hósdagur 8. november 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
30
TRÓNDUR ARGE
K
appingar við sterkum
monnum hevur ein
ríka søgu í Føroyum.
Fyri Bjarna Nielsen,
sum er føddur í 1988, er tað ser
liga tíðin við Regini Vágadal, ið
stendur sterk í minninum. Tað
hevur ment á áhuga, sum í dag
næstan er eitt fulltíðaryrki hjá
30 ára gamla havnarmanninum.
Tað eru eftir hondini nøkur ár
síðani, at hann bjóðaði sterkum
monnum sum Boga Hammer og
Jákup Súna Berg av. Við mohawk
hársniði, einum andlitsbrá og
persónligheit á pallinum, sum
áskoðararnir tóku væl ímóti.
Í dag er hann fimmfaldur Før
oya sterkasti maður og ætlar sær
meir. Hann er nú næststerkasti
maður í ríkinum, men ætlar seg
at vinna sterkmanskappingina,
sum verður til Burn Showdown í
høllini á Hálsi um eina viku.
Eg eri so ikki við fyri at læra,
sigur Bjarni Nielsen, tá hann
verður spurdur um hann ætlar
at vinna.
Nummar tvey til DM
Tað er ikki óvanligt fyri sterkar
menn, at teir leggja árskalend
aran eftir, at teir skulu hava
mest styrki eitt ávíst tíðarskeið
á árinum. Fyri Bjarna Nielsen er
hetta eitt av teimum tíðarskeið
unum á árinum. Hann hevur
verið til DM og skal nú eisini
luttaka í Burn Showdown. Til
DM bleiv Bjarni nummar tvey,
aftanfyri føroyavinin Mikkel
Leicht, sum í fleiri førum hevur
verið til kappingar her á landi.
-Eg visti, at eg nokk fór at
blíva nummar eitt ella tvey. Tá
avtornaði skuldi eg vinna tvey
øvilsir, fyri at koppa Mikkel
Leicht. Tað megnaði eg ikki,
sigur Bjarni Nielsen eitt sindur
vónbrotin á málinum, sjálvt um
hann er fegin um 2. plássið.
Steypið er so stórt, at hann
var í iva um hann fekk tað við til
landið. Sigast skal tó, at steypið
nú er komin til klettarnar.
-Tað er ikki eitt beinleiðis mál
hjá mær at vinna DM, men tað
hevði nú verið stuttligt, sigur
havnarmaðurin.
Vil vinna Burn Showdown
Næsta málið hjá Bjarna Nielsen
er at vinna Burn Showdown.
Hann trívist best á heimavølli,
men lærir eisini nógv fyri hvørja
kapping hann luttekur á, tá hann
er á ferð. Í fjør var Bjarni Nielsen
í harðari kapping við Žydrūnas
Savickas, eisini nevndur Big-Z,
um fyrsta plássi. Litavin er ein
sannur risi, men hevði ilt við at
rista Bjarna Nielsen av sær.
-Tað vísur seg, at eg trívist best
á heimavølli. Tað er her eg fái
bestu úrslitini. Tí síggi eg eisini
bjart upp á Birn Showdown, sig
ur Bjarni Nielsen, sum tó er eitt
sindur ivasamur um onkrar av
kappingarneytunum.
-Í ár eru einir fýra luttakarar,
sum eg ikki havi kappast ímóti
fyrr. Eitt boð er, at eg ella bretin,
Laurence Shahlaei, verða millum
teirra, sum kunnu vinna, sigur
Føroya sterkasti maður.
Hann fekk ávísar trupulleikar
til DM við mjødnini, sum hann
vónar ikki kemur at ávirka
kappingina á Hálsi.
-Eg stríðist eitt sindur við
pínu í mjødnini. Tað kemur av
og á, men eg krossi fingrar fyri,
at hetta ikki kemur at ávirka
meg so nógv til Burn Showdown,
sigur Bjarni Nielsen.
Í fjør vóru ávísar avbjóðingar
við øvilsinum, tí tey vóru dekan
ov tung. Hetta gjørdi millum
annað, at kendi dómarin, sum
verður aftur í ár, Bill Kazmaier,
valdi at taka nakað av vekt av
summum øvilsum.
