mikudagur 24. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 225 - 24. november 2004
Nr. 225 - 24. november 2004
11
Mánakvøldið hevði SvF eina av sínum heilt góðu og
álvarsomu sendingum. Vit hugsa sjálvandi um
sendingina um støðuna í landspartinum Darfur
sunnalaga í Sudan. Í hesum landsparti hevur verið
borgarakríggj í 20 ár. Her búgva tvær tjóðir. Tann
eina er svarta upprunafólkið, ið fyri stóran part er
kristið fólk. Hin tjóðin er arabisk og muslimsk. Tey
seinastu tjúgu árini hevur stjórnin í Karthoum kúgað
tjóðina fyri sunnan við miklum harðskapi.
Tað, sum er farið og framvegis fer fram í Darfur, er
einki annað enn beinleiðis fólkamorð, genocide.
Stjórnin fremur etniska reinskan á sama hátt, sum
heimurin sá tað undir nazismuni, stalinismuni og á
Balkan. Vit kundu lagt afturat, at tað sum teir
europæisku landnámsmenninir gjørdu í Norður- og
suðurameriku á mangan hátt tíverri eisini minnir um
fólkamorð. Sama kann við ávísum rætti verða sagt
um afrikanska trælahandilin í 16-1800 talinum, har
milliónir av afrikanarum vórðu rændir og fluttir til
Afarika, har tey vórðu seld sum trælir á
uppboðsølum víða hvar.
Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga hendir í Darfur? Tað
hendir hetta, at ein milits, ið nevnist Janjaweed við
stuðli frá landsstjórinin i í Karthoum herjar allan
landspartin við báli og brandi. Lopið verður á
bygdir, hús og smáttur verða brend, kvinnur verða
neyðtiknar, børn og menn verða dripin. Tey, sum
ikki doyggja av yvirgangsvirksemi Janjaweeds
doyggja í hunri, tí tað er vorðið at kalla ógjørligt at
dyrka jørðina og at hava kríatúr orsakað av stríðs-
hendingunum. 10.000 fólk doyggja í hungri um
mánaðin. Tey flestu teirra børn!
ST og Afrikanska samgongan hava higartil roynt at
fáa skapt frið millum partarnar og at veita neyð-
hjálp. Men hesi tiltøk hava bert verið viðfáningar.
Tiltøkini hava so at siga ikki gjørt mun. Heimurin
hevur sum so mangan, tá talan er um Afrika, vent
blinda eyga til teir ræðuleikar, sum fara fram í lands-
partinum Darfur. Hví hetta artgerðarloysið og hví
henda líkasæla? Tað hevur nakað at gera við, at
Darfur hevur ongan politiskan týdning. Hartil kem-
ur, at vesturheimuirn ikki hevur nakran serstakan
hug at leggja seg meira út við muslimska heimin,
enn longu er gjørt. Skal eina munagóð humaniter
hjálparskipan setast í verk í Darfur, so krevur hetta
eina sterka hernaðarliga medvirkan til tess at verja
hjálparfólkini. Hesa hernaðarligu uppgávu vil
eingin átaka sær. Her er eitt eiti av eini herdeild frá
Afrikansku samgonguni, sum als ongar heimildir
hevur. ST stendur máttleyst, tí eingin tykist at hava
áhuga fyri at hjálpa fólkinum í Darfur. Nøkur heilt
fá lond t.d. Noreg hava hoyrt neyðarrópini úr Darfur
og hava roynt at rópa heimin upp, men alt til fánýtis.
Heimurin vendir neyðarrópunum deyva oyrað og
heimurin vendir neyðini hitt blinda eyga. Hvussu
leingi skal hesin sorgarleikur halda fram, mugu vit
spyrja eftir sendingina mánakvældið i SvF?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Heimsins blinda eyga
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Er Norðoyri partur av Klaksvíkar Kommunu?
Dánjal Jákup
Meinertsson
Norðoyri
Nakrar viðmerkingar und-
an býráðsfundinum, 30
november 2004.
Ein stóran part av hesari
býráðssetuni, hava íbúgvar
úti á Oyri roynt at fingið
Klaksvíkar Kommunu at
viðurkenna, at Norðoyri er
ein partur av kommununi.
Úrslitið hevur verið mis-
javnt.
Á fundi 16 oktober 2002,
millum íbúgvar úti á Oyri,
og Steinbjørn Jacobsen og
John Færø fyri Klaksvíkar
Kommunu, vóru hesi mál
umrødd
1.Skúlabarna-koyring:
hóast barnatalið var kom-
ið uppá 21, so vóru børn-
ini framvegis koyrd í ein-
um bili sum tekur 7 ferð-
andi.
Morguntúrarnir
vóru teir tyngstu, har
kom tað javnan fyri at 14
børn vóru í bilinum, 2 í
hvørjum setri — og
trygdarbelti. Avtala varð
at
kommunan
skuldi
finna eina loysn á hesum.
