Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 24. november 2004 21 Nr. 225 • mikudagur • 24. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Boccia- kapping BOCCIA tíðindaskriv Leygardagin skipaði ÍSB fyri heystkapping í boccia. Henda kapping- in var á Hálsi og byrjaði kl. 9.30. Byrjað varð við innleiðandi kappingum í bólikinum fyri menn- ingartarnað, síðan varð farið undir kappingar- nar hjá rørslutarnaðum vaksnum og barnakapp- ingina. Semifinalur og finalur vórðu spældar, og hesi vóru vinnarar- nir: Menningartarnað: 1 Mýrá, Vágur 2 Øssur Gudmundsson, Havn 3 Jørgin av Vollanum, Havn Rørslutarnað vaksin: 1 Jógvan Telling Joensen 2 Marius Johansen 3 Jói Ziska Allir úr Havn Børn: 1 Martin Kristoffur Kristiansen, Eiði 2 Dánjal Jákup Djurhuus, Strendur 2 'Junior' Tomlinson, Eiði Systkin: John Haraldsen vann bólkin, tó uttan dyst tí bert hann hevði meldað seg til Tá hesar kappingarnar vóru av, og heiðurs- merkini vóru handað av Jógvan Elias á Løg- mansbø, umboð fyri Javna, varð farið undir kappingina fyri pensi- onistar. Hesa ferð spældu tey einstaklinga kapping, og sær úrslitið soleiðis út: 1 Jørgen Dahl, Havn 2 Jenny Danielsen, Havn 3 Karl Simonsen, Havn Limir felagsins skulu á eykaaðalfundi sunnudagin taka støðu til, um felagið skal fara undir risa- íløguna, sum kann gerast ein sonn kollv- elting fyri venjingar- og dystarumstøður- nar hjá felagnum HONDBÓLTSHØLL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið al- ment kent, at fólk í Neist- anum ígjøgnum longri tíð hava arbeitt við ætlanunum um, at felagið skal byggja sína egnu høll. Eitt nú var komið heilt væl áleiðis arbeiðinum at gera eina høll við Lærara- skúlan, men hendan ætlan- in kollsigldi, tí tað vísti seg at vera ógjørligt hjá fel- agnum at sannføra umsit- ingina á Vaglinum um, at júst hetta var rætta staðið at byggja eina slíka høll. Ístaðin varð tá skotið upp, at Neistin saman við Ljósinum skuldi byggja eina dupulthøll úti við Tekniska Skúla, men tann ætlanin vísti seg skjótt at gerast alt ov kostnaðarmik- il, og varð tí slept. Síðani eru menn tó komnir eftir, at eitt økið nær SEV-bygninginum við Landavegin var lagt av til ítróttarendamál. Tosað hev- ur verið við Býráðið um hetta, og nú hava so bæði Tekniska nevnd og Fíggjar- nevndin mælt til, at stuðla ætlanini. Ein av orsøkunum til, at talan verður um eina høll í Vesturbýnum, er, at tað her tykist vera lættari hjá fel- agnum at fáa raksturin av høllini at bera seg. Sum skilst, so er tað ikki sjálv íløgan í høllina, sum gav fíggjarligt høvuðbrýggj, men heldur dagligi rakstur- in. Skal hesin bera til, er neyðugt, at høllin verður leigað út um fyrrapartin, tá Neistin ikki nýtir hana. Tann møguleikan meta tey í Neistanum vera størri í Vesturbýnum, har at kalla eingir ítróttarhentleikar eru. Og sum støðan við hallartímum er í høvuðs- staðnum í dag, so verður tað helst ikki undir nøkrum umstøðum nakar trupul- leiki at leiga høllina út. Ognarfelag Tað verður tó ikki Neistin sjálvt, sum kemur at standa sum eigari av høllini. Ætl- andi skal eitt nýtt ognar- felag setast á stovn. Nakað sum tað, ið er kent frá Gundadalshøllini, har íognararnir eru Neistin, Fleyr og Kyndil. Her verður mynstrið á leið tað sama, tó at Neistin verður einasti eigarin. Tað vil siga, at av teimum 18 milliónunum, sum krevjast til byggingina, skal Neistin – ella í hesum førinum stuðlafelagið - skal gjalda 6 mió kr. 6 milliónir verða so goldnar av Býráðnum, sum vanliga letur triðingin í fígging. Tað sama var áður gald- andi fyri landið, men tann parturin av fíggjarlógini er nú broyttur. Ístaðin verður tosað um eitt nýtt modell, har eitt slag av partaeigar- um koma at seta