Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 225 - 24. november 2004 Nr. 225 - 24. november 2004 23 Eingin tekur Klaksvíks-kvinnurnar Hesaferð tók Dráttur ímóti Mjølni, men tó at heimaliðið tók fyrsta settið, so var hetta ikki nóg mikið í longdini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tær tykjast aftur í ár at vera einaráðandi. Kvinnurnar úr Klaksvík. Seinastu mongu árini hava tað eisini fyrst og fremst verið tær, sum hava myndað føroyska flogbólts- oddin, og tó at TB, ÍF og Dráttur skiftandi hava stungið seg fram, so hava kvinnurnar úr Klaksvik verið felagsnevnarin hesi árini. Og í ár er so ikki líkt til, at nakar skal skala tær. Seinastu tvær vikurnar hava tær leikt útidystir móti ávíkavist TB og Drátti, sum verða roknað sum truplastu mótstøðuliðini hetta kapp- ingarárið, og tað gav so ikki Mjølni stórvegis av trupul- leikum. Dysturin móti Drátti hesaferð var tó kanska truplasta uppgávan, sum liðið hevur higartil, og fyrsta settið fór heimaliðið eisini avstað við. Tey bæði næstu settini prógvaðu tó, at tað var veruligur munur á liðunum báðum. Mjølnir tók hesi so ruddiliga, og tó at fjórða og seinasta settið ikki var heilt so sannfør- andi, so var kortini eingin ivi um, at Dráttur hevði tapt fyri einum betri liði. Í Hoyvíkarhøllini hevði KÍF vitjan av SÍF, og her eydnaðist nýggja liðnum at vinna sær eitt sett. Talan var sum eisini um eina javna uppgerð. KÍF tók tey bæði fyrstu settini, men munurin var ikki tann heilt stóri, og tá KÍF so vann triðja settið, hómaðiast av álvara spenn- ingur í dystnum. Tað eydn- aðist tó KÍF at taka stigini við sigri í fjórða settinum, men avrikið man í øllum førum geva teimum í SÍ góðar vónir. Seinasti dysturin var í Trongisvági, har TB hesa- ferð hevði vitjan av ÍF. Tann dysturin gjørdist ongantíð nakað serliga spennandi. Fyrsta settið var munurin annars ikki so stórur, men tá TB so tók hetta, sam- stundis sum leikararnir ásannaðu, at hetta kundi gerast betri, so var einki at heinta hjá ÍF Úrslit Meistaradeild kvinnur KÍF-SÍ 3-1 (25-22, 25-22, 23-25, 25-19) Dráttur-Mjølnir 1-3 (27- 25, 17-25, 13-25, 19-25) TB-ÍF 3-0 (25-23, 25-11, 25-14) Higartil einaráðandi Mjølnir tapti fyri einum væl uppløgd- um Fleyr-liði, og nú er av álvara spenning- ur komni í mans- deildina FLOGBÓLTUR Jákup Mørk So hendi tað, sum flestu flogbóltshugaði høvdu vónað. Mjølnir, sum annars hevur hótt við at gera flog- bóltskappingina hjá monn- um til eina langa sigursrøð, varð steðgað um viku-skift- ið, tá teir vitjaðu hjá Fleyr. Fleyr hava í ár givið ábendingar um, at teir kanska kundu fara at gera nakað um seg, men kortini hevur tað leingi tókst, sum skuldu klaksvíkingarnir verða ov stinnir. Hendan myndin broyttist tó leygardagin. Havnar- menninir gjørdu alt fyri eitt greitt, at her skuldi Mjølnir ikki fáa nakað sum helst ókeypis. Við einum góðum stríðsvilja og disciplini í spælinum eydnaðist eisini vertunum at koma á sig- urskós, tá teir tóku tey bæði fyrstu settini. Um teir hildu, at nú var sloppið, so fóru teir tó skeivir. Mjølnir vildi í øllum førum ikki geva seg, og tá Fleyr var farið at gleða seg dekan ov tíðliga, gjørdist talan um rættiligt skrædl í triðja settinum. Tað hevur áður víst seg í líknandi dystargongdum, at tað kann gerast tungt at venda, um tú tapir tríja settið, men hetta megnaðu teir á heimaliðnum kortini. Teir vunnu aftur á beint, og við einum framúr fjórða setti, eydnaðist at taka stig- ini, sum av álvara skaptu spenning aftur í deildina. SÍ í oddin Her er Fleyr framvegis á triðja plássinum, men nú bert tvey stig aftan fyri Mjølnir. Og SÍ slapp sær so ájavnt klaksvíkingunum, tá teir vitjaðu Fram. Her var eingin ivi um, at stigini skuldu fara vestur við gest- unum. Fram royndi annars at stríðast, men yvirvaldið var tó ov stórt. Og so verður av álvara spennandi at síggja, hvussu leikur fer at fara hjá sør- vingunum. Teir hava enn dystir móti Mjølni og Fleyr eftir í grundspælinum, og teir báðir dystirnir kunnu gera, at SÍ verður einsamalt oddalið, tá farast skal undir endaspælið. Hinvegin er eisini møguleiki fyri, at alt verður so púrasta javnt, og undir øllum umstøðum tyk- ist tað nú soleiðis, at spenn- ingurin skal halda sær heilt fram móti seinasta leikdegi. Og tað er í øllum førum at fegnast um. Úrslit Meistaradeild menn Fram-SÍ 0-3 (15-25, 20- 25, 22-25) Fleyr-Mjølnir 3-1 (25-21, 25-21, 9-25, 25-21) SÍ vann sítt næsta sett á árinum, og tó at tað ikki rakk til stig, so bar avrikið boð um, at fyrstu stigini eru farin at nærkast Fleyr skapti spenningin Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 6 6 - 0 18 4 14 12 2 TB 6 5 - 1 15 6 9 10 3 KÍF 6 4 - 2 12 9 3 8 4 Dráttur 6 2 - 4 13 13 0 4 5 ÍF 6 1 - 5 5 15 -10 2 6 SÍ 6 0 - 6 2 18 -16 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 5 4 - 1 13 5 8 8 2 Mjølnir 5 4 - 1 13 6 7 8 3 Fleyr 5 3 - 2 11 7 4 6 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 ÍF 4 0 - 4 1 12 -11 0 Við einum sannførandi stríðsavriki eydnaðist leygardagin Fleyr at basa Mjølnir Mynd: Álvur Haraldsen Samstundis vunnu sørvingar seg heilt fram í oddin, tá teir vunnu sannførandi sigur á Fram Mynd: Álvur Haraldsen Snarskivan PDF 100% i C M Y K 23 22