Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrrverandi skiparin á Norrönu, Meinhard Petersen, er ikki samdur við úrskurð- inum hjá Skipaeftir- litinum um, at Ólavur Hovsgarð bar seg skeivt at 15. januar NORRÖNA- FRÁGREIÐINGIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg skilji ikki, hvat teir hugsa um. Eg havi ongantíð vitað, at síðan skal leggjast upp ímóti vindinum og tað havi eg ongantíð roynt. Eg havi altíð lært, at skipið skal leggjast upp ímóti vindinum. Í viðtalu við Sosialin í gjár, vísti skiparin á Norrönu óeydnisdagin 15. januar, Ólavur Hovsgarð, staðiliga aftur, at hann hevði borið seg skeivt at, tá hann kom við Norrönu inn á Havnina. Í frágreiðingini um óhappið á Norrönu kemur Skipaeftirlitið eftir at Ólavur Hovsgarð ikki skuldi lagt stýriborðssíðu til vindin við at snara á bakborð, tí snaringin økti ferðina hjá skipinum, og vindmegin gjørdist tann størst møguliga, tá skipið kom at liggja tvørs av vind- inum. Saman við, at Ólavur gjørdi av, at sigla innanfyri russisku skipini í Nólsoy- arfirðið, heldur Skipaeftir- litið, at skiparin, við leggja stýriborðssíðu til vindin, gjørdi sítt til óhappið 15. januar. Fyrrverandi skiparin á Norrönu, Meinhard Peter- sen, er ikki samdur við úr- skurðinum hjá Skipaeftir- litinum um, at Ólavur Hovsgarð bar seg skeivt at 15. januar. Í sínum við- merkingum til frágreiðing- ina um óhappið á Norrönu sigur Meinhard Petersen: »Fyri at skipið ikki skal reka á bakborð, so má ein geva hart bakborðs róður og bógskrúvuna fulla kraft til stýriborð, samstundis sum ein skal bakka við bakborðs skrúvu og fram við stýrisborðsskrúu, so- leiðis at skipið ikki fær ov nógva ferð frameftir. Hetta má gerast soleiðis at bak- borðssíða aftan ikki skal svinga inn í tað reyðu inn- siglingsboyuna og harvið fáa skaða ella taka í grót- kastið«. Niðurstøðan hjá Mein- hardi Petersen gongur beint ímóti uppáhaldinum hjá Skipaeftirlitinum. Mein- hard Petersen heldur ikki tað hevði verið rætt at bakka við stýriborðsskrúv- uni og silgt fram við bak- borðsskrúvuni, sum Skipa- eftirlitið annars mælir til í frágreiðingini um óhappið 15. januar. Kundi ikki søkka Í frágreiðingini um óhappið á Norrönu tann 15.januar í ár verður staðfest, at Norröna var ikki í vanda fyri at søkka av skaðunum, hon hevði fingið. Skipaeftirlitið bað skipasmiðjuna »Flensburger Schiffbau Gesellsshaft« um útrokningarnar til tess at fáa staðfest um vandi var fyri at Norröna kundi søkka. Útrokningarnar vístu greitt, at skipið ikki var í vanda fyri at søkka. Norröna er eitt sokallað tvey-rúmsskip. Tað merkir, at tvey tey størstu vatntøttu rúmini á skipinum kunnu fyllast, uttan at skipið søkkur ella fer runt. .páll Einki alkohol umborð Stutt eftir óhappið á Norrönu tók løgreglan ein alko- holroynd av skiparanum og yvirstýrimanninum 15. januar. Alkohol royndirnar vístu, at hvørki skiparin ella yvirstýrimaðurin høvdu nortið nakað alkohol. Alkoholpolitikkurin hjá Smyril Line er annars, at eingin drykkur, ið inniheldur alkohol, má nýtast, meðan tú er mynstraður umborð á Norrönu. .páll Latið skipið verið liggjandi Í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum kemur undan kavi, at var skiparin hendan dagin, Ólavur Hovsgarð, komin í líknandi støðu aftur, hevði hann borið seg øðrvísi at. Í samrøðu hin 23. februar greiddi skiparin Skipa- eftirlitinum frá um fyrsta stoytin á Viðarnes, at tað var ein rein menniskjaslig reaktión, at hann royndi at fáa skipið burtur frá viðarnesbryggjuni. Var hann komin í somu støðu aftur hevði hann valt, at latið Norrönu verið liggjandi á Viðarnesi eftir fyrsta stoytin, og ikki roynt at lagt hana á molan. .páll Bar væl til at sigla inn Í frágreiðingini rør Skipaeftirlitinum framm undir, at hóast veðrið var av tí ringasta um middagsleitið 15. januar í ár, tá Norröna bar við land heilar tríggjar ferðir, so bar væl til at fáa skipið at sigla inn í Tórs- havnar havn. Við hjálp av simuleringum av innsiglingini í Tórs- havnar havn hendan dagin kemur Skipaeftirlitið