seinasta triðingin í ætlanina. Allar hentleikar Og stendur tað til Neistan, so verður talan um eina høll við alskyns hentleikum. Einir 800 áskoðarar skulu rúmast í høllini. Hon skal hava fýra skiftirúm, só eisini tann fløskuhálsurin fæst burtur. Vektrúm, høli til fyrisiting, fundarrúm og kantina eru eisini við á tekniborðinum. At kostnaðurin so kortini kann haldast niðri á 18 mió kr., kemst fyrst og fremst av, at tað verður roknað við einum hampuliga stórum parti av sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og einki er at ivast í, at limirnir í Neistanum eisini koma at fáa nakað aftur fyri arbeiðsmegina, um tað kemur hartil, at høllin skal byggjast. Verður roknað í lutfalli millum íðkandi limir og venjingartímar, so eru Neistin og Kyndil helst tey hondbóltsfeløgini, sum hava truplastu umstøðurnar at virka undir, og onkra tíð hava tey eisini verið noydd at nokta fyri upptøku av nýggjum limum. Her hevur felagið so møguleikan at fáa føtur undir egið borð, og tó at tað helst vigar ímóti, at felagið tá kanska noyðist úr Gundadali, sum annars hevur verið heimið síðani stovnanina í 1932. Gaman í kemur felagið enn at eiga triðingin í Gundadalshøll- ini, so nakað av aktiviteti verður eisini har. Men tað er helst lítið at ivast í, at í talan við tíðini gerst um eina flyting yvir í Vestur- býin hjá felagnum. Hvat av hesum vigar meira, skulu limir felagsins altso taka støðu til á eyka- aðalfundinum, sum verður sunnudagin. Neistin vil byggja fyri 18 mió kr. Her er ætlanin, at Neistin skal byggja nýggju høllina Skerdir neista- menn í eldin Mansliðini hjá Kyndli og Neistan- um skulu dystast mikukvøldið. Somuleiðis skal kvinnuliðið hjá Kyndli royna seg móti Tjaldri HONDBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at spenningurin er stórur undan seinnu granna- uppgerðini millum havnarliðini. Kyndil hevur í longum løtum av kappingarárinum verið flúgvandi, og millum annað gav hetta at bíta, tá teir í fyrru granna- uppgerðini bukaðu neistamenninar bláar. Hinvegin hevur Kyndil eisini víst sera óstøðugt spæl, og tá Neistin sam- stundis tykist vera í ferð við at reisa seg, so kann væl verða, at talan gerst um eina ógvuliga javna uppgerð. Tað telur tó skeiva veg- in hjá Neistanum, at teir helst mugu vera tveir av dyggastu stuðlunum fyriuttan. Damir Oros fekk reytt kort í dystin- um móti H71 sunnu- dagin, so hann er í øll- um førum ikki við. Har- til fekk Blagoje Buha vøddaskaða í sama dysti, so tað er mest sum óhugsandi, at hann verður førur fyri at spæla. Undan mansdystinum verður talan um botn- dyst í bestu kvinnu- deildini, tá Kyndil tekur ímóti Tjaldri. Bæði lið- ini hava seinastu vikur- nar verið í eldinum fyri annað enn akkurát leik- ligu avrikini, men hesa- ferð kunnu tey so eftir øllum at døma savna tankarnar um tað, sum fyriferst á vøllinum. Sunset kappingin 24.11 18.30 Kyndil – Tjaldur Hartvig Joensen & Pole Hansen Atlantic Aiwrays kappingin 24.11 20.00 Kyndil- NeistinHartvig Joensen & Pole Hansen Stórkappingin 2004 Árliga stórkappingin í svimjing verður um vikuskiftið hildin í Klaksvík og Leirvík SVIMJING tíðindaskriv Luttøkan verður stór, íalt 150 svimjarar úr øllum landinum, og er hetta kapp- ingin hesumegin jól ið svimjararnir hava sæð fram til, so roknast kann við eini sera spennandi kapping. Svimjararnir koma úr Tvøroyrar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot, Skeggjar, Reki, Fuglafjarðar Svimji- felag og Ægir. Henda kapping er býtt øðrvísi upp enn vit vanliga gera í Føroyum, kappingin er býtt upp eftir norður- lendskum høpi, hesir aldursbólkar kunnu luttaka: Kvinnur: Bólk 2 árg 93- 95, Bólk 1 árg 91-92, Junior árg 89-90, Senior árg 