Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Sum nú er, er tað ræðuliga ringt hjá nógvum at klára seg uttan bil, sigur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU, sum meinar, at tað er ov lítið fokus á tey, ið ikki hava bil í Føroyum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Í hesum tíðum verður nógv ljós varpað á umhvørvisvin­ar­ ligar bilar, men hetta er ikki ein­asta loysnin uppá at minka um CO2 útlátið. Spurningurin um bleytu ferðsluna og um­ støð­urnar hjá teimum, sum ikki hava bil, fær ikki líka nógv pláss í almenna rúminum, sum spurn­ingurin um at skifta dies­el- og bensinbilin út við el­ bil­in. Føroya Náttúru- og Um­ hvørvis­felag heldur, at vit eiga at raðfesta fólkið fram um bil­ in við at fáa fólk at ganga meira og gera umstøðurnar betri hjá teimum, sum ikki hava bil. - Vit halda, at samfelagið skal innrættast, so tað verður lætt­ari at vera mobilur uttan at hava egnan bil. Sum nú er, er tað næstan so, at vit hava inn­rættað okkum soleiðis, at vit øll noyðast at hava ein bil í part fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, sigur Theresa Jákups­dóttir, nevndarlimur í sjálv­bodna umhvørvisfelags­ skap­inum, FNU, sum arbeiðir fyri at verja náttúruna og um­ hvørvið. Vit kunnu ganga meira Við at brúka beinini í staðin fyri at koyra bil sleppur mann und­an tí útlátinum, sum mann annars hevði brúkt, um mann hevði koyrt. - At ganga meira í ger­andis­ degn­um er bæði gagnligt fyri sam­felagið og heilsuna hjá tí ein­staka, og eg rokni ikki við, at tað ger nakað ringt, um vit inn­rætta okkum soleiðis, at vit ganga meira, sigur Theresa Jákups­dóttir og vísir á, at fleiri gongutúrar eisini kunnu gera okk­um minni strong í ger­ andis­degnum. - Øll nýtast ikki at hava ein bil. Tað er tyngjandi at hava eitt samfelag, har mann má hava so nógvar bilar. Tað ber ikki til at minka um útlátið av vakstr­arhúsgassum, um øll fólk í heiminum skulu hava ein bil í part, sigur hon. Bussskipanirnar í Føroyum ov vánaligar Tað eru ikki øll, sum hava bil, og nevndin í FNU heldur, at til­tøk mugu setast í verk, so­ leið­is, at umstøðurnar hjá teim­um, sum ikki brúka bil verða betri, og tað verður meira lokkandi at gagnnýta al­ mennu ferðsluna. Her hevur buss­leiðin ein avgerandi leik­ lut, og í mun til hetta er buss­ sam­bandið í Føroyum ikki nóg gott, meinar FNU. - Vit halda, at bussleiðirnar í Føroyum eru alt ov vánaligar. Bussarnir koyra ov sjáldan, og teir koyra ofta ikki í viku­skift­ un­um yvirhøvur. Í Havn koyra bussarnir ikki sunnudag og alt ov lítið leygardag, og um kvøldið koyra teir bara eina ferð um tíman, sigur Theresa Jákups­dóttir og leggur aftrat, at aðrastaðni í landinum er buss­sambandið munandi verri. Hon heldur tí, at tey, sum ikki hava bil, hava trupult við at vera ein partur av sam­fel­ agn­um og sleppa runt, tá tey ikki hava atgongd til ein buss alla­tíð. - Fyri at fólk skulu kunna klára seg uttan bil, má buss­ tæn­astan heilt sikkurt blíva betri, tí sum nú er, er tað ræðu­ - VIT SKULU INN SAMFELAGIÐ SO FÓLK GANGA ME UMHVØRVI