Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 24. november 2004 15 Tað andaliga og handaliga ganga hond í hond í Toftum BARNATILTAK Snorri Brend Eftir barnatiltakið á Toftum seinasta leygardag er eingin ivi: Tær handaligu gávur- nar forsmáast ikki. Sangarvurin frá Hans Jacobi Højgaard livir enn. Og tann andaligi áhugin at stuðla trúboðarum okk- ara er stórur. Tað var Ytrimissións- barnaringurin sum henda dagin hevði boðið til árligu jólasøluna í missiónshúsin- um. Her var møguleiki at ogna sær lutir sum børnini sjálvi høvdu gjørt í heyst. Íalt mundu eini 300 fólk vera savnaði saman henda seinnapartin. Við slík høvi hevur ein so ofta havt ein trúboðara við, har hann hevur greitt frá ar- beiði sínum í øðrum landi. Í ár var einki undantak í so máta, tá afrikanska landið Mali var í miðdeplinum. Jólasølan í ár gav slakar 38.000 kr. Henda upp- hæddin verður latin til ar- beiðið hjá føroyskum trú- boðarum úti í heimi, og millum tey, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin. Sanggleði Síðani tíðliga í heyst hava toftabørn arbeitt fram móti hesum degi, tá árliga jóla- sølan skuldi fyriskipast. Byrjað varð í møtisalin- um í erva. Her vóru fyrst nakrir felagssangir sungnir, eins og eitt kór av børnum sang fleiri sangir. Við í kórinum vóru so at siga øll børnini, sum møta upp, tá barnaringurin kemur sam- an. Í tali mundu tey henda leygardagin liggja um 130, og her hoyrdist væl, at sanggleðini á Toftum bilar einki. Síðani varð løtan komin til at gesturin fekk orðið. Mali-trúboðarin, Snorri Brend tók útgangspunkt í frásøgnini um Jónas, sum fyrst flýddi undan Gudi, men sum so at enda legði fram boðskap sín í Ninive. Úrslitið gjørdist at allur býurin vendi um til Guds. Tað skuldi seinni vísa seg, at børnini júst sungu ein sang um Jónas - og tað utt- an at nakað var avtalað frammanundan! Víðari setti trúboðarin fram spurningin um tað sama kundi henda aftur. Orðið verður nógv boðað í hesum afrikanska landin- um, og ein dag fer Gud at skapa eina veking har, kanska eisini millum ful- ani-fólkið í Mali. Síðani var løtan komin, tá jólasølan skuldi fara fram - lutvíst við teimum lutunum, sum børnini høvdu gjørt í heyst, og lutvíst við sølu av luta- seðlum, har vinningarnir vóru ikki færri enn 150 í tali. Og tá talt varð upp aftaná vóru íalt innkomnar slakar 38.000 kr. henda seinna- partin, ið tiltakið vardi. Góð undurtøka Hesin Ytrimissiónsbarna- ringurin á Toftum hevur eftirhondini mong ár á baki. Annaðhvønn mikudag eru børnini boðin í missi- ónshúsið til eina hugnaliga løtu í góðum umhvørvi. Byrjað verður kl. 17:30 við sangi og eini andakt, og frá kl. 18 til 19 er so tað handaliga arbeiðið á skránni. Til eitt arbeiði av slíkum slagi krevst sjálvandi ein góð fyrireiking og ein hóp- ur av leiðarum. Og tað vísir seg, at fólk fegin vilja offra seg fyri hetta, tí íalt munnu vera um 40 leiðarar við í barnaringinum. Toftabørn stuðla føroyingum í øðrum londum Børnini dugdu óføra væl at syngja. Tær 130 barnarøddirnar hoyrdust væl í møtisalinum Foreldrini lurta við áhuga eftir tí, sum varð sagt og sungið Foreldrini vóru spent eftir at keypa lutirnar, sum børnini høvdu gjørt 15 14 Nr. 225 - 24. november 2004 Aftur í ár gevur Postverk Føroya út ta vøkru árbókina, ið við myndum og teksti, lýsir frí- merkjaútgávurnar í hesum árinum. Árbókin er sera prýðilig og hóskar væl sum gáva til bæði føroyingar og kenningar í útheim- inum TÍÐINDASKRIV Postverk Føroya hevur, síðan tað varð stovnað í 1976, árliga staðið fyri út- gávuni av teimum før- oysku jólamerkjunum. Eitt gott tiltak, sum er við at geva jólapostinum ein ser- liga hugnaligan dám. Ein jólaheilsan prýdd við ein- um vøkrum jólamerki hev- ur ein serligan hugna við sær. Eisini í ár hava vit valt at geva út 3 jólapostkort við somu myndevnum, sum jólamerkini hava. Ágóðin av jólamerkja- søluni hesi 28 árini, sum hevur verið býttur út sum studningur til ávís tiltøk til frama fyri børn, er umleið 16,5 milliónir. Ársins jólamerki hevur Astrid Andreasen teknað, og ímynda tey dansandi nissur. Ágóðin av jóla- merkjunum fer óskerdur til ymisk tiltøk, ið hava við børn at gera. Hon verður útgivin á 4 málum: ein føroysk/donsk útgáva og ein ensk/týsk út- gáva. Ársmappan, sum er ein annar háttur at ogna sær allar útgávurnar uppá, er eisini skrýdd við vakrari mynd. Útgávudagurin er mána- dagin 15. november. Árbókin, ársmappan, jólamerkini og jólapost- kortini eru at fáa á øllum posthúsum. Postverk Føroya, Frímerkjadeildin: Ársins jólamerki við dansandi nissum Listakvinnan Astrid Andreasen hevur teknað ársins jólamerki, sum ímynda dansandi nissur Í sambandi við útgávuna av jólafrímerkjunum gevur Postverk Føroya út tvey postkort við Vágs kirkju og Tvøroyrar kirkju Árbókin er í A4 stødd og er prýdd við nógvum vøkrum myndum Saman við árbókini og jólamerkjunum varð ársmappan 2004 givin út tann 15. november Í sambandi við útgávuna av jólamerkjunum gevur Postverk Føroya eisini út trý jólakort C M Y K 14