mikudagur 24. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 225 - 24. november 2004
Nr. 225 - 24. november 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Leygardagin 20.
november var mót-
tøka á Hotel Hafnia, í
samband við at ein
kendur svínoyingur í
Havn, Jukim Olsen,
helt sín 75 ára føð-
ingardag. Millum 250
og 300 fólk stukku
inn á gólvið
MÓTTØKA
Myndir: Magnus
Gunnarsson
At Jukim Olsen eigur
nógvar vinir, bar móttøkan
á Hotel Hafnia leygardagin
boð um, tað stóð á at rúma
øllum
fólkunum,
sum
komu at heilsa upp á hann á
Parnassinum.
Jukim hevur stóra "kon-
taktflatu" og kennir hópin
av fólki. Har komu fyrrver-
andi starvsfelagar, fólk frá
samkomuni í Ebenezer, fa-
milja, og fleiri svínoyingar
sum búgva í Havn.
Óli Jacobsen og Øssur
Berghamar hildu talu, og
Evald Sørensen, fyrrver-
andi starvsfelagi á Matrik-
ulstovuni, framførdi ein
sang.
Jukim er sjálvur ein sera
trúfastur og uppmerksamur
maður. Hann kennir tað
sum sína uppgávu at vitja í
heimum, á sjúkrahúsum og
røktarheimum og halda
samband við fólk, sum
hava tørv á eini vitjan.
Jukim er eisini kendur frá
útvarpssendingum,
har
hann saman við Niels Juel
Arge, útvarpsstjóra, sála,
sigldi runt Svínoynna, og
Jukim á ein hugtakandi hátt
segði frá ymiskum staðar-
nøvnum og hendingum.
Seinnu tíðina er hann
eisini kendur frá sjónvarps-
lýsingunum við Toyota
Yaris.
Jukim Olsen, Tórshavn:
Kend býarmynd hátíðarhelt 75 ára føðingardagin
Jukim saman við familjuni
Jukim Olsen, helt sín 75 ára føðingardag við móttøku á
Hotel Hafnia, har millum 250 og 300 fólk stukku inn á
gólvið
Sonurin, Jógvan Olsen, spældi klaver
Erling Poulsen, rithøvundur, heilsar upp á Jukim
Fyrrverandi starvsfelagar hjá Jukim á Matrikulstovuni,
Ólavur Clementsen, Óli Johansen, og Antines Iversen
Versonurin, Jógvan Norðbúð,
beyð øllum at vera vælkomin
Evald Sørensen, fyrrverandi
starvsfelagi á Matrikulstov-
uni, framførdi ein sang
Óli Jacobsen heldur talu
Fyrr í ár vórðu hjún-
ini Anne-Lene og
Peter Olofson úr
Klaksvík sent út úr
Christianskirkjuni í
Klaksvík sum
trúboðarar í Tanzania
Tey eru nú liðug við mál-
skúlan í býnum Morogoro,
og eru nú farin at rigga seg
til arbeiðið í og út frá
býnum Mbeya. Í hesum
staði skulu hjúnini vera
lærarar á útbúgvingar-stað-
num fyri lokalar prestar hjá
Brøðrakirkjuni í Tanzania.
Áðrenn tey av álvara fara
til verka fáa tey tó stundir
til at innrætta seg og gerast
kend í økinum, og ikki
minst at læra kirkjuna at
kenna.
Í Tanzania finst eisini eitt
annað føroyskt trúboðara-
par, nevniliga Heri og
Malan Kjærbo úr Havn,
sum hava verið búsitandi í
Musoma. Men frá ársskift-
inum er Heri settur sum
lærari við bíbliuskúlan í
Kiabakari.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300.
Halgisøgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum
varð tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari.
Frida Hansen 80 ár
Mikudagin 24. november
fyllir Frida Hansen úr
Klaksvík 80 ár.
Frida er ættað av Norð-
oyri. Fødd 24. november
1924. Foreldrini vóru
Joan
Karl
Høgnesen
bóndi á Norðoyri og
Kristianna, fødd Christ-
iansen ættað av Kirkju á
Fugloynni. Hon er fimta í
røðini av einum systkina-
flokki uppá tilsamans
átta.
Frida varð gift Jóan
Paula Hansen, ættaður av
Váli í Svínoy. Jóan Pauli
doyði fyri 5 árum síðani.
Tey fingu 5 børn. Hildu-
bjartu, Kjartan, Álvur, Frímund og Eyðbjørg. 14
ommu og abbabørn hevur hon fingið, sum hon er
serliga glað fyri. Hesi hava fingið manga gávuna frá
Fridommu. Tvær ferð higartil er Frida blivin
langomma.