2.Spælipláss á Norðoyri:
Møguleiki fyri at íbúgv-
arnir sjálvir gera ar-
beiðið, og kommunan
letur øki og tilfar. Um-
sitingin
skal
kanna
møguleikarnar.
3.Býarhegn: Hóast langa
málsviðgerð
er
onki
komi burturúr og eingin
veit naka um hvar málið
liggur.
4.Vatnveiting á Norðoyri:
Norðoyri hevur framveg-
is ikki sóttreinsa vatn, og
ymiskar umberðingar eru
fyri hví so er.
5.Gøtusóparin
út
á
Oyrar:
Ynski um at
gøtusóparin koyrir reglu-
liga út á Oyrar, serliga tí
at onki býarhegn er, og
skarn frá seyði og hestum
liggur og rekst allastaðni.
Borgarstjórin skal bera
boðini
víðari.
Sera
einfalt.
Tvey av hesum málum eru í
dag loyst, soleiðis at fólk á
Norðoyri eru nøgd. Men
tey vórðu ikki loyst uttan
svørðslag.
Trupulleikin við ovur-
fylta skúlabilinum varð
loystur eftir hálvtannað ár
við sjabbi aftur og fram og
til seinast við hóttanum um
at melda málið til løg-
regluna.
Trupulleikin við vatn-
veitingini varð loystur á
sama hátt, eftir at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan setti
fram krav um hetta, tí stórar
nøgdir av koliformum bakt-
erium vóru í vatninum.
Krav var sett til kommun-
una um at ávara íbúgvarnar,
men ávaringin kom ongan-
tíð. Harafturímóti hava ein-
stakir býráðslimir brúkt
hetta ímóti okkum, at vit
hava fingið reint vatn, sum
um hetta var ein heiðurs-
gáva, heldur enn eini sjálv-
søgd rættindi.
Sum tað sær út í løtuni,
kunnu børnini úti á Oyri
skjóta ein langan hvítan
pinn eftir spæliplássinum.
Tey brúka vegin til at spæla
bólt á. Tann sama vegin
sum ungir klaksvíkingar
brúka til kappkoyring.
Trý býráðsval á rað hava
valevni lova okkum býar-
hegn. Úrslitið er syndarligt.
Meg lysti at vita hvat ger
hesa bygdina so serliga, at
tað ikki ber til at vetrarfriða
hana. Tað ber til alla
aðrastaðni. Hetta er ein
spurningur um at virða
rættin hjá øllum pørtunum í
hesum málið. Ikki bara
rættin hjá teimum sum eiða
seyðin og hava rættin til
bøin, men eisini teimum
sum búgva úti á Oyri og
ikki fáast við seyðahald.
Nú ár 2004 fer at halla, má
tað bera til at ganga millum
húsini uttan at vaða í
seyðalorti. Eg havi hoyrt at
kommunan fekk í boði at
vetrarfriða bygdina aftur-
fyri eitt endurgjald uppá
300.000 kr. men tók ikki av.
Kann tað passa?
At senda gøtusóparabilin
út á Oyrar regluliga, átti
ikki at verið eitt trupult
mál. Sambart fundarref-
eratinum 21. oktober 2002,
skuldi borgarstjórin syrgja
fyri hesum. Onki hendi hó-
ast fleiri áminningar. 26
september 2003, kemur
nýtt skriv frá býráðsskrivar-
anum, har hann staðfestir at
alt er komi í rættlag og
gøtusóparin kemur út á
Oyrar einferð um vikuna. 9
oktober kemur so eitt bræv
frá borgarstjóranum har
hann staðfestir tað sama.
Eg skal hervið boða frá, at
nú, ultimo november 2004,
er framvegis onki hent
hesum viðvíkjandi. Fyri-
gevið mær, um eg ikki
longur havi álit á borgar-
stjóranum.
Í hesum sama skrivið,
dagfest 9 oktober 2003,
nertir borgarstjórin við eitt
annað mál, sum vit hava
stríðst við. Oyravegurin er
sera myrkur í støðum og
nógv fólk gongur har.
Viðhvørt er eisini seyður
og onkuntíð hestar á vegn-
um. Tað hevði tí verið ein
sigur fyri ferðslutrygdina,
og fyri øll tey sum dagliga
fáa sína motión á oyravegn-
um, um ljóssteyrar vóru
settir upp har. Fundament-
ini standa í gongubreytini
og kaðalar eru lagdir, so
eftir er bara at seta steyrar-
nar upp. Ongin játtan var til
hetta í 2003, ongin í 2004,
og nú er líkt til at heldur
ongin verður í 2005.
Synd er at siga at frá-
farandi býráð hevur víst
Oyrabygd stóran áhuga.
Mín vón er at nýggja bý-
ráðið fer at taka sær aðrar
partar fyri.
Um Oyrafólk skuldu reist
ein minnisvarða yvir frá-
farandi býráð, skuldi hesin
verið bygdur av brotnum
lyftum, líkasælu og kanska
einum sindri av hástórari
niðurgering.
C
M
Y
K
11
10