Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 225 - 24. november 2004 Nr. 225 - 24. november 2004 17 jólasølustevna í KÍ høllini eisini, men Jóna óttast ikki, at tað fer at ganga út yvir teirra sølu. Hon sigur, at fólk vita, hvat tey gera á verkstaðnum, og tí vita tey eisini, hvørjum tey koma eftir. – Lutirnir hjá okkum eru allir kvalitetslutir. Teir eru heimagjørdir og eisini forkunnugir. Vit hava roynt at gera slíkt, sum ikki fæst aðrastaðni. Til dømis jóla- dekoratiónir, har vit nýta prýði, sum vit gera burtur úr tilfari úr náttúruni, greiðir Jóna frá. Hvíla í desember Tá jólasølan er av leygar- dagin, er tann strævnasti parturin av fyrireikingun- um til jóla av á verk- staðnum á Brekku. Tá sølan er avgreidd, kunnu tey fara í holt við at hugsa um jóla- hugnan á sjálvum verk- staðnum fyri tey sjálvi. Og tað trýtur ongantíð við jólahýrinum. Øll gleða tey seg til jóla og duga sera væl at hugna sær. – Eg haldi ikki, at tey eru minni jólalig fyri tað, um tey gera nissur longu í juni mánaði, sigur Jóna. Í desember skipa tey millum annað fyri jóla- hugna fyri avvarðandi og eisini verður farið ein jóla- túr til Havnar. Í hesum døgum stákast starvsfólk ogbrúkarar á Varda verkstaðnum á Brekku í Klaksvík við at gera jólaprýði og gávulutir til árligu jólasøluna, sum verður leygardagin JÓLASØLA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Klaksvík: Á Varda verk- staðnum í Brekku hava tey verið jólalig síðani í juni mánaði. Tá byrjaðu tey so smátt at gera jólaprýði til høvuðssøluna hjá teimum, sum vanliga er í november mánaði. Jóna Olsen, leiðari á verkstaðnum, sigur, at brúkararnir gera so at siga alt prýði sjálvi. – Vit leggja tað til rættis frá byrjan av og onkuntíð taka vit um endan, men tey gera meginpartin sjálvi, greiðir hon frá. Jólamenn og konur, dúkar, hillar, jóladekora- tiónir, grýtulappar, borð- lappar og alskyns jólaprýði, sum alt er hondgjørt, verð- ur hongt upp ella stillað fram til jólasøluna. Vælvitjað Jólasølan letur upp klokkan 10 leygarmorgunin og er opin til klokkan 15. Vanliga verður alt selt, og Jóna sigur, at tað vitja ótrúliga nógv fólk. – Vit hava okkara føstu viðskiftafólk, men tað legst eisini afturat, sigur hon. Komandi vikuskifti er Verkstaðurin á Brekku: Tey stákast til jólasølu Marita hevur úr at gera til jólasøluna. Her er hon í ferð við at mála ein dukkuvogn, sum kanska fer at liggja innpakkaður undir onkrum jólatræi í ár – Lutirnir hjá okkum eru allir kvalitetslutir. Teir eru heimagjørdir og eisini forkunnugir, sigur Jóna Olsen, leiðari á Varda verkstaðnum á Brekku Tað letur ikki til at ganga út yvir jólahýrin á verkstaðnum á Brekku, at tey longu í juni mánaði byrja at gera nissur og annað jólaprýði C M Y K 17 16 Sfqpbvj^sbfqpirhi≠øf Pho^aa^o^pbvj^ø+QÁ_boqq^ø_bpq^bokˆddlqq KŁqqqbibclkkrjj^o7 0.6463 KfbipCfkpbkpd∞q^05)hg+èJÁk+åcoÒ+.0+--å.4+--%ldbcqfo^sq^ir& K‰QQKˆdskŁddgjbqros∞o^qfip∞ir+åbcqfoqÒkrjvkphfldqÒk^ofpq∞aa Pho^aa^o^okfo?bfkq^#Pˆis∞o