Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 225 - 24. november 2004 Nr. 225 - 24. november 2004 25 Fólkaflokkurin hevur LANDSFUND 27. november 2004 kl. 10.00 á Hotel Hafnia. Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, verður gestarøðari. Rúna Sivertsen viðgerð evni »Felags avgerðir – felags ábyrgd«. Landsfundurin endar við døgurða. Øll fólkafloks áhugað eru hjartaliga vælkomin. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3865 Navn: P/F Malinsfjall Adressa: 750 Viðareiði Kommuna: Viðareiðis Kommuna Stovningardato: 10.11.2004 Viðtøkudato: 10.11.2004 Kapitalur: Kr. 1.000.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1.000.000,00 til kurs 100. Stovnari: P/F Sepia, 665 Skipanes (Sp/f 2350) og Jóhannes Jacobsen, 750 Viðareiði. Nevnd: Jóhannes Jacobsen, 750 Viðareiði (formaður), Osla Jórun Jacobsen, 750 Viðareiði, Ólavur Krosssteig Joensen, 665 Skipanes og Eydna Asbjørnsdóttir Kruse, Millum Gilja 40, 188 Hoyvík. Stjórn: Ólavur Krossteig Joensen, 665 Skipanes. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum og nevndarformanninum í felag ella av allari nevndini í felag. Grannskoðari: Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, 480 Skáli. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 10.11.2004 - 31.12.2005 Endamál: Endamál felagsins er at eiga og reka fiskiskip o.a. í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 16. november 2004 Kristin Balle _______________________ Fíggjarleiðari Trívist tú í einum umhvørvi við nógvum avbjóð- ingum, stórari ábyrgd og fjølbroyttum uppgáv- um? So er tað kanska tær vit leita eftir? Vit søkja eftir leiðara til fíggjar- og KT-deildina á Almannastovuni til setan skjótast gjørligt. Á deildini starvast í løtuni 7 starvsfólk. Fíggjarleið- arin hevur beinleiðis tilvísing til almannastjóran. Leiðarin hevur ábyrgdina av • at ráðgeva og vegleiða leiðsluna í fíggjar-, lønar-, KT- og roknskaparviðurskiftum • at samstarva og samskifta við Almanna- og heilsumálaráðið og aðrar myndugleikar • at gera fíggjarætlan og roknskap • innkeypi og at skipa innkeypspolitikkin • at fylgja upp og hava eftirlit við rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum • at gera mannagongdir á fíggjar- og KT-økin- um • leiða verkætlanir, eisini tvørfakligar • at skipa leiðsluhagtøl og almenn hagtøl, um- framt greiningarverkætlanir • øðrum ad hoc uppgávur Førleikakrøv • viðkomandi prógv frá hægri lærustovni, so sum polit, oecon ella aðra viðkomandi út- búgving • leiðsluroyndir og royndir innan økið • evni til at raðfesta og tilrættisleggja arbeiði • støðugt at kunna dagføra sína vitan innan roknskaparlógir og reglur • er virkisfús/ur og eltir uppgávurnar frá byrjan til enda • góð samstarvsevni • góðan førleika innan edv Vit kunnu bjóða • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóð- ingum • Starv við møguleika fyri persónligari og faklig- ari menning. • Starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á tað einstaka starvs- fólkið Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á tlf. 346421/ 215480. Sí eisini www.almannastovan.fo Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Jónas Broncksgøta 27, post- smoga 3096, 110 Tórshavn, í hendi innan 8. desember 2004. ________________________________________ Um Almannastovuna Almannastovan er skipað við almannamiðstøðum í Tórshavn, í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar.Harumframt eru Hjálpartólamiðstøðin og aðrar landsdekkandi serdeildir partar av Almannastovuni. