøksturin sæst millum eisini aftur á Sólju
leiðunum. Sóljuleiðir eru náttúruvakrir vegir,
har tað upprunaliga ikki hevur verið so nógv
ferðsla, og tí kundu nýtast hjá ferðafólkum at
uppliva landslagið. Harímillum kann nevnast
vegurin til Saksun, vegurin til Múla á Borð
oynni, vegurin um Hovsegg á Suðuroynni,
vegurin um Eiðisskarð á Eysturoynni og
Oyggjarvegurin á Streymoynni.
Frá lág til há
Seinnu árini hevur Landsverk víst ferðafólki til
hesar farleiðir og gjørt onkrar dalavikar fram
við teimum, so at fólk kunnu seta bilin eina
løtu og njóta náttúruna. Men nú er ferðslan
vorðin so mikið stór á hesum teinum, at talan
ikki longur eru um vegateinar við lítlari ferðslu.
- Hóast hesir vegir eru smalir og langt er
millum víkiplássini, so hava teir verið nøkun
lunda nøktandi í mun til ta ferðslu, ið var har.
Nýtt trýst á gamlar v
Ferðavinnan leggur trýst á føroyska vegakervið
Armgarð Steinhólm er leiðari fyri Deildina fyri infrakervið í Landsverk