Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 oktober 2018 26 Trøini vaksa ikki inn í himmalin - Man er alla tíðina í kapping við onnur ferðamál. Tí kann man ikki bara rokna við einum ógvusligum vøkstri. Tað er ein skeivur hugburður, tí vit eru í kapping við so nógv onnur, ið eisini hava fantastiskar møguleikar, sigur Theresa Kreutzmann. Hallur av Rana Hóast stórur vøkstur hevur verið í ferða­ vinn­uni seinnu árini, so merkir tað ikki, at vinnan framhaldandi fer at vaksa. Tað eru nevniliga fleiri viðurskiftir, ið kunnu vera við til, at vøksturin steðgar. Tað metir Ther­esa Kreutzmann, fyrrverandi leiðari í Visit Tórs­ havn, ið nú arbeiðir við at ráðgeva kommunur um hvussu tey fáa gagn av ferðavinnuni. - Føroyar er nýliga vorðið sjónligt og eru tí enn eitt nýtt ferðamál. Marknaðarføringin hevur verið so góð, at fólk nú leggja merki til okkum, men tað merkir ikki, at trøini vaksa inn í himmalin, tí tað koma alla tíðina nýggj og spennandi ferðamál, sigur Theresa Kreutz­mann og leggur afturat. - Man er alla tíðina í kapping við onnur ferða­mál. Tí kann man ikki bara rokna við ein­um ógvusligum vøkstri. Tað er ein skeivur hug­burður, tí vit eru í kapping við so nógv onnur, ið eisini hava fantastiskar møguleikar. Muga halda fram Hon vísir á, at hóast Føroyar hava eina vakra náttúru, ið vit royna at selja ferðafólkum, so eru tað eisini nógv onnur støð í heiminum, ið kunnu bjóða ferðafólkum tað sama. Tí er tað týdningarmikið, at man ikki steðgar markn­ að­ar­føringini av Føroyum, men leggur seg eftir, at geva teimum, ið koma hendan vegin, eina so góða uppliving sum gjørligt. - Vit skulu menna ein góðan og burðar­ dygg­an máta at taka móti ferðafólkum. Vit arbeiða í løtuni við kommununum í Suð­ur­ oynni at finna mátar at selja ferðavinnuna uppá, ið er flættað inn í lokalsamfelagið. Tað merkir, at man ikki skal finna okkurt at selja, ið riggar aðrastaðni, men í staðin menna til­ boð, ið flætta inn í tað umhvørvið, bygdina ella býin, har man nú einaferð er, sigur Ther­ esa Kreutzmann Tað at Føroyar ikki telist millum heitastu lond í verðini er eisini ein orsøk til, at neyðugt er at finna tilboð, ið eru rótfest í økinum, tí í kappingini um ferðafólk er veðrið ein vansi. - Eg trúgvi einki upp á, at vøksturin verður so ógvusligur, tí undir øllum umstøðum eru vit eitt serligt ferðamál. Tað er ikki hitin vit selja okkum upp á. Longu har avmarkar tað. Fólk vilja gjarna uppliva nógv serlig ting, men tey flestu ynskja hita í teirra høvuðsferiu. So Føroyar verða ikki ein høvuðsferia, men ein av hinum feriunum, tá man fer eitt langt vikuskifti, sigur hon. Fleiri ferðafólk enn væntað - UM TÚ KEMUR TIL EINA BYGD SUM FERÐAFÓLK, HAR TÚ IKKI SLEPPUR AT PARKERA OG IKKI SLEPPUR Á VESI, SO VERÐUR TAÐ EIN ÓNEYÐUGA STÓRUR TRUPULLEIKI HJÁ TEIMUM, IÐ BÚGVA HAR. TÍ ROYNA VIT SUM KOMMUNA AT SKAPA KARMAR FYRI FERÐAFÓLKINI, SO AT TEY IKKI VERÐA TIL ÓRÓGV FYRI ÍBÚGVARNAR. TAÐ SIGUR HEÐIN ZACHARIASEN, BORGARSTJÓRI Í SUNDA KOMMUNU. Hallur av Rana Neyvan er tað nøkur kommuna í Føroyum, ið hevur eins nógvar ferðavinnubygdir sum Sunda kommuna. Gjógv, Tjørnuvík og Saks­ un eru millum mest vitjaðu bygdirnar hjá út­ lend­ingum, ið leggja leiðina til Føroyar. Tað sæst millum annað aftur í kanningini hjá Gallup Føroyar millum ferðafólk, ið stovn­ ur­in gjørdi fyri Visit Faroe Islands í summar. 62 prosent av ferðafólkum svaraðu , at tey høvdu vitjað í Gjógv og 58 prosent svaraðu, at tey høvdu vitjað í Saksun. Fleiri enn væntað Samstundis vísa hagtøl hjá Landsverk, at ferðslan á Saksunarvegnum er 650 prosent størri í juli enn januar. Tað er eitt tal, ið kom óvart á kommununa. - Vit heittu á Landsverk at kanna hvussu nógv ferðslan var, so at vit fingu nágreinilig tøl yvir ferðsluna. Og vit blivu bilsin, tí tað eru nógv fleiri bilar, enn vit høvdu ímyndað okk­ um, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommuna. Men hóast høga talið kom óvart á hann, so væntar borgarstjórin, at talið av vitjandi ein­ans fer at vaksa komandi árini. - Vit hava gjørt ein ferðavinnupolitikk fyri kommununa, tí fyri okkum er tað púra greitt, at ferðavinnan er ein vinna, ið einans fer at vaksa í framtíðini. Fyri okkum sum kommuna er tí neyðugt at skapa karmarnar fyri vinnuna. Tað er neyðugt fyri bæði íbúgvar og ferðafólk, sigur borgarstjórin og útgreinar. - Um tú kemur til eina bygd sum ferðafólk, har tú ikki sleppur at parkera og ikki sleppur á vesi, so verður tað ein óneyðuga stórur trupul­leiki hjá teimum, ið búgva har. Tí royna vit sum kommuna at skapa karmar fyri ferða­ fólk­ini, so at tey ikki verða til órógv fyri íbúgv­ ar­nar. Karmarnir fyrst Í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá komm­ un­uni verður ongastaðni nevnt hvussu komm­unan skal fáa fleiri ferðafólk til bygd­ir­ n­ar. Orsøkin til tað er einføld. Karmarnir mugu fá­ast upp á pláss, áðrenn kommunan kann taka móti fleiri ferðafólkum. - Vit hava ikki sama trupulleika sum aðra­ staðni, at vit mugu royna at fáa ferðafólk hend­an vegin. Tey eru her. Í staðin er neyð­ugt hjá okkum at skipa økið betri, so at vit eina­ ferð seinni kunnu taka móti fleiri ferða­fólk­um, sigur Heðin Zachariasen. Men meðan tað er uppgávan hjá komm­ ununi at skapa neyðuga karmarnar hjá vinnu­ lív­inum at tjena pengar upp á ferða­fólkini, so er tað vinnan sjálv, ið má taka stig til tilboðini, vís­ir borgarstjórin á. - Vit skapa fortreytirnar, og so er tað upp­ gáv­an hjá privatu vinnuni at skapa tilboð og annað, so at vit fáa sum mest burturúr ferða­ vinn­uni. hallur@sosialurin.fo Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu - Vit hava ikki sama trupulleika sum aðrastaðni, at vit mugu royna at fáa ferðafólk hendan vegin. Tey eru her. Í staðin er neyðugt hjá okkum at skipa økið betri, so at vit einaferð seinni kunnu taka móti fleiri ferðafólkum