eftir hesari niðurstøðu, men slær í sama viðfangi fast, at tað var ikki pláss fyri feilmanøvrum á brúnni. Í frá- greiðingini verður sagt at, »um bakkað varð við stýri- borðsskrúvu, silgt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, hevði borið væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn«. .páll Filmstólið verið stór hjálp Í samband við frágreiðingini um óhappið á Norrönu hevur Skipaeftirlitið fingið stóra hjálp av fólkið og SvF, sum hava videobandað hendingina 15. januar. Eitt av ferðafólkunum hevur tikið ein videofilm á ferðini úr Íslandi til Føroya. Ferðafólki hevur tikið film av fráferðini úr Íslandi og av øðrum hendingum, ið fóru fram á ferðini, herundir tá skipið fekk Black out á ferðini til Føroya og av øllum óhappinum í Havn. Skipaeftirlitið hevur nýtt upptøkurnar hjá hesum ferðafólki at lýsa støðuna, áðrenn og meðan óhappið hendi. Sjónvarp Føroya kom eisini á staðið, men tað var kortini ikki fyrr enn 2. partur av óhappinum hendið. Ein filmur fekst eisini frá einum manni í Havn, sum stóð og eygleiddi óhappið úr stovuvindeyganum, meðan hann tók videomyndir av hendingini. Á hesum upptøkum sást serliga væl, tá skipið snaraði runt og var á veg útaftur í Nolsoyarfjørð, og tá bakborðsíða brast í molan. .páll Fyrrverandi skipari stuðlar Ólavi »Um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, silgt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, hevði borið væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og at sigla inn í Tórshavnar havn« Frágreiðingin hjá Skipaeftirlitinum »Skiparin roynir at leggja stýriborðssíðu til vindin við at seta ferð fram á stýriborðs- maskinur og bakka fulla ferð við bakborðsmaskinum, samstundis sum róðrið verður lagt hart bakborð og bógskrúvurnar trýsta fulla kraft á stýriborð«. Ólavur Hovsgarð á brúnni 15. januar ” 18 Nr. 225 - 24. november 2004 Nr. 225 - 24. november 2004 19 Hesa vikuna spælir Knút H. Eysturtún saman við Bill Bourne í Fuglafirði og við Kristleif Zachariassen í Klaksvík KONSERT Jákup Mørk Fyrra konserting verður hóskvøldið 25. november í Mentanarhúsinum í Fuglafirð. Seinna kon- sertin verður í Atlantis í Klaksvík tann 26. novem- ber. Knút H. Eysturstein gav herfyri út fyrstu fløgu sína »Havsglóð«. Somu- leiðis hevur Kristleif Zachariassen fyri stuttum givið út fyrstu fløgu sína »Litleysir blettir«. Bill Bourne, ið m.a. hevur vunnið Canadian Music Awards (Juno A w a r d s < h t t p : / / w w w. j u n o - awards.ca/>) fyri bestu útgávu innan Folk/Roots greinina, er í Føroyum, nú hann hevur framleitt nýggju fløguna hjá Eivør, sum verður givin út í Føroyum 24. november. Eivør og Bill spæla út- gávukonsertir í Müllers Pakkhúsið hesa vikuna. Samstundis, sum Føroya Sparikassi keypir Kaupthing Bank A/S í Dan- mark, selur Spari- kassin sín part í Kaupthing Búnað- arbanka hf. í Ís- landi og í føroyska Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklar afelag P/F PENINGASTOVNAR tíðindaskriv Føroya Sparikassi og Kaupthing Búnaðarbanki í Íslandi eru samdir um sínamillum keyp og sølu av partabrøvum í teimum fyritøkum, har feløgini bæði hava felags ognar- skap. Gongst sum ætlað, verða fyritøkurnar frá 1. januar 2005 hvør sær eigarar av feløgunum, ið higartil hava verið felags ogn. Semjan umfatar hesi keyp og sølur: • Føroya Sparikassi keypir partin hjá Kaupthing Búnaðar- banka í Kaupthing Bank A/S í Danmark, samstundis sum Kaup- thing Bank A/S selir FIH Erhvervsbank A/S virkisøkini Corporate Finance, Private Banking og Markets. • Kaupthing Búnaðar- banki keypir partin hjá Føroya Sparikassa í Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklara- felag í Føroyum. Sum liður í hesum broyt- ingum í samstarvinum við íslendska samtakið hevur Føroya Sparikassi selt síni partabrøv í Kaup- thing Búnaðarbanka fyri 173 mió. kr. Samlaði vinningurin uppá parta- brøvini er 132 mió. kr., harav tær 79 mió. kr. eru inntøkuførdar í ár. Eftir at Kaupthing Bún- aðarbanki hevur keypt danska vinnulívsbankan FIH