-Í ár er øll útgerðin roynd,
so tað skuldi gingið væl, sigur
Bjarni Nielsen.
Millum 100 teir sterkastu
Bjarni Nielsen vann Føroya
sterkasti maður á fyrsta sinni
í 2014. Nú er hann fimmfaldur
FM-vinnari og er farin at bjóða
av í altjóða kapping. Hvør er so
munurin á Bjarna Nielsen í 2014
og Bjarna Nielsen í 2018.
-Munurin er nokk tann, at
Bjarni Nielsen í 2014 var ein
sterkur maður, meðan at Bjarni
Nielsen í 2018 er millum hundrað
ella tvey hundrað teir sterkastu
menninar í heiminum, sigur 30
ára gamli havnarmaðurin at
enda.
Fleiri nýggir mans
Luttakaralistin til Burn Show
down 2018 er nakað øðrvísi enn
í fjør. Stóri kappingarneytin
hjá Bjarna Nielsen, Žydrūnas
Savickas, er ikki við. Í hansara
stað er komin landsmaðurin,
Vytautas Lalas. Millum teir
nýggju á listanum eru Krzysztof
Radzikowski úr Pólland, Ryan
England úr Bretland, Kim
Lorentzen úr Grønlandi og John
Wiberg úr Svøríki.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Sterkir menn:
ÍTRÓTTUR: Burn Showdown
Um eina viku skal Bjarni Nielsen aftur takast við nakrar av sterkastu
monnum í heiminum. Í fjør bleiv hann nummar tvey, men í ár ætlar
næststerkasti maður í ríkinum at vinna. – Eg eri so ikki við fyri at læra!
BJARNI
VIL VINNA
BURN
T
að sigur Jákup Súni
Berg, sum møguliga
fær vitjan av Darren
Sadler til Strongman-
kappingina á Hálsi. Tað sigur
kanska ikki øllum so nógv, men
fyri høvðusfyriskiparan kann
tað fáa stóran týdning.
Darren Sadler er høvðusfyri
skipari fyri Giants Live kapping
unum, sum hava stóra virðing
millum sterku menninar. Millum
annað verða tær filmaðar av
BBC og hvør kapping gevur trý
pláss til World Strongest man,
sum kann samanberast við HM í
fótbólti. Tað størsta av tí størsta,
heldur høvðusfyriskiparin fyri.
-Fyri Strongman, er hetta tað
størsta. Tað blívur ikki størri.
Tað er einki minni enn ótrúligt,
at hetta er upp á tal yvir høvur,
og at Darren Sadler hevur víst
kappingini áhuga. Sterkmans
kappingar í Føroyum hava bygt
eitt gott umdømi í nógv ár, sigur
Jákup Súni Berg.
Enn er hatta bara prát og tað
er ikki vist, at ein vitjan verður til
nakað, men sigur eitt sindur eitt
sindur, at Darren Sadler hevur
víst kappingini áhuga gjøgnum
aðrar luttakarar, tí eitt nú hevur
ongin Giants Live kapping verið
í Danmark nakrantíð.
-Heldur ein maður sum
Darren Sadler, at uppleggið hjá
okkum er áhugavert og hevði
lovað okkum við, so hevði tað
millum annað merkt, at BBC
kemur at filma kappingina,
at vit fáa trý pláss til World
Strongest man og at eini 40 til
50 mans høvdu vilja sloppið at
luttikið í kappingini, sigur Jákup
Súni Berg.
Hann leggur afturat, at kapp
ingin í ár verður lættari at av
greiða, tí høllin á Hálsin nú er
tvífalt so stór.
-Tað ger, at vit ikki skulu
rudda av og seta upp millum
øvilsini, sum vit gjørdu í fjør.
Eisini fáa vit roynt útgerðina
áðrenn, so ongin óvæntaður
trupulleiki skuldi stungið seg
upp, sigur Jákup Súni Berg.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
-Ótrúligt at Giants Live er upp á tal