Sum ung starvaðist hon nógv í handli, men tá
børnini komu, bleiv hon heimagangandi.
Frida hevur luttikið í felgslívi m.a. vóru Frida og
Jóan Pauli nógv við í Klaksvíkar Dansifelag. Væl
dámar Fridu at stákast rundan um húsini á Heygum.
Frida og Jóan Pauli vóru mangan at síggja á Víkini
at dyrgja eftir seiði. Hann róði, og hon sæt á rongini
við beitu undir tráðuni. Enn dámar henni væl at fara
á seiðaberg. Frida er egin at sinni og hevur sínar
egnu meiningar um lísvsins viðurskifti. Alt væl
ankrað í trúnni á Harran ið øllum valdar.
Mammu verður ynskt hjartaliga tillukku við runda
degnum og ein góðan føðingardag, sum verður
hildin heima leygardagin 27. november.
Børnini
24. november fyllir Rannvá Joen-
sen, Slættalíð 12, Tórshavn, 70 ár.
Foreldur hennara vóru Birita og
Edvard Lindenskov, tey búðu tá í
Rættará, nú Sigmundargøta 16, tá
Rannvá sá dagsins ljós í 1934, men
fluttu í august 1938 í Sjúrðargøtu,
har runnu barnaárini hjá Rannvá,
sum hjá Havnarbørnum flest og tá
barnaskúlin var frá hondini, fór hon
at royna seg í handligum kynstri.
Fyrsta takið var í fyritøkuni Niels
Johannesen, heilsølan í Tórsgøtu,
tað var eftir kríggið, tey framleiddu
klædnavørur.
Sagt er, at Rannvá var ófør við
strúkijarninum, at strúka var ikki
bara. Um hetta var duldur kynstur
frá ommuni í Baiansstovu veitst
ikki, men konufólkini í Baiansstovu
struku fyri fólk, um tað var "bara
fyri tey fínu" og orlogsskipini, hvør
veit? Men vit vita, at fyrsti strúki-
ovnurin á dampvaskarínum í Tórs-
gøtu var tann úr Baiansstovu.
Men Rannvá bleiv tó ikki stand-
andi við strúkijarninum – men til
stroks fór hon – í sakføraravirkinum
Kehler & Lützen var hon fleiri ár og
seinni hjá Landsverkfrøðinginum.
Í 1961 giftast Rannvá og Tumm-
as, og nú hon er vorðin kona hjá
langfarasjómanni – og børnini so
smátt eru í anmarch – broytist so
mangt, tey flyta niður at búgva og
koma ikki heim aftur fyrrenn í
1966, tey bygdu síðan húsini í
Sløttulíð.
Rannvá var seinni drúgvt skeið á
Sjómansheiminum í Havn, har stóð
hon fyri tí tey rópa smørbreyðnum.
Ófør hevur hon verið, og álit er hon
í øllum arbeiði – hon hevur tikið lut
í so mongum.
Vit kenna hana eisini frá felags-
lívi, og har hevur losjan staðið
henni næst, tað er ikki tað tiltak, at
hon ikki hevur tikið hond í. Og so er
ikki at gloyma áhugan fyri før-
oyskum dansi. Í ungu árunum var
hon við í ferð dansifelagsins í
Noregi í 1959.
Nú 70 árini eru rokkin hjá teim-
um báðum, Tummas fylti tann 8.,
hava tey opið hús í Sløttulíð 12,
leygardagin 27. november frá á
middagi, men mest man tað gleða
tey, at døturnar báðar og Kristianna
lítla koma heim til dagin.
j.
Rannvá Joensen 70 ár
Kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara
Janus í Gong
Tórshavn
andaðist í heiminum sunnudagin 21. november,
57 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
hósdagin 25. november kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Herdis
Tey, ið vilja minnast Janus, kunnu lata eina gávu
til Diabetes Felag Føroya.
Tøkk
Eina hjartans tøkk til
tykkum øll, sum valdu
Javnaðarflokkin, og ein
serlig tøkk til tykkum, ið
valdu meg persónliga.
Eisini takki eg fyri vitjanir,
blómur, gávur, sms, mail og
uppringingar, bæði tey eg
havi tosað við, og tey eg
ikki fekk orð á.
Harrans signing í
framtíðini.
Heilsan
Kirstin Strøm Bech
Olofson komin upp á pláss í Tanzania
Føroyingar í Tanzania, familjurnar Olofson og Kjærbo, avmyndaðir fyrr í heyst undir eini trúboðarastevnu, hagani myndin
stavar. Við á myndini er eisini føroyski lærarin Pætur (aftast h.m.)
C
M
Y
K
13
12