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært al- mannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjóns-, dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur 800 mill.kr.og vit eru íalt 90 fólk í starvi. Frá Viðareiðis Skúla! Av tí at okkara danska lærarapar fer niður aftur til Danmarkar, tørvar okkum tveir lærarar í tíðarav- markað starv at undirvísa fulla tíð komandi ár: frá 02.01.2005 til 31.07.2005. Løn sambart avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn og møgulig viðmæli skulu vera skúla- stýrinum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2004 á middegi. Viðareiðis skúlastýri v/ Lenu Heinesen FO-750 Viðareiði Útbjóðing Við hesum verður bjóðað út ráðgeving í samband við, at Fiskimálaráðið fer undir eitt skipað arbeiði við atliti at KT-trygd. Sjálvt útbjóðingarskrivið kann síggjast á www.fisk.fo/adalskrivstovan/kt-trygdararbeidi.htm Kontaktpersónur: Jacob Horn,Tlf: 353030. Síðsta freist at bjóða upp á arbeiðið er mánadagin tann 6. desember 2004 kl. 11. Fiskimálaráðið Aðalskrivstovan Yviri við Strond 17-19 Postboks 347 110 Tórshavn Fiskimálaráðið Føroya Skipaskráseting Kom og arbeið hjá okkum Vit hava brúk fyrieinum pedagogi, at byrja 3.januar 2005, ella eftir nærri avtalu. Útibarnagarðurin Víkin heldur til í missiónshúsin- um í Æðuvík. Á stovninum eru 23 børn í aldrinum 5-7 ár.Náttúran um okkum gevur góðar møguleikar og avbjóðingar, bæði í bygd, fjøru og haga. Starvið er 30-35 tímar um vikuna, í lønarstigi 10-16. Vit ynskja at umsøkjarin: • dámar væl at vera úti í náttúruni • ert kreativ/ur • hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • ert við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur góð evnir at samstarva við foreldur og starvsfólk Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Káru Løkin tlf. 449998 ella 214306. Løn smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving,royndir og møguligum viðmælum skulu vera Runavíkar kommunu, Postboks 139, 600 Saltangará í hendi í seinasta lagi 08.12.2004. Útibarnagarðurin Víkin Æðuvík Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3866 Navn: Sp/f Dam Hjánavn: Sp/f Dam.fo (Sp/f Dam) Adressa: 655 Nes Kommuna: Nes Kommuna Stovningardato: 09.11.2004 Viðtøkudato: 09.11.2004 Kapitalur: Kr. 86.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 86.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Malan Simona Dam, 655 Nes. Stjórn: Thomas Dam, 655 Nes. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 09.11.2004 - 31.12.2005 Endamál: Endamál felagsins er at reka holdingvirki, selja vørur og tænastuveitingar, keyp, søla og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 18. november 2004 Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað? Lærarastørv Søkt verður eftir 4 lærarum til Fuglafjarðar skúla. Størvini,ið er tíðaravmarkað,eru fyri lærarar í barns- burðarfarloyvi og farloyvi vegna skeiðsvirksemi.. Starv 1: 25 t/v frá 3. januar og restina av skúlaárinum Tímatalva: 4. a. fl 8 t/v: kr., fø. og flokslærari 6. og 9. b fl. 8 t/v: enskt 2 ab kl. 2 t/v: gentuítróttur og 7 t/v: serligur tørvur Starv 2: 24 t/v frá 17. januar og restina av skúlaárinum Tímatalva: 3. a. fl 14t/v: fø., da., heimst., tilev. og flokslærari 3. ab4 ab og 5. 6. fl. 6 t/v: heimkunnleiki 10. a fl. 4 t/v: danskt Starv 3: 23 t/v frá 7. februar og restina av skúlaárinum Tímatalva: 9. b fl. 7 t/v: kristni, fø. og flokslærari 4. ab og 9 ab fl. 4 t/v: gentuítróttur 8. og 10. fl. 8 t/v: heimkunnleiki 9. fl. 2 t/v: handarbeiði og 2 t/v: vakt í svimjing Starv 4: 18 t/v frá 14. februar og restina av skúlaárinum Tímatalva: 3. b og 4. a fl. 3 t/v: tilevning 9. fl. 2 t/v: heimkunnleiki 5. 6 og 7. fl. 4 t/v: handarbeiði og 9. t/v: bókasavn Størvini verða lønt samb. galdandi avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini frá Súna í Hjøllum, skúlastjóra. tlf. 444087 ella tlf. 214087. Umsóknir saman við ljósriti av próvskjølum o.ø. skulu sendast skúlastýrinum í seinasta lagi fríggja- dagin 3.desember kl.10.00.Viðmerki møguliga rað- festing av størvunum. Skúlastýrið f. Fuglafjarðar skúla Uni Næs, formaður FO-530 Fuglafjørður C M Y K 25 24