88 og eldri. Menn: Bólk 2 árg 91-93, Bólk 1 árg 89-90, Junior árg 87-88, Senior árg 86 og eldri. Tað verða 46 kappingar svomnar í hvørjum bólki, so hetta er ein nógv størri kapping enn vit eru von við í Føroyum, íalt verða 1400 startir. Kappingin byrjar kl. 16 fríggjadagin í Klaksvík, har allir 150 svimjararnir koma at kappast. Leygardagin veðrr kapp- ast í Leirvík og Klaksvík fyrra part, og síðan koma øll tey ið kvalisera seg í finalurnar at kappast í Klaksvík seinnapartin. Í finalurnar koma seks tey bestu úr hvørjari kapp- ing í teim styttru teinunum frá fyrrapartinum. Leygar- og sunnumorg- unin byrja kappingarnar kl. 08:30 og svomið verður út móti middegi. Finalurnar leygardagin byrja Kl. 16 í Klaksvík, og sunnudagin verður byrja kl. 15 í Klaksvík. Í øllum kappingunum verða heiðursmerkir latin til svimjararnar ið blíva nr. 1-2-3 SVIMJING tíðindaskriv Leygardagin skipaði ÍSB fyri svimjikapping í Eyst- urskúlanum. Allir luttakararnir svumu tvær ferðir ella meira. Tíggju ymiskar kappingar vóru at velja í, so hvør luttakari fekk roynt seg í hóskandi styrki. Kappast varð í 200 m Crawl, 17 m frí, 100 m Crawl, 50 m bringu, 200 m Blandað, 34 m frí, 200 m bringu, 50 m rygg, 17 m rygg, 50 m Crawl. Allir luttakararnir fingu heiðursmerki til minnis um luttøkuna í hesi heyst svimjikapping Einstøku úrslitini vóru hesi 1. 200m crawl 1 Halla Poulsen 3.56,09 2. 17 m frítt 1 Hans J. Bárá 30.25,00 2 Súsanna Johannesen 0.28,69 3 Tórur í Puntabyrgi 0.38,66 3. 100 m Crawl 1 Símun P. Zachariassen 1.23,18 2 Rannvá Strøm 31.23,84 3 Halla Poulsen 31.47,38 4. 50 m Bringu 1 Júst í Túni 0.49,63 2 Marjun Niklasardóttir 1.05,53 3 Beint Sørensen 31.10,31 5. 200 m Blandað Heat 1 1 Rannvá Strøm 33.49,81 6. 34 m Frítt Heat 1 1 John Joensen 30.27,78 2 Magnus V. Olsen 30.28,28 3 Elvin Weihe 30.31,19 Heat 2 1 Eydis á Løgmansbø 0.32,06 2 Beint Sørensen 30.42,19 3 Marjun Niklasardóttir 0.43,62 7. 200 m Bringa 1 Júst í Túni 34.02,94 8. 50 m Rygg Heat 1 1 Rannvá Strøm 30.47,94 2 Halla Poulsen 31.00,06 Heat 2 1 Símun P. Zachariassen 0.46,31 2 Júst í Túni 30.47,57 9. 17 m Rygg 1 Hans J. Bárá 30.25,28 2 Súsanna Johannesen 0.28,25 3 Tórur í Puntabyrgi 30.39,57 10 50 m Crawl Heat 1 1 Símun P. Zachariassen 0.38,59 2 Rannvá Strøm 30.39,44 3 Júst í Túni 30.40,06 Heat 2 1 Magnsus V. Olsen 30.44,88 2 John Joensen 30.45,28 3 Elvin Weihe 30.50,16 Heat 3 1 Halla Poulsen 30.50,41 2 Eydis á Løgmansbø 0.52,00 3 Beinta Sørensen 31.13,81 Stórkappingin í svimjing verður hildin um vikuskiftið Hondbóltsstøður v. t. mál- dystir v - j - t mál mál mun. stig 1 VB 7 6 - 0 - 1 214 142 72 12 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 212 158 54 10 3 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 138 104 34 10 4 Søljan 7 4 - 0 - 3 204 173 31 8 5 VÍF 7 3 - 0 - 4 162 175 -13 6 6 StÍF 7 1 - 1 - 5 150 186 -36 3 7 Kyndil 5 0 - 1 - 4 92 146 -54 1 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 98 186 -88 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál mun. stig 1 VÍF 7 6 - 0 - 1 200 172 28 12 2 Kyndil 6 4 - 0 - 2 179 145 34 8 3 H71 7 4 - 0 - 3 216 201 15 8 4 KÍF 7 3 - 0 - 4 179 204 -25 6 5 Neistin 6 2 - 0 - 4 174 178 -4 4 6 StÍF 7 1 - 0 - 6 182 230 -48 2 Orsakað, Neistin Í uppgerðini av støðunum í bestu hondbóltsdeildunum í týs- dagsútgávu okkara var tíverri eitt lítið mistak komið í. Her var úrslitið av dystinum millum Neistan og Søljuna í Sunset kappingini av misgávum dottið burturímillum, og hevði Neistin tí tvey stig færri á okkara uppgerð, enn liðið í veruleikanum hevur. Vit biðja Neistan og lesararnar um at halda okkum til góðar, og prenta her røttu stigatalvurnar. -jm ÍSB-svimjikapping C M Y K 21 20