Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 7 Oktober 2018 26 Tey flestu sum koyrdu eftir hesum vegunum kendu umstøðurnar, og tey vistu nær tey skuldu halda av fyri hvørjum øðrum, hvussu man ber seg at, tá man kom til eitt víkiplássi o.s.fr., vísir Armgarð Steinhólm á og leggur afturat. - Men nú er tað vorðin ein trupulleiki, tí summi ferðafólk sum koma hendan vegin vita ikki hvussu man ber seg at í einum víki­plássi. Vit hava veruliga avbjóðingar við, at teir vegirnir sum eru lágferðsluvegir, ikki eru lág­ferðslu­ vegir longur. Á Saksunarvegnum koma til døm­is dagliga fleiri bussar, trupulleikar eru við ferðslu­proppum, tað mangla parkeringspláss í bygdini o.s.fr. So ferðavinnan hevur nógvar av­bjóð­ingar fyri infrakervið, sigur Armgarð Stein­hólm. Ikki gjørdir til nógva ferðslu Sostatt er stovnurin endaður í einari støðu, har tað góða hugskotið, ið skuldi hjálpa ferða­fólk­ um at fáa eina betri uppliving av Føroyum, og ikki vera til vanda fyri ferðsluna annars, er vorð­ in ein avbjóðing. - Tá tað ikki vóru so nógv ferðafólk í Før­oy­ um, hildu vit tað vera eitt gott hugskot at vísa teimum út á síðuvegirnar, har tað ikki er so nógv ferðsla. Har var hugsanin, at tey kundu koyra spakuliga, steðga á at taka myndir og slíkt uttan at órógva onnur og vera til vanda fyri ferðsl­una annars. Men nú eru vit endað í einari støðu, har tað kann gerast ein trupulleiki, at vit vísa øll út á Sóljuleiðirnar, tí teir eru slett ikki gjørdir til nógva ferðslu, sigur deildarleiðarin. Hetta trýstið sæst millum annað aftur í, at aftaná at Múlavegurin og Saksunarvegurin bliv­in valdir til Sóljuleiðir, eru tað fleiri útlend­ ing­ar, ið hava koyrt út av vegnum á hesum tein­um, tí teir eru ikki vanir at koyra eftir før­ oysk­um umstøðum. - Trýstið er so stórt nú, at tað eru summar kommunur, ið hava heitt á okkum, at taka teirra vegir úr Sóljuleiðum. Vit halda kortini Sólju­ leiðir er eitt gott hugskot, tí tað hevði verið uppaftur verri, um tey koyrdu úti á høv­uðs­ vegunum og steðgaðu har fyri at taka myndir. Øll onnur lond hava ferðafólkaleiðir, so tað eiga vit eisini at klára. Vit mugu bara við­líka­ halda Sóljuleiðirnar betri og tryggja, at teir klára tørvin, sigur deildarleiðarin fyri infrakervið í Landsverk. Hyggja til Íslands Tann avbjóðingin, ið vaksandi ferðavinnan er fyri infrakervið í einum landi, er als ikki eitt ókent fyribrigdi innan ferðavinnu. Í granna­ land­inum Íslandi hevur nógv verið kjakast um júst hendan trupulleikan, aftaná at ferðavinnan hev­ur verið fyri einum ógvusligum vøkstri har. Tað er eisini eitt kjak, ið Landsverk hevur fylgt væl við í, og nú arbeitt verður við eini nýggj­ari samferðsluætlan, eru avbjóðingarnar, ið ferðavinnan hevur fyri føroysku vegirnar, blivin ein størri partur av ætlanini. - Á Landsverki arbeiða við áhaldandi við at menna infrakervið til eina vaksandi ferðavinnu. Í tí sambandinum hyggja vit nógv eftir Íslandi, tí tey hava eftirhondini nógv, ið vit kunnu læra av, sigur Armgarð Steinhólm. Umframt at fleiri bilar koyra á íslendsku veg­ un­um nú enn áður, so hevur vøksturin í ferða­ vinn­uni har eisini varpað ljós á trupulleikan, tá út­lendsk ferðafólk koma til eitt land, leiga ein bil og koyra sjálvi, hóast tey ikki kenna ferðslu­ lóg­ina ella eru von við at koyra á smærri veg­ um. - Neyðugt hevur verið at kunna neyvt um, hvussu tú koyrir í Íslandi, bæði á einbreytaðum vegum, óasfalteraðum vegum, um ampan av seyði á vegnum og eisini at minna fólk á at brúka trygdarbelti. Ein annar trupulleiki er økta tunga ferðslan á teimum smølu og smærru veg­unum, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini frá í fjør, um støðuna í Íslandi. Í Landsverki uppliva tey, at man á vegunum í Føroyum hevur somu avbjóðingar av vaks­ andi ferðavinnuni sum í Íslandi. Tí hevur Lands­verk í fleiri ár framleitt ymiskt kunnandi tilfar, so at ferðafólk, ið koma hendan vegin og sjálvi leiga bil, kunnu kunnað seg um hvussu man ber seg at í føroyskum vegunum. Tað merk­ir millum annað at vísa ans fyri seyði, ið kann loypa út á vegin, hvussu man koyrir á ein­sporaðum vegum og um víkiskyldu í teim­ um lítlu tunlunum. hallur@sosialurin.fo vegir Saksunarvegurin er ein av sóljuleiðunum Men nú er tað vorðin ein trupulleiki, tí summi ferðafólk sum koma hendan vegin vita ikki hvussu man ber seg at í einum víkiplássi. Trýstið er so stórt nú, at tað eru summar kommunur, ið hava heitt á okkum, at taka teirra vegir úr Sóljuleiðum. Vit halda kortini Sóljuleiðir er eitt gott hugskot, tí tað hevði verið uppaftur verri, um tey koyrdu úti á høvuðsvegunum og steðgaðu har fyri at taka myndir