Erhvervsbank, eru fortreytirnar fyri sam- starvi millum Sparikassan og íslendska samtakið so mikið broyttar, at báðir partar halda tað vera skilabest at halda fram hvør sær. Føroya Sparikassi var við til at stovna Kaup- thing Bank A/S í 2001, og eftir bert trimum árum er bankin mentur soleiðis, at hann pr. 30. juni 2004 hevði ein javna uppá 1,032 mia. kr. og eitt yvir- skot fyri hálvárið uppá 7,3 mió. kr. Eginognin var 128 mió. kr. Bankin fer í fyrstu atløgu at leggja dent á lánveiting og veð- brævavirksemi; tvey økir sum higartil hava roynst sera væl. Brian Toft, ið hevur verið stjóri í Kaupthing Bank A/S síðani 2001, heldur fram í starvi sínum eftir yvirtøkuna 1. januar. Brian Toft er 56 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan bankavirksemi í Norðurlondum. Við hesum stigi gerst virksemið hjá Sparikass- anum uttanlands meira sjálvstøðugt, samstundis sum virkisgrundarlagið hjá sparikassanum verður víðkað. Eftir yvirtøkuna av bankanum økist javnin hjá Sparikassanum sum samtak við uml. 850 mió. kr., soleiðis at hann fer upp um 6 mia. kr. Nýggja stigið er væl í tráð við eitt av málum Sparikassans um at hava virksemi uttanlands fyri at spjaða váðan út um gongdina í føroyska sam- felagnum. Hetta mál hevur Sparikassin higartil rokkið m.a. við at sam- starva við Kaupthing Búnaðarbanka, og tað hevur gagnað báðum pørtum. Samstarvið hev- ur verið fyrimyndarligt, og partarnir eru samdir um at samstarva fram- eftir. Knút, Bill og Kristleif Sparikassi keypt deild í Danmark Drúgva frágreiðingin hjá Skipaeftirlitinum um óhapp- ið á Norrönu hin 15. januar 2004 hevði hesa niðurstøðu og tilráðing: Høvuðsorsøkin, til at Norröna sigldi á Viðarnes fyrstu ferðina hin 15 januar, var nógvi vindurin, sum kom í ælinum. Medvirkandi orsøkir vóru: 1. at snarað varð á bakborð og skipið lagt tvørs við stýriborðsíðu upp í vindin 2. stóra kósbroytingin fyri at koma inn í hylin Tá skipið hevði siglt á Viðarnesbryggjuna fyrstu ferð, átti tað at verið liggjandi og høvuðsmaskinurnar steðgaðar. 10 Tilráðingar Við grundarlagi í tí, sum er funnið fram til í kanningunum, verður rátt til at: 1. Skiparin eigur at tryggja sær, at allir brúgvayvir- menninir til fulnar kenna øll tól, ið eru á brúnni, íroknað manøvrupultarnar og VDR, áðrenn brúgvayvirmaðurin yvirtekur vaktina. 2. Um trygdar- og fráboðanarútgerð ikki virkar, sum hon eigur, verða mannagongdirnar skipaðar soleiðis, at um- framt at umvælingin verður gjørd sum skjótast, fær reiðaríið boð um ólag á skipanunum beinanvegin. 3. Hvørt vaktarskifti verða allir printarar og útgerð annars á brúnni kannað, og brek verða rættað beinanvegin. Kann- ingarnar skulu kunna skjalprógvast. Allar manøvrur skulu skjalprógvast. 4. Allir brúgvayvirmenninir eiga at fáa simulatorvenjingar í at manøvrera skipið sum liður í starvssetanini. Hetta er liður í at gera menn betur førar fyri at taka støðu í eini knappari vending, um tørvur gerst á tí. 5. Neyv ætlan at sigla inn í eina og hvørja havn eigur altíð at fyriliggja, og manning, ið er á brúnni undir manøvrum, eigur at verða kunnað um hana. 6. Brúgvayvirmenninir eiga at gera seg kunnugar við innihaldið í manøvruhandbókini (manoeuvring information), fyri betur at kenna avmarkingarnar hjá skipinum. 7. Mælt verður til, at plastikkhetta við loki á verður sett yvir »Wingcontrol off« knøttin. 8. Reiðaríið skrivar politikk fyri, hvussu skiparin skal fyrihalda seg undir ymsum umstøðum sum kunnu stinga seg upp, eitt nú veðri. Víst verður til SOLAS kapitul IX regla 3.1, (ISM kotan, Objektives kapitul 1,2,2,2 "Establish safeguards against all identifi ed risks"). 9. Tórshavnar Havn eigur at gera mannagongdir og reglugerðir um, hvussu skip skulu fyrihalda seg undir serligum umstøðum, tá ið vandi er fyri trygd og dálking. 10. Í framtíðini eiga vibreknar skipanir ikki at verða settar út móti skipssíðuni niðarlaga í skipinum í nýbygdum ella innfl uttum ferðafólkaskipum. Niðurstøðan av kanningini C M Y K 19 18 Lesið Sosialin - so eru tit við